mánadagur 10. oktober 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í heystfrítíðini hevur ný
stovnaða Karavella Marion
ett-Teatur fýra framførslur
av leikinum »Revurin við silk
iturriklæðinum«. Á ólavsøku
vóru fyrstu sýningarnar, tær
vóru væl vitjaðar.
Leikurin er bygdur á
klassiska ævintýri hjá Charl
es Perrault (1628 – 1703):
»Le chat botté” (Køtturin í
styvlum). Hendan útgávan
av søguni snýr seg um
seymikonudóttrina
Elisu,
sum stendur einsamøll eftir
í verðini. Tá bjóðar ein revur
seg til at hjálpa henni, um
hann fær tað kærasta, hon
eigur: silkiturriklæði, einasta
minni hon hevur eftir deyðu
mammu sína. Revurin nýtir
allar snildir at forsyrgja
henni, lýgur og lumpar, men
endamálið er gott: Tey góðu
fáa løn fyri sítt álit og tey
óndu verða snýtt. Leikurin
er um 45 minuttir og er fyri
børn og øðrum sum dámar
ævintýr.
Karavella Marionett-teat
ur hevur í løtuni 13 leikarar.
Rakel Helmsdal er leikhús
stjóri og hevur sjálv skapt
leikararnar, leikhúsið, skriv
að leikin og spælir allar leik
lutirnar. Hon hevur tó fing
ið holla hjálp frá Ole Jakob
Nielsen (Føroysk Træslist) til
at smíða leikhúsið, og Hedvig
Westerlund-Kapnas
hevur
leikstjórnað. Árni Baldvins
son og Kjartan Nolsøe Jesp
ersen hava staðið fyri ljós- og
ljóðtøkni.
Rakel Helmsdal hevur áð
ur roynt seg í flestu greinum
innan leiklist, spældi m.a. við
í fleiri Leikhúskabarettum
síðst í 80’unum, og hevur síð
ani fingist við ymiskt hand
an pall: at leikstjórna, seta
ljós og ljóð, seyma búnar og
smíða pall, verið framleiðslu
stjóri og skriva leikir.
Áhugi hennara fyri mari
onettleiki stavar heilt frá
barnaárunum.
Pápabeiggi
hennara hevði eitt vælútg
jørt dukkuleikhús úr pappi,
og hevði fingið alla familj
una at spæla Hamlet inn á
spolabandupptakara. Seinni
sá hon eisini fleiri ferðir
Silkeborg Dukketeater við
føroysku Ragnheiður Skipp
er, sum plagdi at hava mari
onettleikir á ólavsøku. Hesar
bergtakandi upplivingarnir
fóru ongantíð heilt úr hugn
anum, og í tannárunum fekk
hon pápa sín, dugnaliga træ
listamannin Ole Jakob Niel
sen, at gera sær sína fyrstu
marionett.
Seinni fór hon av álvara
at granska marionettir og í
fjør gjørdi hon álvara av og
fór undir verkætlanina Kar
avella Marionett-Teatur. Ein
námsferð til marionetthøv
uðsstaðin Prag var startskot
ið og síðani hevur hon model
lerað dukkurnar og seymað
búnar og so við og við sett
verkætlanina saman.
Ein karavell er eitt tvey-
ella trýmastrað seglskip. Tað
er lætt at stýra, lætt og siglir
skjótt. Navnið hóskar tí væl
til eitt leikhús, sum er bygt til
at taka sundur og fara á ferð
við. Móti heysti fer »Revurin
við silkiturriklæðinum« at
ferðast kring landið. Ætlanin
er at seta ein nýggjan leik
upp á hvørjum ári. Eftir
heystfrítíðina fer karavellin
á ferð við Listarleypinum.
Í heystfrítíðini verða fýra
sýningar, tvær mikudagin
tann 12. oktober kl. 15 og 18 og
tvær hósdagin 13. somu tíðir.
Sýningarnar verða í nýggju
»Lonini« við Studentaskúlan
í Hoydølum. Atgongumerki
fáast við dyrnar tíma undan
sýning.
Les alt um Karavella Mari
onett-Teatur á http://karavella-
marionett.blogspot.com
Dukkuleikur
Í heystfrítíðini fer Karavella Marionett-Teatur at framføra
leikin »Revurin við silkiturriklæðinum«
Sálarheilsu
dagur í dag
Politisk
ráð
stevna
Kveik.fo fyri kvinnur og menn
Lættari hjá at fáa
fatur á lesandi
Dukkuleikur í
heystfrítíðini
Marionettleiki Karavella Marionett-Teat
ur framførir »Revurin við silkiturriklæðnum«
í Hoydølum mikudagin og hósdagin
Sálarheilsa
Sálarsjúk hava
eisini rætt til ein
innihaldsríkan
gerðandisdag.
Í dag er 10.
oktober, sum
er altjóða-
Sálarheilsudagur
Vinnuhúsið yvirtók í vár raksturin av
dátugrunninum www.kveik.fo. Síðan tá
eru tillagingar gjørdar á heimasíðuni
soleiðis, at nú kunnu bæði kvinnur, menn
og lesandi, sum eru áhugaði í at bjóða seg
fram, skráseta seg.
Seinastu tíðina hevur Vinnuhúsið
arbeitt við at tillaga heimasíðuna, og nú
eru TEY komin á mál í fyrsta umfari.
Nú er heimasíðan og dátugrunnurin
soleiðis skipað, at bæði kvinnur og
menn kunnu skráseta seg og somuleiðis
lesandi.
Upprunaliga endamálið við www.kveik.
fo var at fáa kvinnur at bjóða seg fram til
álitisstarv og ásannandi, at tað eru 334
kvinnur skrásettar í dátagrunninum er
endamálið nátt. Nú er tíðin komin til at
gera tað gjørligt hjá øðrum at bjóða seg
fram.
– Endamálið við, at lesandi
eisini skulu kunnu skráseta
seg á síðuni er at gera tað
lættari hjá bæði vinnuni og
tí almenna at finna føroysk
lesandi til ymiskar uppgávur,
sum eru egnaðar til lesandi
at nýta í sambandi við út
búgvingina tey eru í holt
við, sigur Marita Rasmussen,
stjóri í Vinnuhúsinum.
Í samband við dagføring
ina avwww.kveik.fo heita
tey á øll tey sum eru skrásett
í dátagrunninum um at dag
føra sín profil.
Norðurlandahúsið
verður í annaðkvøld
karmur um politiska
ráðstevnu, sum Heini
í Skorini skipar fyri.
Áhugaverd nøvn fara
at hava áhugaverdar
fyrilestrar,
og
eftir
hvørt umfar verður
høvi hjá áhoyrarunum
at seta spurningar.
Skráin fyri fundin
sær soleiðis út: 19.00
–
19.10.
Vælkomin.
Loysing ella samband?
19.10 – 19.25 Ronnie
Thomassen: Tí er Dan
mark ein falskur trygg
leiki
19.25 – 19.40 Rolf
Guttesen: Tí skal rík
isfelagsskapurin varð
veitast
19.40 – 19.55 Spurn
ingar
Havnin
ella
útjaðarin?
19.55 – 20.10 Jóannes
Jacobsen: Tí skulu Før
oyar miðsavnast
20.10 – 20.25 Sámal
Matras
Kristiansen:
Tí skal útjaðarin eisini
mennast
20.25 – 20.40 Spurn
ingar
20.40
–
21.00
STEÐGUR
Hvussu verður bú
skapurin endurreist
ur?
21.00 – 21.15 Johnny
í Grótinum: Soleiðis
skulu vit raðfesta í
krepputíðum
21.15 – 21.30 Marita
Rasmussen:
Soleiðis
endurreisa vit føroyska
vinnulívið
21.30 – 21.45 Heri á
Rógvi: Soleiðis verður
heimsins dýrasta land
bíligari at liva í
21.45
–
22.15
Spurningar
Luttakarar:
Ronnie Thomassen,
cand.scient.adm. (sam
felagsfrøðingur)
Rolf Guttesen, pro
fessari í geografi
Jóannes Jacobsen,
Ph.D. í búskaparfrøði
Sámal Matras Krist
iansen, cand.scient.soc.
(samfelagsfrøðingur)
Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur
Marita Rasmussen,
MA. í fiskivinnu og Bus
iness Administration
Heri á Rógvi, bú
skaparfrøðingur
Í dag er 10. oktobur, sum
er
altjóða-dagur
teirra
sálarsjúku. Hetta er ein góður
dagur, har vit í Sinnisbata
vilja seta fokus á tey, sum
have sálarligar trupuleikar í
okkara samfelag.
Tíverri síggja vit enn
eina stigmatisering í okkara
samfelag í mun til fólk við
sálarsjúku. Her vilja vit í
Sinnisbata arbeiða fyri einari
avstigmatisering.
Í frágreiðingini “Stigma
og psykiske lidelser – som
det opleves og opfattes af
mennesker med psykiske
lidelser
og
borgere
í
Danmark”, ið var gjørd í okt.
2010, sum millum annað DSI
(Danske Sundhedsinstitut)
var partur av, verður mælt
til, at ein innsatsur verður
gjørdur í mun til arbeiði
og útbúgving til fólk við
sálarsjúku.
Tað
at
fáa
tilknýti til arbeiði er alt
avgerandi fyri integratiónina
í samfelagnum, sjávsvirði
og matriella vælferðu. Tá
hetta øki er mest rakt av
stigmatisering, má serligur
innsatsur vera gjørdur fyri
at fáa fólk við sálarsjúku
í arbeiði. Tað merkir at
útbúgving skal vera nemmari
at koma til. Somuleiðis skal
ein innsatsur gerðast fyri
at skaba arbeiðsplássir, sum
kunna tillagast ressursirnar
og tørvin hjá tí einstaka.
Hetta er júst tað sum vit
í Sinnisbati í løtuni arbeiða
fyri. Vit royna at fáa pening
til eitt projekt nakað líknandi
tað, sum uttanlanda verður
kalla
“Fountain
House”.
Tað skal vera eitt stað fyri
fólk
við
sálarligarligum
truppuleikum,
har
tey
eisini fáa møguleikar her
í samfelagnum. Tey skulu
fáa
ein
innihaldsríkan
gerandisdag, koma út og
hava samband við onnur.
Tað er eitt stað í skal stimbra
til at sálarsjúk koma út
í arbeiði ella taka eina
útbúgving. Tilboði skal vera
landsumfatandi!
Okkara samfelag má gera
meira og tilboðini mugu
økjast. Hetta er nakað sum
politikarnir
ikki
kunnu
blíva við at venda ryggin til
– nú má tað gerast nakað.
Sinnisbati hevur haft fund
við Rósu Samuelsen her
áðrenn vali bleiv útskriva,
og
framlegði
projektið
“Fountain House” fyri henni.
Hon
var
ikki
avvísandi
fyri hesum. Vit hava eisini
haft fund við Tórshavnar
Kommunu síðsta ár. Sum
formaður
fyri
Sinnisbati
meini eg at tað skal vera
okkara politikarir, sum mugu
hjálpa til og geva stuðul til
hesar verkætlarnar.
Vónandi kunnu okkara
politikarir hjálpa til við
til at betra um korini hjá
sálarsjúkum í Føroyum, við
at takað tað við í teirrara
stevnisskráð til løgtingsvælið
og somuleiðis fylgja hesum
upp.
Soffi Egholm er
forkvinna í Sinnisbata