Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tónleikarar fara upp í politikk TÓNLEIKARAR Tað eru ikki einans lærarar, candidatar og journalistar sum bjóða seg fram at stýra landinum. Tveir tónleikarar hava nú boðað frá, at teir vilja stilla upp og inn á ting at eitt nú betra um korini hjá tónleikarunum í landinum Barbara Holm Hergeir Staksberg bjóð­ar seg fram fyri Sam­bands­flokk­in, meðan Petur Pól­son er á list­anum hjá Tjóð­veldi. Báðir eru teir kend andlit í føroyska tón­leika­heiminum, og hava ver­ið við til at mynd­að tón­leika­gongdina seinastu 10 árini. Petur Pólson kenna vit best frá bólkinum Click­haze, sum á sinni vann Prix Før­oyar. Meðan Hergeir Staks­berg hevur spælt í bólk­inum Makrel í nærum 10 ár. Petur hevur síðani 2005 út­givið tríggjar fløgur sum solistur, og Hergeir er farin undir eina nýggja verk­ætl­an – nevniliga bólkin Steso. Hví velur tú at stilla upp? Eg havi havt skrivað nógv les­arabrøv gjøg­num tíð­ina, men tey hava faktiskt verið til onga nyttu. Tað er ikki ein politikari, sum hevur tikið nakað, sum eg havi skrivað til sín. Lærdómurin av hesum er, at um tú vilt hava ávirkan á samfelagið, so mást tú sjálvur inn at fáa ávirkan. Aðrar meir grund­leggj­ andi orsakir eru, at vit foku­ sera ov nógv upp á tað geo­ grafiska frælsið í mun til tað per­són­liga frælsi. Og hvat er geografiskt frælsi vert, um vit ikki hava per­sónligt frælsi? Vit hava eisini brúk fyri eini »Luksus fælden« hug­ burðsbroyting. Í Føroyum er tað í lagi at keypa ein Ferr­ari, sjálvt um tú ongar pengar hevur at gjalda við. Eitt nú hava vit hall á fíggj­ arlógini, men ein luksus skúli fyri min. 400 mió er onki problem. Eg havi onki ímóti einum skúla, men hví skal tað altíð verða tann dýrasta loysnin heldur enn tað mest praktiska? Hetta er páskaregg mentalitetur, tá hann er best. Tað skal síggja pent út úteftir, men innan er skralltómt. Hvat so um tú verður valdur inn - er so tónleikurin sleptur? Nei, tað verður hann ikki. Eg trúgvi ikki, at tú nakrantíð kann gevast við tónleiki, um tú einaferð hevur fingist við tað. Tónleikur fer altíð at liggja í bakhøvdinum. Kann man verða tónleikari og politikari? Ja, sjálvandi kann mann tað. Tak t.d. bólkar sum 200, Rage Against The Machine, System of a Down og Bob Dylan. Hesir brúka tónleikin sum eitt politiskt amboð at fáa sín boðskap út millum fólk. Tá tað er sagt, so ber tað eisini til at spæla fótbólt, binda, ella gera mat og fáast politikk, hví skal tónleikur vera nakað øðrvísi? Fert tú at arbeiða fyri at betra korini hjá tónleikarum um tú verður valdur? Ja. Eg havi faktiskt arbeitt við tí saman við øðrum fólki innan økið. Úrslitið er ein konkret ætlan fyri, hvussu vit fáa tónleikin úr Føroyum til onnur lond, so vit kunnu skapa eina inntøku til land­ið, skapa trivna, fáa fólk at verða verandi í Føroyum, gera tað meir attraktivt at venda heim aftur til Føroyar og eisini fáa eina positiva ávirkan á ferðavinnu. Bæði sum ambassadørar í út­lond­unum og sum eitt ferða­fólka­magnet heima í Før­oyum. Mann kann samanbera við fiskivinnuna. Har hava vit hava eina góða ráðvøru, og vit hava eitt bindilið til útheimin, har vit selja okkara vøru. Tá tað kemur til tónleikin, so hava vit eina fantastiska ráðvøru, men vit mangla bindiliðið til útheimin. Tað svarar til at vit fiska eina rúgvu av góðum fiski, men ikki sleppa av við hann, so tað endar við at fiskurin liggur eftir í Føroyum og rotnar. Góði tónleikurin í Føroyum liggur meir ella minni í Føroyum og rotnar. Vit mugu fáa tónleikin út. Av tí at eg sjálvur hati tómar flosklar sum: »Vit fara at hjálpa mentan...«, og so onki meir, so havi eg gjørt eina konkreta ætlan, sum mann fylgir stig fyri stig, so alt hetta kann gerast veruleiki. Hví velur tú at stilla upp? Eg velji at stilla upp, tí eg meti meg hava nakað upp á hjarta, og fái borið fram nøkur ting, sum trongja til at verða borin fram. Um tú verður valdur · er so tónleikurin sleptur? Skuldi tað hent, at eg varð vald­ur, hevði eg ikki slept tón­leikinum. Tað er nakað, sum liggur mínum hjarta nær, at sleppa at gera tónleik, og eg trúgvi, at tað fer altíð at vera møguligt at finna rúm til tað. Kann man verða tónleikari og politikari? Eg dugi ikki at síggja nakra forðing fyri at vera bæði. Tó so, eg rokni ikki við at eg fari at tríva í ein rokkara á tingsins røðarapalli, og heldur ikki fari eg at føra politiska dagsskrá á tónleikapalli. Eg sleppi at royna meg longu í hesum valstríðnum, tí eg skal spæla tvær konsertir í Reykjavík 15. og 16. oktober, mitt undir valstríðnum, so eg fái kanska longu tá at smakka, um tað er nakað skil í tí, eg sigi. Fert tú at arbeiða fyri at betra um korini hjá tónleikarum um tú verður valdur? Sjálvandi fari eg at arbeiða við at betra um korini hjá tón­leikarum, tað hevði eg eisini gjørt, um eg ikki varð valdur. Venjingarhøli, konsertir og høvi annars er ofta tað, sum nýggir bólkar mangla, og tað er sjálvsagt, at eg fari at arbeiða við tí. Petur Pólson: Hergeir Staksberg