fríggjadagur 7. oktober 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 7. oktober 2011
14
VIKUSKIFTI
3. partur
Oddbjørn Vágslíð
post@sosialurin.fo
Sum Jytte segði, so liva vit country
fjepparar í Føroyum, ikki í okkara
tíðsaldri. Hon sipar nokk til tann
meira siðbundna countrytónleikin,
sum hann framførdi. Hallur sigur so,
at nú skrúva vit tíðina aftur til, tá ið
countrytónleikurin byrjaði at koma
út á plátum. Vit fara aftur til 1933 og
hoyra »Peach Picking Time Down In
Georgia«. Eitt fyribrigdi, sum vit ikki
høvdu uppliva á festivalinum var, at
dansigólvið frammanfyri pallin, bleiv
ikki nýtt til at dansa á. Men ein partur
av fólkinum reisti seg upp, og stóðu
frammanfyri pallin og hugdu at Halli,
ímeðan hann framførdi.
Síðani greiddi Hallur frá, at við
hansara høgru lið, sat steelguitarleikarin
Jákup Zachariassen, sum bæði var
hansara produsari og hevði skrivað
tekstir til allar sangirnar, á nýggjastu
fløguni hjá sær »Enn stendur hurð
mín opin«. Hallur greiddi frá, at teir
nú fríggjakvøldið høvdu fingið tekstin
umsettan úr Skotlandi, av familju hjá
Jákupi. Hann var síðani sendur sum
teldupost til teir. Og nú kundi hann so
syngja tann føroyska countrysangin
»Enn stendur hurð mín opin« á enskum
fyri fystu ferð á Country festivalinum í
Silkeborg. Og so bleiv »Still My Door
Stands Open« sungin. Og hann vísti
seg at rigga sera væl. Serliga damurnar
vístu seg at taka hann til sín. Kanska
hurðin hjá onkrari enn stóð opin.
Hallur segði víðari, at teir vóru allir
føroyingar í bólkinum. Síðani spurdi
hann, um nakar føroyingur var til staðar
á festivalinum. »Ja« rópini rungaðu um
allan festivalin, og tað bleiv veittra við
teimum føroysku pappírsfløggunum.
Hallur greiddi frá, at hann í 16 ár hevði
spælt tónleik í Jyllandi, og at her vóru
nógv kend andlit, sum hann kendi
aftur. Hann segði, at hann hevði givið
3 fløgur út, og tað var eitt navn, sum
var við á øllum fløgunum, og tað var
John Prine. Og so sang hann »Speed of
the Sound of Loneliness«.
Sang til pápa sín
Síðan greiddi Hallur frá, at familjan
hjá sær sat ímillum áhoyrararnar. Og
saman við teimum vildi hann syngja
ein sang til pápa sín Karl Andre, sum er
har uppi. Og peikaði hann upp í luftina.
So framførdu tey »Let's Turn Back The
Years«, sum Hank Williams hevur gjørt.
Jákup Zachariassen spældi eina strofu
av hesum sangi á steelguitar í besta Don
Helms stíli. Hann var steelguitarleikari
hjá Hank Williams.
Men lívið gongur víðari segði
Hallur. Og treiv í »Smile« á enskum,
sum makkaraparið Jákup Zachariassen
við orðum, og Martin Joensen við lagi,
so meistarliga hava gjørt og givið
okkum.
Síðan spurdi Hallur, um nakar var
til staðar, sum kendi gamla bólkin hjá
sær »Western Blues«.
Og »ja« rópini rungaðu um alla
áhoyrarafjøldina. So kenna tit kanska
hesar, segði hann, og treiv í »Storms
Never Last«. Síðani kom »Nobody's
Child« og »Green, Green Grass of
Home«. Og so segði hann »føroyingar,
syngið við«. Og so kom »Fagra blóma«
á føroyskum.
Ein bólkur uppá uml. 20 fólk við Eiler
Østerø av Skipanesi, ein fyrrverandi
»Western Blues« guitarleikari, stóð á
odda frammanfyri pallin. Øll høvdu
hendurnar um herðarnar á hvørjum
øðrum og svingaðu í takt við Føgru
blómu. Og rómurin vildi ongan enda
taka. Tað vóru 2 pør sum fóru at dansa.
Restin stóð fullkomuliga trøllabundin
frammanfyri pallin. Ja, sjálvt tann ljós
hærda kvinnuligi fotografurin, sum
Sosialurin hevði á staðnum, sang við.
Og Oddbjørn fekk at sanna, at
danir dámdu hetta lag. Bilførarin í tí
stóru limosinuni, sum koyrdi Hall út á
festivaløkið, segði við hann, tá ið hann
fekk at vita, at hetta vóru føroyingar.
»Du må synge Fagra blóma. Ikke på
dansk, heller ikke på engelsk. Det skal
være den færøske udgave«.
Síðani tók hann »Walking The Floor
Over You«. Ein klassiskur linedance
sangur. Og vóru tað nógvir line dans
arar, sum tá fóru upp á gólv, í einum
horni av dansiøkinum.
Stóra endanummarið
Hallur fekk sær nú ein smakk av einari
vatnfløsku, sum hann hevði framman
fyri sær, slerdi á guitaran, og segði. Um
tit spyrja meg, hvat fyri countrystíl
mær dámar best, so er tað hesin. Og
so treiv hann í »Someday You'll Call
My Name«, ein av yndissangunum hjá
Hank Williams senior.
Øll kenna vit Johnny Cash við »San
Quentin«. Á somu LP er eitt lag, sum
eitur »Give my love to Rose«. Vit eru
so heldigir, at blíva nr. 2 í Europa innan
country við hesum lagi. So nú fáa tit
lagið her, segði hann.
Síðani greiddi Hallur frá, at Charley
Pride hevði verið á vitjan í Føroyum, og
at hann framførdi fyri honum, ímeðan
Charley sat í salinum. Charley hevði
fingið at vita, at hansara lag »Crystal
Chandelier«, var umsett til føroyskt,
av úrmælinginum og tónasmiðinum
Martin Joensen. Og vildi hann hava
Hallur, at syngja lagið fyri sær á før
oyskum. Og síðan kom »Gyltu Ljósa
krúnurnar«, við tí eyðkenda klappinum,
tá ið man slær lógvarnar saman, í takt
við tónleikin.
Síðani greiddi Hallur frá Kristinu
Bærendsen, sum stóð við hansara lið, at
hennara síðsta framførsla var í Klaks
vík fyri nøkrum døgum síðani, har hon
sang saman við Bobby Bare.
Nú var hon so komin eitt trin longur
upp, tí nú skuldi hon syngja saman við
sær. Allir áhoyrararnir flentu.
Nú leið ímóti endanum. Og so kom
sangurin, sum skuldi gerast hæddar
punktið á Silkeborg Country festival
inum 2011. Hallur segði, at tá ið hann
var úti og sang, so vildi hann altíð hava
»Seven Spanish Angels«. Og hann fáa
tit nú. Hallur slerdi á guitaran nakrar
ferðir. Gekk inn á pallin, boygdi fyrst
høvdið framyvir, og kastar tað so upp
í loft. Líka sum, nú gevi eg alt, eg eigi.
Gekk út ímóti mikrofonini aftur, og so
kom »Seven Spanish Angels«.
»He looked down into her brown
eyes«. Hallur sang fysta ørindi og
niðurlagið. Síðani tók Kristina mikro
fonina av og sang, »She reached
down and picked the gun up, that
lay smokin' in his hand«. Síðani kom
Hallur inn aftur, og sungu tey bæði
lagið liðugt. Hetta hóvaði fjøldini, at
hoyra eina kvinnurødd við hesum lagi.
Beint frammanfyri pallin stóð Alex
Bærendsen, kanska við tárum og lýddi
á, meðan dótturin sang. Og so komu øll
tey taktfastu klappini frá allari manna
fjøldini. Og fólkini byrjaðu at reisa seg
upp og stóðu og klappaðu, alt meðan
Hallur presenteraði tónleikarabólkin
hjá sær. Hetta var ein stór løta, og
so treiv hann í niðurlagið aftur. Jytte
Í august mánaði spældi Hallur Joensen á contryfestival í
Silkeborg. Oddbjørn Vágslíð var við á ferðini og hevur skrivað
ferðafrásøgn. Hetta er triðji og seinasti partur av frásøgnini
Hallur
var hæddar-
punktið