Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Brimil tók partrolar, Hamra­ nes og Breiðanes, 21. juni 2009, fyri at fiska á stongdum øki. Partrolararnir fiskaðu á Munkagrunninum, sum tá var stongdur, og vóru júst í ferð við at skjóta, tá Nósi, sum er báturin hjá Brimli, kom til teirra. Brimil hevði í eina tíð havt illgruna til báðar par­ trol­­ararnar, og hevði tí biðið Fiskiveiðieftirlitið um at havt eygað við teimum. Tað er soleiðis, at bert Fiski­veiði­ eftirlitið kann seta VMS at kanna, hvar skipini eru, til ásetta tíð. VMS (Vessel Monitoring System) er ein skipan sum til eina og hvørja tíð vísir, hvar eitt skip er. Tað vísir eisini ferð hjá skipinum, og Fiski­ veiðieftirlitið sær øll skip, sum eru skrásett í Føroyum. Á rættarfundi fríggjadagin greiddi ákærin, Finn Ou­ gaard, gjølla frá, hvussu partrolararnir eftir øllum at døma høvdu fiskað á stongdum øki. Bæði við hjálp frá VMS, men eisini við hjálp av útskriftum frá sokallaða Scantrol, sum er ein skipan, ið hjálpir skiparunum, tá teir skjóta, hála og tóva. Yvirstýrimaðurin á Brimli greiddi frá, at hann setti ein matrós at ansa eftir veiri­ num, so eingin kom framat honum. Tá skipini vórðu tikin á Munkagrunninum hendan sunnudagin, kravdi skiparin á Brimli, Julian M. Juul, at endin á veirinum var kvettur av. Teknisk kanning vísti, at veirurin ikki slitnaði, men var kvettur. Og báðir skipararnir við­ gingu, at teir høvdu givið boð um at seta vinkulslíparan á veirin, tá Nósi nærkaðist. Ætlaðu at villeiða Yvirstýrimaðurin á Brimli greiddi frá, at tá hann kom upp á brúnna á Hamranesi, stóð skip­arin og ruslaði okk­ urt niður í ein blokk. Hann skræddi síðani blaðið av og rætti yvir­stýrimanninum blokkin. Einar tveir, tríggjar tím­ ar seinni strikaði yvir­stýri­ maðurin eftir blokkinum við einum blíanti, og tá kom fram ein knattstøða, sum skuldi vísa seg at vera beint við, har Brimil tveir dagar seinni dreggjaði kvetta trolið. Langt inni á stongdari leið. Skipararnir pástóðu, at teir høvdu mist trolið uttan fyri stongda leið, og at teir vóru riknir inn á stongda økið. Teir fóru tí, saman við Brimli, út um stongda økið at dreggja eftir mista trolinum. Hetta var gjørt, fyri at villeiða manningina á Brimli, viðgekk skiparin á Hamra­nesi í Føroya Rætti fríggjadagin. Manningin á Brimli greiddi frá, at tá teir komu til skip­­ini, lá Hamranes still­ur, meðan Breiðanes sigldi av­ stað við fullari ferð. Meðan hetta var gjørt, sleptu teir restini av veirinum fyri borð, so ikki bar til hjá Brimli at fáa eitt stykki av endanum at senda til tekniskar kanning­ ar. Hetta var gjørt við veirin á Hamra­nesi, og hesar kanning­ ar vístu sum nevnt, at endin var kvettur, og ikki slitin. Fiskaðu á øðrum leiðum Tá Brimil fekk fatur í troli­ num hjá Hamranes vísti tað seg, at teir høvdu ein utt­­ara posa út yvir vanliga posan. Netið á hesum uttara posan­­um var 75 millimetur og loyvda markið er 145 millimetur. Skiparin á Hamranesi greiddi frá, at hetta var eitt netstykki, sum lá umborð. Óvist var hví. Hann gjørdi av at royna hetta, men hann vildi vera við, at tað ongan mun gjørdi. Hann pástóð eisini, at hetta var fyrstu ferð, hann hevði roynt hetta. Hann játtaði seg tí sekan í at hava nýtt ein yvirposa á trolinum. Men teir báðir partrol­ar­ar­ nir vóru eisini ákærdir fyri at hava fiskað á øðr­um stongd­ um leiðum vestanfyri. Scartrol útskriftirnar vístu, at teir høvdu siglt við trol­ferð og trol avstandi á stongdum økjum, men hesum noktaðu teir báðir skipar­arnir fyri. Ákærin vísti á ósamsvar millum scantrol útskriftirnar og veiðidagbókina. Tí meðan scantrol útskriftirnar vístu aktivitet á stongdari leið, stóðu tóvini at ávikavist byrja ella enda uttan fyri stongda leið. Skipararnir báðir játtaðu, at hava verið á nevndu leiðum, men noktaðu fyri, at teir høvdu fiska har. Julian M. Juul, skipari á Brimli, var hjásitari hjá Finn Ougaard, og hjálpti til við ti tekniska í sambandi við scantrol útskriftirnar. Hann var eisini avhoyrdur í málinum við serligum atliti til, hvussu scantrol tólið virkar. Umfatandi skjalatilfar Ákæruvaldið hevði gjørt sær ómak at savna so nógv prógv saman sum gjørligt. Tey hava eisini tikið sær góðar stundir at fyrireika seg, tí málið er tvey og eitt hálvt ára gamalt. Skjalatilfarið var eisini ógvuliga umfatandi og fylti eitt heilt ringbind fyri hvønn trolaran. Har var eitt ótal av scan­trol útskriftum og vms útskriftum, sum vóru umbidn­ar av Brimli. Tað er so­ leiðis, at reint fysiskt ber ikki til hjá manningini á Brimli at inntasta hvussu ofta vms skipanin skal skráseta knatt­ støðuna hjá einum skipi. Tað má gerast á landi. Vms skipanin er so álítandi, at tað snýr seg um metrar. Og tað vístu teir við einari staðarmynd av Brimli við kei í Havn, har útslagið var breiddin av skipinum. Dómur fellur einaferð í næstu viku. Viðgingu at kvetta veirin Skipararnir á partrolarunum, Hamranes og Breiðanes, viðgingu í Føroya Rætti fríggjadagin, at teir valdu at kvetta veirin, tá báturin hjá Brimli, Nósi, kom fram á trolararnar Tað var 21. Juni 2009, at Brimil tók Hamranes og Breiðanes fyri at fiska á stongdari leið á Munkagrunninum Fiskaðu innanfyri