Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 7. oktober 2011 15 VIKUSKIFTI frásøgukvinnan, var skjót inn á pallin, at geva Kristinu eina reyða rósu, sum fløvaði. Vildu hava meira Tað var líka sum, at her kom nakað óvæntað, bæði á áhoyrarar, frásøgufólk og tónleikarar á pallinum. Tí fólkið vildi ikki sleppa Hallur. Tað bleiv skotið av. Og boðaði hetta frá, at konsertin við Hallur var av. Endin var, at Ole tók mikro­fonina og spurdi, »vilja tit hava meir av hesum?« Og tað bleiv eitt rung­ andi »ja«. Hallur segði við fólkið, »Vit blíva vinir fyri lívið av hesum«. Og so spurdi hann, hvønn sang skulu vit taka? Og har komu nógv uppskot. Vit taka hendan, og so treiv hann í »Okie from Muskogee«. Mannafjøldin stóð nú øll uppi, og klappaðu taktfast til sangin. Og so gav Hallur øllum sínum tón­leik­ arum møguleika at royna seg, við einari strofu av »Okie« á sínum tón­leikara­ ljóðføri. Og var hetta ein virðu­ligur endi av konsertini. Hallur takkaði fyri seg og segði, at vit møtast uppi í autografteltinum. Tit fáa øll eitt »klemm«. Jytte frásøgukvinnan segði at hon var ovfarin av hesum fagnaði, sum Hallur hevði fingið. Og segði: »Tænk at man skulle til Færøerne at finde countrymusik af den karat«. Hallur fór nú av pallinum og skuldi førast av einum kvinnuligum »guide« niðan til autografteltið. Hann hevði verið í so gávumildur at siga at øll fingu klemm frá honum. Tí á veg niðan í teltið vóru tað mong, sum vildu hava eitt klemm. Fólk í øllum aldri, kvinnur sum menn. Kvinnan, sum fylgdist við honum og hevði gjørt somu rutu við nógvum stjørnum, segði, at hon hevði ikki uppliva tílíkt áður. Og tað sigur ikki so lítið um tann fagnað, sum Hallur fekk frá áhoyrarafjøldini. Við síðuna av autografteltinum var eitt sølutelt, sum seldi fløgur hjá teimum, sum framførdu á festivalinum. Hallur hevði tikið uml. 200 eintøk, av teimum báðu fyrstu útgávunum. Og gingu tær sum heitt breyð. Tí allar blivu seldar eftir einari lítlari løtu. Um hann hevði havt 200 afturat, so blivu tær eisini seldar. Ja sjálvt tann nýggja føroyska útgávan, »Enn stendur hurð mín opin«, sum ikki var komin í handl­ arnar í Føroyum, var keypt. Sjálvt um hon bert er á føroyskum. Ein av fyrireikarunum segði, at áðrenn konsertina var tað Lorrie Morgan úr USA, sum var nr.1. Nú hann hevði hoyrt Hall, var hann blivin nr.1, og Lorrie var farin á pláss nr. 2 á Silke­borg Country festivalinum 2011. Hann segði eisini, at hetta gav Jytte og Scandi­navian Country Club nakað at hugsa um. Tí tað var tílíkur tónleikur, fólkið vildi hoyra. Jytte er forkvinna í hes­um klubba, og er mamma »Bibi« og er gift við »Sniff«, sum blivu landskend í Dan­mark í einari sangkapping. Seldi allar fløgurnar Eftir at hava skrivað eitt ótal av auto­ grafum og givið kvinnum og monnum eitt klemm, fór Hallur í pressuteltið at svara spurningum. Aftaná kom hann oman og setti seg hjá mammu síni, púra róligur, akkurát sum um einki var hent. Konsertin var nú liðug. Og tað besta av øllum var, at tað var turt og av besta veðri undir allari konsertini hjá Halli. Nú vóru bert tveir bólkar eftir, og nú loysti hann av við samregni. So har komu regnskjól fram, og fólkið byrjaði at pakka saman og fara avstað. Hallur hevið fingið eitt prei um at koma fram við »Tuborgteltinum«, áðrenn hann fór til hús. Har framførdi »Bjarke og Blue Boots«. Ein danskur tónleikarabólkur, sum skuldi enda Silkeborg Country festivalin fyri 2011. So vit fóru øll niðan, og sluppu undir tak. Ímóti endanum av framførsluni segði Bjarke, at hann hevði fingið ein gesta­sangara og veitrar Hallur uppá pallin. Tað var ikki avgjørt, hvat lag teir skuldu syngja saman. Men tað bleiv »Seven Spanish Angels« eina­ferð enn, saman við »Beddi« og Kristinu í kóri. Jytte frásøgukvinnan og leið­ari fyri tiltakinum var nú eisini komin niðan. Í hondini hevði hon eina sjampanju­ fløsku og eitt glas. Hon tveitti hetta til ein av áhoyrarunum, treiv í tað nærm­ asta mannfólki, og fór út á dansi­gólvið at dansa. Hon smíltist yvir alt andlitið. Tað var skilligt, at hon var væl nøgd. Vit fóru nú øll heim aftur á Scandic Holtel. Skiftu og fóru so at fáa okk­um ein bita. Dekkað var upp til 20 per­ sónar. Har sótu vit so, og tosaðu um tað, sum var farið fram um dagin.Og vóru øll á einum máli, at hetta var ein sera minniligur dagur, fyri før­ oyska country­tónleikarasøgu. Sum tann country­fjeppari, eg eri, skuldi eg hava autografin hjá Halli skrivaðan á pro­grammið fyri »Silkeborg Country Music Festival 2011«, tann sama dagin. Tað fekk eg eisini. Eg segði við Hallur, at programmið kom at standa, saman við programminum frá Wembley í 1978, har nógvar stjørnur høvdu skrivað í. Eg segði eisini við hann, at skuldi tað ganga 33 ár til Oddbjørn fór á næstu countrykonsert uttanlands, so fylti hann 100 ár, um hann var á lívi. Eftir er bert at siga, at heimferðin gekk væl. Og Oddbjørn bleiv koyrdur til dyrnar Á Brekku 1 í Klaksvík við reyða bussinum hjá »countrykonginum« Hallur Joensen, har hann sjálvur var bil­førari. Til seinast vil eg takka Halli, sum gav mær henda møguleikan, at koma við á henda søguliga countrytúr. Og øllum teimum monnum og kvinnum, sum eg kom í samband við. Hetta var ein ferð, sum eg seint fari at gloyma. Eina serliga tøkk vil eg bera til »pressu«-makkaran hjá mær, Karl Sofus í Heimistovu, sum syrgdi fyri, at henda søguliga ferð og løta, tá ið Hallur, saman við sínum tónleikarum, var á palli í Silkeborg Country festivali, bleiv fest á film. So eftirtíðin kann meta um bragdið, hetta í veruleikanum var. Eg eri sloppin at hyggja filmin ígjøgnum og kann tí greiða so nágreinliga frá, hvussu framførslan hjá Halli gekk fyri seg. Eg havi eftir førimuni roynt at greitt frá, hvussu eg upplivdi henda søguliga túr. Og vóni eg, at onnur country áhugað, kunnu deila hesa uppliving við mær. Kanska skuldi Atlantic Airways ella Smyril Line stíla fyri einum tílíkum countryfjeppara túri næsta ár. Eitt er vist. Hallur verður at síggja aftur á country festivalinum í Silkeborg. Eingin av okkum, sum fóru avstað úr Føroyum á hesi søguligu ferð til Silkeborg, høvdu hóming av, at tað skuldi verða Hallur og Kristina, sam­ an við »sjey sponskum einglum«, sum skuldi gerast hæddarpunktið á Silke­ borg Country festivali 2011.