mánadagur 10. oktober 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
bæði at seta línu, at fara við
snørinum – og at seta silda
gørn, leggur hann aftrat.
Skapanarverkið
- Gamalt orðatak sigur, at
”søtur er sjálvgivin biti...”.
Eg haldi, at eitt tað mest
spennandi, sum til er, er at
fiska og eisini at skoða hetta
skaparverk, sum Várharra
hevur skapt - hvussu vakur
ein fiskur er, og hvussu væl
hann er skaptur. Eg má siga,
at eg kryvji altíð ein fisk við
stórari virðing.
Hvat heldur tú um, at út
róðrarmen helst skulu noyð
ast at gjalda fyri at fiska?
- Sum er, noyðist man at
gjalda 500 krónur til landið
fyri at sleppa á flot. Hetta er
fyri sjálvt fiskiloyvi. Eg veit
ikki, men tað virkar eitt sindur
natið, at myndugleikarnir
nú ætla at leggja gjald á at
fiska, sigur Jógvan I. Olsen,
fyrrverandi løgtingsmaður,
landsstýrismaður og løgtings
formaður at enda.
vilmund@sosialurin.fo
Jógvan Ingvard Olsen er ein høgt
virdur maður, men lítillátin heldur
hann fyri, at hansara ævisøga
er einføld – 23 ár til skip, 28 ár á
tingi – og síðan pensjónistur, sum
hann í samrøðuni tekur til
Mynd: Álvur Haraldsen
Myndin er tikin á Føroya
løgtingi herfyri, tá málningur
av Jógvan Ingvardi Olsen
varð avdúkaður. Jógvan
og Heini, sum báðir hava
stóran áhuga fyri fiskivinnu,
stinga høvdini saman
Mynd: Álvur Haraldsen
um eg
skal fara
til útróðrar
við línu fyri
at avreiða,
rokni eg
við, at eg
noyðist at
sigla í einar
tveir tímar
JÓGVAN INGVARD OLSEN