mánadagur 10. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Jógvan Ingvard Olsen á
Toftum var løgtingsmaður í 28
ár. Hann sat í landsstýrinum
árini 1989-1991, og hann var
løgtingsformaður árini 1994-
1998. Maðurin hevur altíð
verið høgt virdur, bæði sum
fiskimaður og sum løgtings
maður.
Vit hava skift orð við virði
liga og siðiliga toftamannin,
sum nú er 81 ára gamalur.
Tríggir partar
Jógvan I. Olsen vísir á, at
tey 28 árini, sum hann sat á
løgtingi, er ein stórur partur
av ævini í einum mannalívi,
sum hann tekur til.
- Eg plagi viðhvørt at
siga, at tað er ógvuliga skjótt
at siga um ævisøguna hjá
einum sjálvum. Eg vaks upp
her á Toftum og fór til skips,
tá eg var 17 ár. Eg var 23 ár
til skips. Tá eg gavst at sigla,
var eg 40 ár. Eg var síðan í
løgtinginum frá tí, at eg var
40, til eg var 67 ár. Síðan havi
eg verið pensjónistur.
Jógvan varð valdur í løg
tingið í 1970 og fór úr tingi
num aftur í 1998.
Er tað nøkur serlig avgerð,
sum var trupul at taka hesi
árini?
- Tað eru ofta truplar av
gerðir at taka, tá tú skal taka
støðu til lóggávu av ymiskum
slag. Viðhvørt er tað rættiliga
lætt. Tú hevur tína avgjørdu
meining og veit akkurát, hvat
tú skalt gera. Men so er tað
viðhvørt, at mál líka sum
viga báðar vegir, og tá er
tað, at tað verður trupult. Tá
noyðist tú at gera meiri við
málið, og tú noyðist eisini
at leita tær upplýsingar frá
fleiri sjónarhornum, soleiðis
at tú kanst gera tær eina
niðurstøðu, sum tín sam
vitska sigur er hitt rætta.
Var hetta ein góð og
spennandi tíð – ella var hetta
eitt val, tú ikki hevði gjørt
umaftur?
- Samanumtikið haldi eg,
at hetta var ein áhugaverd
tíð og ein góð tíð, og man var
eisini í rímiliga góðum árum,
sum Jógvan tekur til.
Kennist merkiligt
Nú hendu nógvar broytingar
á fiskivinnuøkinum upp
undir endan av seinasta
fiskiári. Tú fekst í nógv ár
við fiskivinnu, tú hevur
verið
landsstýrismaður
í
fiskivinnumálum, og tú eigur
sjálvur bát. Hvat merkir tað
fyri útrórðarmenn, at bátar
nú noyðast út um hálvan
til tríggjar fjórðingar úr
landi fyri at reka vinnuliga
línuveiði?
- Ja, eg havi eitt 8-manna
far, og eg havi eisini fingið
fiskiloyvi fyri komandi ár.
Báturin hevur ein 10 HK Sabb.
Um eg skal fara til útróðrar
við línu fyri at avreiða,
rokni eg við, at eg noyðist at
sigla í einar tveir tímar. Tað
kennist rættiliga merkiligt.
Hjá útróðrarmonnum her
umleiðir er tað vorðið rætti
liga nógv truplari. Tá hugsað
verður um línu og hýsu, er tað
oftani tann stóra hýsan, sum
er inni við land tíðliga um
heystið. Kanska ein hálvan
til hálvan annan fjórðing
úr Eystnesi. Men nú kann
man ikki sleppa húkinum út,
fyrr enn man er einar fýra
fjórðingar úr Eystnesi.
Jógvan I. Olsen sigur, at
hetta tykir honum eitt sindur
undarligt.
- Nú veit eg ikki, um
myndugleikarnir hava ráð
ført seg við eitt nú útróðrar
menn, men eg hugsi, at um
áhugamálini hjá útróðrar
monnum vórðu hoyrd, hevði
tað neyvan sæð akkurát
soleiðis út í dag, leggur hann
aftrat.
Stórt vónloysi
Jógvan I. Olsen upplivdi
eisini truplu tíðina fyrst í níti
árunum. Tí spurdu vit hann,
hvussu hendan tíðin kendist
í føroyskum politikki?
- Í endanum av áttatiár
unum og fyrst í nítiárunum
hendi tað vanlukkuliga, at
bæði veiða og fiskaprísir
gjørdust
vánaligir.
Menn
plaga at tosa um seyðafelli
uppi á landi, men hesi árini
sóu vit eisini eitt stórt felli í
havinum. Eg haldi, at tað var
hungur í havinum, bæði fyri
fisk og fugl. Einki var at fiska
og tað, sum var enn verri, var,
at fiskaprísirnir eisini fóru í
botn. Úrslitið gjørdist, at
fiskiskapur við Føroyar beyð
ikki bøtur.
Um hesa tíðina varð tú
settur sum landsstýrismaður.
Hvussu var tað?
- Ja, eg gjørdist landsstýris
maður í juni í 1989. Tá høvdu
vit ein ráfiskagrunn, sum var
tómur. Sum tíðin gekk, fóru
skip og virkir av knóranum.
Tað kendist ógvuliga møtu
mikið. 22 skip høvdu eisini
fingið upphøggingarstuðul,
og eingin króna var at gjalda
tað við. So, tað var neyð og
elendigheit í fiskiskapinum
tá. Hetta var ein ógvuliga
trupul tíð, og vónloysi í sam
felagnum var ræðuliga stórt.
Roynt varð at fáa okkurt at
hóra undan, og okkurt eydn
aðist, sum soleiðis yvirlivdi
kreppuna – og kom seg
aftur.
Jógvan I. Olsen vísir á, at
tað gingu eini 4-5 ár - so kom
toskurin aftur í stórum tali.
- Ja, hetta er tað besta, eg
havi upplivað í mínum lívi
– at, tá øll høvdu mist mótið
– ja, tá brádliga var havið
aftur fult av fiski. Hetta er
størsta upplivilsi, sum eg
havi havt av jørðiskum slag,
sum Jógvan tekur til.
Eingin veit
- Eg haldi, at tað góða við
havinum er, at eingin kann
rokna tað út. Eg lurti altíð
eftir fiskifrøðingum, hvat
tey siga, men eg meti, at tey
hava eina so trupla uppgávu,
tí óvissan er so stór. Tey vita
nøkur ting, og tey kunnu
meta, men sveiggini koma
altíð at vera – og tey fara
altíð at gerast stór, báðar
vegir. Tann, sum fyrigylkar
sær, at man – við at røkja
fiskiskapin – kann fáa eitt
ávíst kilotal upp úr havinum
ár um ár við somu veiði, hann
fer skeivur.
Jógvan I. Olsen er onga
løtu í iva um, at náttúran er
týdningarmesti faktorurin í
hesum samanspælinum.
Ert tú framvegis á floti av
og á, nú tú ert vorðin 81 ára
gamal?
- Nú er tað ógvuliga sjáld
an, men mær dámar fram
vegis líka væl at vera á floti,
Náttúran hevur ein
avgerandi týdning
- Eg haldi, at tað góða við havinum, er, at eingin kann rokna tað út. Eg lurti altíð eftir fiskifrøðingum,
hvat tey siga, men eg meti, at tey hava eina so trupla uppgávu, tí óvissan er so stór. Tey vita
nøkur ting, og tey kunnu gera sær nakrar metingar, men sveiggini koma altíð at vera – og tey fara
altíð at gerast stór, báðar vegir. Tann, sum fyrigyklar sær, at man – við at røkja fiskastovnarnar
– kann fáa eitt ávíst kilotal upp úr havinum ár um ár við somu veiði, hann fer skeivur, sigur 81
ára gamli, Jógvan I. Olsen, sum var fiskimaður í 23 ár, áðrenn hann fór upp í politikk
eg hugsi, at um
áhugamálini hjá útróðr
armonnum vórðu hoyrd,
hevði tað neyvan sæð
akkurát soleiðis út í dag
JÓGVAN INGVARD OLSEN