Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 7. oktober 2011 5 VIKUSKIFTI Trívist sum leiðari Johnny í Grótinum kennir nógv til at hava stóra ábyrgd, hava leiðslu, arbeiða við stórum tølum og hava fólk undir sær, og tað trívist hann væl við. – Tað verður ein lívsstílur at verða leiðari, at hava ábyrgd og skula verða tøkur 24 tímar um døgnið alla vikuna. Tað setir krøv til persónliga umhvørvið og familjuna, og tað er ein avbjóðing at fáa eina balansu millum arbeiðslív og familjulív. Eitt krevjandi leiðarastarv er eisini nakað, sum gevur mær eitt kick, gevur mær lukku, men vandin er at blíva slitin niður, og tí eg má verða til­vitaður um, at eg havi eina balansu í mínum lívi. – Eg eri eisini eyðmjúkur mótvegis tí, at eg skal leiða eina fyritøku, har onnur fólk hava sett pengar í. Vit hava sum leiðarar og starvsfólk eina upp­gávu at liva upp til tað álit, sum íleggj­ararnir hava givið okkum. Sum parta­brævamarknaðirnir hava háttað sær seinnu árini, so er tað nakrir tolnir íleggjarar, sum vit arbeiða við, men vit síggja tað sum eina týdningarmikla uppgávu at skula skapa nøkur góð úrslit til okkara partaeigarar, sigur Johnny í Grótinum. Smádrongurin reypaði Higartil hevur Johnny í Grótinum ver­ið partur av framgongdini hjá BankNordik, men hugsar hann um, at hann kann koma í meira ekstremar støð­ur, har tað ikki gongur væl? – BankNordik hevur havt undanvind í nógv ár, men bankin hevur eisini tikið nógvar týdningarmiklar avgerðir, tá ið stórar broytingar og órógv hava verið á fíggjarmarknaðum. Tað hevur BankNordik dugað væl og havt hepni við. Verður ikki stýrt rætt, so er vandi fyri, at tað gongur galið. Eg kenni, at vit hava eina sterka leiðslu og eina sterka nevnd í BankNordik, har eg kann fáa góðan stuðul til at taka neyðugu avgerðirnar viðvíkjandi LÍV, og eisini her í LÍV hava vit nógv starvsfólk, sum hava drúgvar royndir, og sum eru ein stór styrki fyri fyritøkuna. Kennist tað natúrligt hjá tær at verða leiðari? – Tað má eg bara siga ja til. Tá ið eg var smádrongur, lat pápi mín ein málinga­ handil upp í Klaksvík. Tá gekk eg runt og reypaði, at har skuldi eg verða stjóri ein dag. Pápi mín mátti siga við meg, at tað gongur mann ikki runt og sig­ur, men eftir øllum at døma hava ambitión­irnar verið har longu tá. So hetta kennist als ikki ónatúrligt. – Tað, sum kann verða trupult við at verða leiðari, er, at tað eru stórar for­vætningar til ein leiðara, og hevur tú nakað at liva upp til, so kann mann blíva skuffaður av sær sjálvum. Eg haldi ikki, at tann trupla samrøðan ella at skula skera ígjøgnum er tað trupl­ asta hjá mær; tað er er ein partur av upp­gávuni sum leiðari. Men tað kann verða strævið og ónøktandi, um eg sjálvur haldi, at eg onkuntíð ikki livi heilt upp til tað, sum eg og onnur vænta av mær sum leiðara. Men tað ræður um at kenna sínar styrkir og veikleikar,at ar­beiða við tí og royna at menna seg. mynd: Álvur Haraldsen Fakta Navn: Johnny í Grótinum Aldur: 36 ár Føddur: Klaksvík Bústaður: Tórshavn Familja: Giftur Duritu í Grótinum. Tey eiga tvær døtur, Rebekka (10) og Mirjam (8) Útbúgving: Cand. polit. Starv: Frá 1. januar 2012 stjóri í LÍV Føroya Lívstrygging, sum er juridiska navnið hjá LÍV, var sett á stovn í 1967, og í 2000 varð LÍV gjørt til partafelag.   Frá ársskiftinum eiga Ognarfelagið hjá tryggingatakarunum og BankNordik hvør sína helvt av LÍV.   LÍV veitir eftirløn og lívstrygging til størsta partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum.   35 fólk starvast hjá LÍV.