Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 “Freedom’s just another word for nothing left to loose” syngur Kris Kristofferson um Bobby McGee. Hetta er ein sera fangandi, poetiskur setn­ ingur, men hevur ikki nógv við veru­ leikan at gera. Frælsi er eitt hug­tak, ið kann merkja nógv ymiskt, men eg skilji vanliga hugtakið sum “møgu­leikar at útynna egnan vilja”, hóast tað sjálvandi finnast nógvar aðr­ar fatanir. Um vit góðtaka mína fatan er hon sostatt ein full­kom­in mót­­setn­ingur til orðini hjá Kristoffer­son, men harvið ikki sagt, at hann fer skeivur. Tí tað er sum við so nógv­um øðrum: til eitt víst er frælsi nakað gott, men verður tað yvir­drivið, verður tað til nakað ringt. Summi fólk hava lyndi at seta frælsi upp sum eitt mál í sær sjálvum. At vera móti frælsi inniber retoriskt sæð eitt ynski um framhaldandi ófrælsi. Eg vil í hesi greinini vísa á, at hetta er ein bæði høpisleys, men eisini vandamikil fatan, tí frælsi hevur ongantíð eina beina leið, men verður treytað av øllum teimum ymisku menniskjunum, ið tilsamans mynda samfelagið. Tað er næstan altíð soleiðis, at frælsi fyri nøkur merkir ófrælsi fyri onnur. Verður frælsið víðkað ein veg, verður frælsið ofta skert ein annan veg. Í hesi grein fari eg at taka nøkur dømi, ið flest øll munnu kennast við. Eg fari ikki langt niður í diskussiónirnar, men haldi meg á einum yvirskipaðum støði, har øll kunnu vera við. Málið er at vísa ævigu tvístøðuna hjá frælsishugtakinum. Alment frælsi mótvegis privatum frælsi Tað finst ein politisk hugsjón, ið nevnist liberalisma. Frælsið er centralt í hesi hug­ sjón, og serliga verður hugsað um frælsi hins ein­staka, frælsið hjá familjunum ella frælsið hjá fyritøk­un­um, tvs. frælsið hjá “tí privata”. Frælsi merkir sum sagt, at man kann út­ynna egnan vilja, og hetta innber sum oftast eitt økono­m­ iskt frælsi, tó at hetta sjálv­­­andi er ein einfaldgerð av liberalismuni. Taka vit einstaklingin, so skulu helst ikki vera ov nógvar lógir, ið forða einstaklinginum at gera sum hann vil. Ferðahámark er eitt dømi um hvussu frælsið verður skert hjá einstaklinginum at koyra so skjótt hann hevur hug til. Skattur og avgjøld eru onnur dømi um hvussu frælsið hjá einstaklinginum verður skert. Jú fleiri pengar verða tiknir frá einstaklinginum, tess færri pengar kunnu brúkast til at fremja egnan vilja. Pengarnir verða í staðin nýttur út frá einum kollektivum, demokratiskum vilja – tvs. innan tað vit nakað misvísandi kalla fyri “tað almenna” ella “staturin”. Umvent merkir hetta júst, at nøkur onnur fáa meiri frælsi enn tey annar vildu havt. Í einum sam­felagi við lítlum stati vilja tað júst vera handilsfólk, vinnulívsfólk og onnur rík, ið hava bestan møgu­leika at útynna sín vilja. Tey, ið lítið og einki eiga eru hinvegin tvingað til at arbeiða fyri onnur fyri at tjena nóg mikið til at liva eitt virði­ ligt lív. Um ikki vildu tey verið noydd at stjolið, rænt ella biddað í støðug­um váða fyri einari uppaftur ógvuslig­ari frælsistøku sum t.d. fongsling. Høgi skatturin merkir hinvegin, at ráð er at veita borgarunum góðar vælferðartænastur, soleiðis at hann fær færri eginútreiðslur. Við at staturin fremur nøkur kollektiv val fyri borgararnar, fáa tey fátøku møguleikar til at fáa ókeypis ágóðar. Sostatt kunnu hesi nýta sínar fáu pengar til onnur ting, og harvið hava tey fingið fleiri valmøguleikar og harvið meiri frælsi. Umframt hetta fíggjar skatturin eina rúgvu av almennum størvum, ið kunnu tryggja fólki stabilari inntøkur enn um tey bara dúvaðu upp á teir privatu arbeiðsgevararnar og teirra mangan knappligu avgerðir. Sostatt merkir høgi skatturin í samfelagnum yvirskipað sæð, at frælsi verður tikið frá teimum ríku, men givið teimum fátøku – í besta Robin Hood stíli. Frælsið verður so at siga útjavnað. Átrúnaður mótvegis sekularisering Í demokratiskum samfeløgum er vanliga eisini trúarfrælsi. Einhvør hevur rætt til at biðja til tann gudin honum lystir – ella kanska at vera ateistur. Trúarfrælsi er sostatt eisini her eitt tvíeggjað svørð, tí við at velja sín egna átrúnað ber til at undirkasta seg strangar normar, ið koma at minka um møguleikarnar í lívinum. Um man velur at vera partur av einari moralskt strangari samkomu, eru nógv tabu og forboð, ið einfaldgera lívsførsluna, men samstundis av­marka handlingsmøguleikarnar. Ofta vil tað t.d. vera soleiðis, at ein helst ikki skal drekka alkohol, dyrka sex uttanfyri hjúnarlag ella taka fostur. Harvið ikki sagt, at eitt moralskt strangt lív er eitt verri lív, men tað er á ein hátt minni frælst. Ein ateistur hevur færri bond á sær enn tann fundamentalt trúgv­andi. Sostatt hevur hann fleiri møgu­leikar, tí færri forðingar eru fyri hansara lívsførslu. Ein ateistur vil tískil kenna, at í einum relativt religiøs­um samfelagi sum Føroyum vilja nógv ting ikki vera møgulig ella við­føra sera stóran socialan kostnað. Um ein t.d. er samkyndur, kann tað kosta nógv at viðganga hetta og praktisera tað. At útynna sín egna vilja kann sostatt merkja, at tilveran kemur at kennast enn meiri ófræls, tí hurðar latast aftur og netverk slitna. Júst í einum slíkum føri byrjar citatið frá Kristofferson knappliga at geva meining. Man kann tvíhalda um frælsi, men enda við at standa einsa­mallur og harvið við færri reellum møguleikum enn áðrenn. Paradoksið er, at eitt økt principielt frælsi kann enda við einum reelt minni frælsi. Umvent kann tann trúgvandi, ið velur at avnokta ávísar (syndafullar) handlingsmøguleikar, koma at kenna seg fríari, tí at hann ikki støð­ugt skal bera ta tungu byrðu allatíðina at skula taka avgerðir. Menn mótvegis kvinnum Seinastu árini hevur verið nógv tosað um javnstøðu. Javnstøða eigur í grundini at merkja at javna út korini bæði til frama fyri bæði kvinnur og menn, men í gerandis­talu merkir tað vanliga at betra um korini fyri kvinnur. Tað sigur seg sjálvt, at kvinnur ikki vilja finna seg í teimum gomlu patriark­alsku struktur­ unum, ið hava gjørt seg galdandi í sam­ felagn­um gjøgnum tíðirnar. Tað sigur seg sjálvt, at kvinnur vilja tjena sínar egnu pengar, koma út á arbeiðsmarknaðin, luttaka í politikki o.s.fr. Javnstøða átti av røtt­um at itið kvinnufrígering, tí talan er um at skapa betri møguleikar hjá kvinnum at útynna sín egna vilja – tær vilja “emanciperast”. Men økta frælsið hjá kvinnunum skerjir jú frælsið hjá monnunum í ávísan mun. Tá kvinnurnar ikki longur eru húsmøður, mugu menn­inir í størri mun hjálpa til í heimi­num, rudda, ansa eftir børnum o.s.fr. Tað gevur minni tíð til onnur ting. Umvent letur hetta eisini upp fyri heilt øðrum møguleikum hjá monn­ um, ið fáa møguleika at velja eitt lív, har strævna arbeiðslívið ikki er tað altavgerandi. At vera á arbeiðs­marknaði­ num er sjálvandi ein formur fyri frælsi, men tað tekur burturav frælsinum tað er ikki at vera í arbeiði. Tað finnast eisini menn, ið gjarna vilja sleppa at liva eitt lív knýtt at húsi, báti, seyði o.s.fr. Av somu orsøk er tað eisini, at summar kvinnur velja karrieruna frá og heldur velja minni orku- og tíðarkrevjandi arbeiði, soleiðis at tær fáa frælsið til at prioritera onnur ting. Kanska summir reyðsokkar síggja hesar kvinnur sum “svíkjarar”, men tað er skeivt at halda, at tær altíð eru undirkúgaðar av monnum. Í summum førum hava tær bara ein øðrvísi frælsistørv. Frælsi er eitt sera subjektivt hug­ tak, ið ikki kann skiljast uttan at vit eisini hyggja eftir lívsforminum hjá einstaklingunum og húsarhald­ unum. Øll menniskju hava ikki somu prioritetir í lívinum. Tað er heldur ikki øll arbeiði, ið kennast líka fræls, meðan onnur arbeiði beinleiðis kunnu kennast frælsisgevandi. Loysing mótvegis samband Í Føroyum verður hugtakið frælsi nýtt mest í sambandi við kjakið um loysing ella samband. Frælsi verður oftast nýtt av loysingarfólkum, og hesi hava tíverri ein tendens til at síggja “fullveldi” (suverenitet) sum tann ultimativa frælsisformin. Til dømis hevur tjóðveldiskvinnan Gunn­vør Balle argumenterað fyri hví vit mugu stremba eftir fullveldi: “At styrkja sambandið við umheim­ in er altumráðandi fyri at Føroyar skulu flyta seg framá, ... Vit mugu víðka sjónarringin og arbeiða miðvíst fyri at luttaka í teimum fora, har okkara áhugamál kunnu fremjast. Og gjøgnum miðvísa altjóða luttøku økja vit støðugt tilvitanina um at tað finst ein verð uttanfyri Føroyar-Danmark symbiosuna. Vit fara at sanna, at tað ber til at samstarva við onnur lond á alskins økjum, uttan at tað nýtist at taka nakað frá góðum samstarvsavtalum, sum vit hava við Danmark.” Tjóðveldisfólk kenna seg hava ov fáar handlingsmøguleikar, tí so nógvar handlingar eru bundn­ar at ríkisfelags­ skapinum. Hóast ríkis­felags­skapurin gevur føroying­um ávísar heimildir á altjóða leikpallum, kennist hetta ov stramt, og tí er eitt aðalmál hjá tjóðveldis­ fólkum at gera Føroyar til ein frælsan, altjóða aktør. Men fullveldi er bara ein variantur av frælsi, og sambands­fólk kunnu vísa á heilt aðrar frælsisformar. Loysingarfólk framhevja sum vera man teir møguleikar, ið fullveldi vil geva føroyingum (les: føroyska statinum), men til fólkatingsvalið 2011 valdu sambandsfólk at vísa á allar teir konkretu møguleikar, ið ríkis­felags­ skapurin gevur. Sam­bands­maðurin Johan Dahl hevur sagt hetta soleiðis: “Oftast verður orðið frælsi tengt at orðinum "suverenitet". Tíverri má eg siga at "suverenitetur ella fullveldi" hava lítið og einki við veruligt frælsi at gera. Vit síggja og hoyra hvønn dag um sokallað suveren lond ella fullveldi, har íbúgvarnir í landinum als ikki eru frælsir. Fyri mær merkir veruligt frælsi tað, at tjóðin hevur frælsi. Hvat er so tjóðin? Tað eru vit, sum her búleikast og virka. Tað eru vit, fólkið - menniskjuni. Vit skulu m.a. hava frælsi til: At fáa okkum góða útbúgving. At seta okkum í búgv og geva okkara familju eitt trygt og gott lív. At fáa eitt gott starv og møguleikar fyri at arbeiða okkum upp. At hava møguleika og karmarnar til at skapa okkara egnu eydnu.” Sambandsfólkini vunnu fólka­ tingsvalið, og kanska vunnu sam­ bandsfólkini eisini definitións­rætt­in á hugtakið “frælsi” – fyri hesa­­ferð. Onkurs­ vegna eru kon­kretu frælsis­dømini, ið sam­bands­­vongurin sip­ar til, lættari at skilja enn heldur abstrakta fræls­ið, ið loysingar­vongur­in sipar til. Har­við ikki sagt, at einki hald er í tí, ið loysingar­ fólkini siga, men sann­­­leikin er, at frælsi bæði kann vinnast við einari loysingar­ strategi og við einari sambands­stra­ tegi. Við loysingar­­strategiini vinna vit ymiskar møgu­leikar sum ST-lima­ skap og OL-limaskap. Við sam­­­bands­­ strategiini vinna vit m.a. blokk­­stuðulin, ið skapar fíggjar­lig­an møgu­­leika fyri nógvum trygg­um, almennum arbeiðs­ pláss­um í Føroyum. Uttan iva kundu Føroyar klárað seg á egnum beinum, tí vit tá vórðu noydd at skapa okkara egnu møguleikar. Men tað er helst trupult at sannføra fólk um at hetta fer at henda, serliga tá ríkisfelagsskapurin fyri nógv ikki kennist serliga undir­kúgandi, men heldur man kennast frælsistryggjandi. Mær tykist, at loysingarfólk mugu ásanna, at frælsið hjá ein­stak­ling­­unum og húsar­hald­unum kanska hevur størri týðning enn frælsið hjá okkum sum “tjóð”, ikki minst tí føroyska tjóðin nærum er vorðin synonym við ekstremt høgar skattir og harvið lægri búskaparligt einstaklinga­frælsi. Uttan blokkstuðul ganga nógv fólk út frá, at skatturin verður upp­aftur hægri og at frælsið harvið verður uppaftur meiri skert enn tað longu er. Umframt hetta kann eisini spyrjast um formliga full­ veldis­frælsið veruliga gevur stórvegis reelt frælsi, serliga í einari tíð, har lond hava lyndi at tengja seg saman fyri at standa sterkari í altjóða høpi. Hesir statir ásanna, at hvør sær verða teir ignoreraðir, men saman verða teir hoyrdir. Nakrar niðurstøður um frælsi Vit hava hugt eftir nøkrum døm­um, ið vísa hvussu paradoksalt frælsis­hug­ takið er. Har eru ymiskir lærdómar vit kunnu taka við okkum, millum annað hesir: Frælsi er subjektivt og ymiskar lívsumstøður skapa ymiskar frælsis­ fatanir. Øll ynskja ikki tað sama, og harvið er tað ymiskt hvørjir møgu­leikar verða uppfataðir sum frælsi. Frælsi er nær skilt við eyðnusemi. Frælsi snýr seg sum oftast um at hava møguleikan at liva eitt eyðnuríkt lív. Men eisini eyðnuhugtakið er sera subjektivt, og eitt einfalt og trygt lív vil vera eyðna fyri summi, meðan onnur hava størri tørv á at “royna sínar veingir”. Frælsi kann eisini kennast sum ein mótsetningur til eyðnu. Frælsi inniber valmøguleikar, men hevur man ikki hug at velja, kann frælsi kennast sum ein byrða. Ymisk sløg av frælsi kunnu sakt­ ans vera mótstríðandi. T.d. er fræls­ið hjá vinnulívsmanninum bein­leiðis mót­­stríðandi við frælsið hjá arbeiðs­ manninum. Frælsi vil ofta vera gott til eitt víst, men fer man ov langt, kann frælsið enda í ófrælsi. Socialisma kann skapa nakrar møguleikar og harvið eitt økt netto-frælsi, men víðgongd socialisma endar við at kollektivisera so nógv, at vit fáa eitt minni netto-frælsi. Formligt frælsi er ikki altíð tað sama sum reelt frælsi. Man kann saktans hava frælsi á pappírinum, men framvegis hava sera avmarkaðar møguleikar. Hetta er eisini galdandi fyri statir. www.tjodveldi.fo/politikarar/bloggar. aspx?NewsID=2463 www.samband.fo/Default.aspx?ID=23& PID=72&Action=1&NewsId=68 Tíðargrein Frælsi – eitt tvíeggjað svørð Sámal Matras Kristiansen samfelagsfrøðingur