fríggjadagur 7. oktober 2011síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 7. oktober 2011
16
VIKUSKIFTI
Val
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Miðøkið verður styrkt, og útjaðarin
viknar. Soleiðis er gongdin í fólka
menningini kring allan heimin, og eitt
sindur seinkað í mun til gongdina í
fólkamenningini sæst hetta aftur í lut
falsliga býtinum av parlamentarisku
umboðanini.
Tá ið ein meiriluti í løgtinginum –
eitt sindur óvæntað – fyri fýra árum
síðani samtykti, at farast skuldi frá
sjey valdømunum, sum eisini vóru
gomlu prestagjaldini og sýslurnar, og
sum høvdu livað síðani løgtingið varð
endurreist í 1852, og til at Føroyar
skuldu vera eitt valdømi, so varð yvir
ornað sagt, at nú fór politikkurin at
verða rikin á hægri støði. Tað vil siga,
at nú fóru viðgerðirnar í tinginum at
vera eyðkendar av, at tingmenn fóru
at hugsa landspolitiskt og ikki so lokal
politiskt, sum tað varð sagt, at politikk
urin var.
Tað er breið semja um, at tað seinastu
fýra árini ikki hevur verið soleiðis,
sum tað varð roknað við. Valfeløgini
kring landið eru veikari, enn tey vóru,
lokala entusiasman í sambandi við
uppstillingina til valið, sum verður
um tríggjar vikur, er ikki tann, sum
hon plagdi at vera, og í tinginum er
floksagin minni, enn hann plagdi at
vera. Hjá tí einstaka snýr tað seg um
at markera seg fyri at møguleikin fyri
afturvali skal verða størri.
Økini og umboðanin
Tað varð tikið sum givið, at skeiva
umboðanin, sum gamla skipanin bar við
sær, skuldi minkað. Skeivleikin komst
av, at smáu valdømini – Norðstreymoy,
Vágar og Sandoy – áttu trygd fyri størri
valdømisvaldari umboðan, enn tað bar
til í stóru valdømunum – Suðurstreymoy
og Eysturoy – at rætta upp aftur við
eykavaldu tingmonnunum, sum í mesta
lagi vóru fimm.
Tá ið Føroyar nú eru eitt valdømi,
so kann tað tykjast burtur við at tosa
um regionala umboðan, men hóast
tað í vallógini ikki verður roknað við
økjunum, so verður tað í veruleikanum
kortini roknað soleiðis. Tað sæst aftur
í uppstillingini, sum í flestu førum
verður gjørd í økjunum, og tað sæst
aftur í valstríðnum hjá einstøku val
evnunum.
Tí er tað framvegis relevant at sam
meta býtið av umboðan fyri tey ein
støku økini.
Fyri fýra árum síðani varð skeivleikin
í lutfallinum millum fólkatal og politiska
umboðan ikki upprættaður. Talvan vísir,
at tey bæði størstu valdømini í gomlu
skipanini framvegis eru undirumboðað.
Suðurstreymoy, sum her verður roknað
at vera Tórshavnar kommuna íroknað
Kollafjørð, er eitt sindur undirum
boðað, og Eysturoy varðar av fýra pro
sentum minni av tinginum enn millum
fólkið. Norðoyggjar og Suðuroy eru
yvirumboðaðar.
Flokkarnir og umboðanin
Tveir fimtipartar av fólkinum ella 40
prosent búgva í høvuðsstaðar komm
ununi, og Tórshavnar kommuna eigur
knappliga tveir fimtingar av løgting
inum. Trettan av 33 tingmonnum búgva
í høvuðsstaðnum.
Tá ið valið var fyri fýra árum síðani,
var ivi sáddur um, um nú Jóannes
Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen
skuldu roknast millum teir, sum vóru
valdir á bygd ella í høvuðsstaðnum, har
teir báðir áttu hús. Felags fyri teir báðar
var, at teir roknaðu seg sum politikarar
av bygd, og teir vóru uppstillaðir av
valfeløgum á bygd. Tað er eisini felags
fyri teir báðar, at teir nú bara búgva á
bygd, og at hvørgin teirra bjóðar seg
fram aftur á valinum 29. oktober.
Tað var munur var á lutfallinum
millum atkvøðurnar, sum flokkarnir
fingu á bygd og í bý, og tølini siga, at
valevni á bygd fingu fleiri atkvøður í
høvuðsstaðnum, enn valevni í høvuðs
staðnum fingu á bygd.
Hjá Sjálvstýrisflokkinum og Mið
flokkinum var býtið soleiðis, sum tað
kann vera. Annar sjálvstýrismaðurin
varð valdur á bygd og hin í Havn, og tveir
av teimum hjá Miðflokkinum vóu valdir
á bygd og ein í høvuðsstaðnum.
Fólkaflokkurin er undirumboðaður
í høvuðsstaðnum og yvirumboðaður á
bygd. At Fólkaflokkurin sammett við
á bygd nú er veikur í høvuðsstaðnum
sást seinast á fólkatingsvalinum, tá ið
flokkurin lá til at vinna annan mannin,
inntil úrslitið á Nabb vísti seg at vera
katastrofalt soltið.
Sambandsflokkurin er í løtinginum
lutfalsliga betri umboðaður á bygd
enn í høvuðsstaðnum. At sambands
flokkurin kortini eigur góða undirtøku
í høvuðsstaðnum sást á fólkatings
valinum, tá ið framgongdin var risa
stór og harvið letur møguleikan upp
fyri størri umboðan í høvuðsstaðnum
eftir valið 29. oktober.
Umboðanin hjá Javnaðarflokkinum
er javnbýtt millum høvuðsstaðin og
bygdirnar. Á fólkatingsvalinum í sep
tember vaks undirtøkan hjá flokkinum
í Havnini.
Tjóðveldi er tann flokkurin, sum
í tinginum er mest yvirumboðaður í
høvuðsstaðnum og harvið lutfalsliga
mest undirumboðaður á bygd. Flokkurin
hevur átt stóra undirtøku í Havnini,
síðani Høgni Hoydal kom á pallin í
1998. Á fólkatingsvalinum í september
var afturgongdin hjá Tjóðveldinum í
høvuðsstaðnum 8,3 prosent, og tað fer
heilt víst at svíða.
Hóast rákið yvirhøvur er frá útjaðaranum og ímóti miðjuni, so er
miðásin í Føroyum undirumboðaður undan valinum um tríggjar vikur
Tey stóru
eiga ov lítið
VAL OG TØL
Norðoyggjar
5.977
12,4
5
15,1
Eysturoy
10.781
22,3
6
18,2
Norðstreym (-Kollafjørður)
2.846
5,9
2
6,1
Tórshavn (+Kollafjørður)
19.397
40,1
13
39,4
Vágar
3.005
6,2
2
6,1
Sandoy
1.446
3
1
3
Suðuroy
4.908
10,1
4
12,1
48.360
100
33
100
Fólkatal
%
Tingmenn
%
Lutfallið millum fólkatal og umboðan í tinginum
eftir løgtingsvalið 19. januar 2008
Fólkaflokkurin
5
2
7
Sambandsflokkurin
6
1
7
Javnaðarflokkurin
3
3
6
Sjálvstýrisflokkurin
1
1
2
Tjóðveldi
3
5
8
Miðflokkurin
2
1
3
Íalt
20
13
33
Flokkur
á bygd
í høvuðsstaðnum
íalt
Floksumboðanin á bygd og í bý