fríggjadagur 7. oktober 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 7. oktober 2011
4
VIKUSKIFTI
Interview
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
36 ára gamli Johnny í Grótinum hevur í
fleiri ár havt týðandi leiðsluuppgávur í
bankaheiminum. Nú skiftir hann hest til
LÍV, sum BankNordik, har hann hevur
starvast seinastu seks árini, hevur keypt
helmingin av.
Alment byrjar hann sum stjóri á
nýggjárinum, men Johnny í Grótinum
er longu farin undir fyrireikingarnar á
LÍV, har hann skal arbeiða saman við
fráfarandi stjóranum, Tummas Eliasen,
komandi tíðina.
– Tað, sum tiltalar meg nógv við
hesari uppgávuni, er, at vit byggja á
nakað gott. Vit hava góð starvsfólk,
nógv av teimum hava verið her í nógv
ár, og vit hava ein trúfastan kunda
skarða, sum er bygdur upp ígjøgnum
nógv ár. Hinvegin eru vit eisini á
einum pensjónsmarknaði, sum serliga
uttanlands er fyri stórum remb
ingum og broytingum, og tað verður
ein avbjóðing fyri okkum at stýra
fyritøkuna ígjøgnum hesar broytingar
tíðir, og samstundis menna fyritøkuna,
so at okkara kundar merkja, at tæn
astan og tilboðini eru góð, sigur Johnny
í Grótinum.
– Høvuðsuppgávan hjá mær í fyrstu
syftu er, at bæði starvsfólkini og kund
arnir hjá LÍV merkja ágóðarnar av, at
tey nú eru blivin partur av einum størri
fíggjarsamtaki.
Avmarka seg
Johnny í Grótinum hevur seinnu
árini røkt ymiskar leiðsluuppgávur
fyri BankNordik, men nú hevur hann
fingið eina stóra uppgávu, sum hann
skal brúka komandi árini uppá.
– Tá ið eg og Tummas Eliasen tos
aðu um tað praktiska viðvíkjandi
stjóraskiftinum, og vit sótu her á
hornaskrivstovuni við útsýnið yvir
Kongabrúnna, so segði hann við meg
»her kemur tú at sita í nógv ár, so hetta
skalt tú venja teg við«. Og tað er ein
bryting fyri meg, tí síðani eg kom aftur
í BankNordik í 2005, havi eg havt fýra
ymiskar leiðsluuppgávur, men nú eri
eg farin í holt við eina stóra uppgávu,
sum kemur at taka fleiri ár, og tað
kenni eg eisini sum nakað gott. Hetta
er ein uppgáva, sum gevur meining, og
har eg kann gera mun, sigur Johnny í
Grótinum.
– Tað er við eyðmjúkleika, at eg taki
á meg leiðsluuppgávur. At leiða er eis
ini eitt handverk, sum mann skal læra
seg. Tað snýr seg nógv um at lurta eftir
starvsfólkum og at samskifta.
– Í míni tíð í BankNordik havi eg
verið leiðari fyri ymiskar bólkar av
starvsfólki, sum ynskja og krevja ym
iskt. Og eitt av tí, sum eg havi lært hesa
tíðina, er, at mann skal ansa eftir ikki
átaka sær ov nógv. Onkuntíð havi eg
kent á mær, at eg havi havt ov nógvar
bóltar í luftini í senn, og tað ætli eg
mær at ansa eftir, tí sjálvt um eg ynski
at verða við, har tað hendir, so skal eg
eisini hugsa um at verða nærverandi
hjá mínum starvsfólkum í tí dagliga.
Tað ætli eg mær at hugsa um í hesum
nýggja starvinum. Eg vil arbeiða tætt
við mínum starvsfólkum og samskifti
nógv við tey.
– Tað er spennandi at leiða fólk, og í
banka- og pensjónsverðini snýr tað seg
nógv um menniskju. Tað er tænasta,
vit skulu veita, og kundin upplivir hesa
tænastu ígjøgnum okkara starvsfólk.
Mín leiðsluuppgáva snýr seg nógv
um at fáa fólk at brúka sínar førleikar
rætt og hava eina kós, sigur Johnny í
Grótinum.
Sum smádrongur reypaði hann um, at hann einaferð skuldi verða stjóri.
Seinastu árini hevur hann røkt týðandi leiðsluuppgávur í BankNordik,
og nú skal hann verða stjóri fyri LÍV. Vit hava hitt Johnny í Grótinum
og práta um persónligu avbjóðingina við at vera leiðari, um at taka
tungar avgerðir, og um fáa javnvág millum arbeiði og familjulív
kennist
natúrligt
at vera
leiðari