mánadagur 10. oktober 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Klaksvík: Tað vóru tey, sum
ivaðust í týdninginum av
Norðoyatunlinum, tá hann
kom fyri meiri enn fimm
árum síðani.
Ein teirra sum ikki ivast
í hesum týdningi, er borg
arstjórin í Klaksvík, Gunvá
við Keldu.
– Vit hava fleiri ferðir
hoyrt onnur siga, at hann ikki
hevur skapt tann vøkstur,
sum roknað var við. Men sjálv
havi eg ongantíð ivast í, at
fasta sambandið hevur havt
og fer at hava ein sera stóran
týdning
fyri
menningina
her í kommununi, ger borg
arstjórin púra greitt.
Fyri hana er tí eingin
ivi um, at Norðoyatunnilin
hevur givið grundarlag fyri
fleiri av vinnuligu fram
tøkunum, sum eru gjørd
kommununi seinastu árini
síðani 2006.
Hetta hava tey í Klaksvík
ikki minst sæð aftur í skatta
inntøkuni, sum higartil í ár
hevur verið sjey milliónir
krónur hægri, enn um somu
tíð í fjør.
– Mín vón er, at vit nú
eisini fara at merkja sama
vøkstur í íbúgvaratalinum,
sigur Gunvá við Keldu.
snorri@sosialurin.fo
VØKSTUR
Tað hevur ikki verið
einvegis ferðsla úr
Klaksvík, síðani
Norðoyatunnilin
kom í 2006.
– Vit síggja ein
stóran vøkstur, mill
um annað í skatta
inntøkunum, sigur
Gunvá við Keldu,
borgarstjóri
Giljanes: Vága kommuna
hevur samtykt at seta eina
elektroniska lásaskipan í
ítróttarhøllina á Giljanesi.
Klaksvík: 1. juni 2013 skal nýtt røktarheim
standa liðugt. Pláss er fyri 24 búfólkum,
upplýsir Elsebeth Gunnleygsdóttir, for
kvinna í sosialu nevnd (myndin).
Vestmanna: Kommunan fekk heldur
meiri inn í skatti í september enn
í 2010 - íalt 2,985 mió krónur. Í
september 2009 komu 2,685 mió inn.
Glyvrar: Meðan Meinhard Bjarta
líð er í farloyvi sum prestur, fer
Henning Bøgesvang (myndin) at
avloysa hann. Hetta varir árið út.
Kirkjan í Porkeri er ein av
gomlu trækirkjunum í Før
oyum. Hon varð vígd 19. sep
tember 1847 av Andreas
Djurhuus, Hvalbiarpresti.
Steðga á
og siga takk
Porkeri: Mikukvøldið í
næstu viku verður ein
serstøk
gudstænasta
hildin í Porkeris kirkju.
Talan er um ein son
evnda heyst- og takkar
gudstænastu, sum verð
ur munandi øðrvísi enn
tann vanliga hámessan
ein sunnumorgun.
Gudstænastan verð
ur skipað uttan prædiku.
Ístaðin tekur sóknar
presturin,
Patrick
de
Neergaard sær av tí
liturgiska
partinum,
meðan teir tríggir dekn
arnir við kirkjuna fara
at lesa tekstir ímillum
sálmarnar.
– Tað er bæði gagnligt
og gott at kunna steðga
soleiðis á og siga takk.
Tað er okkara kristna
trúgv, at Gud er við í
tí gerandisliga; at tað
eydnast okkum at fáa
fisk av grunni og grøðina
til høldar, sigur Zakarias
Bech, formaður í kirkju
ráðnum í Porkeri.
snorri@sosialurin.fo
Kvívík: Í eina tíð hevur
Norðstreymoyar Dansifelag
arbeitt við eini ætlan, um
at útvega sær eitt stað at
útinna virksemið sítt.
Felagið
fann
gomlu
dansistovuna í Kvívík væl
egnaða til eitt slíkt endamál,
og gjørdi ikki mætari enn at
keypa hana.
Hetta málið var eitt teirra,
ið varð umrøtt á seinasta
fundinum í bygdarráðnum
í Vestmanna, tí felagið
hevði biðið um stuðul hag
ani. Frammanundan hevði
felagið fingið 25.000 krónur
í stuðli frá Kvívíkar komm
unu.
Dansifelagið
væntar,
at gamla - ella nýggja -
dansistovan fer at kosta
út ímóti 200.000 krónur,
tá hon er sett í nýtiligan
stand.
snorri@sosialurin.fo
Betri umstøður til dansin
kring landið
Tunnilin hevur
skapt vøkstur