Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Karmarnir um svimjilandsdystin mill­um Føroyar og Ísland vóru góð­ir. Vit vita, at tað næstan altíð vil vera trongligt hjá áskoðarunum, sum koma í sjálva høllina at hyggja, men áskoðararnir tóktust væl upp­lagd­ir. Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, og Jógvan Skor­heim, varaborgarstjóri í Klaks­ vík, søgdu nøkur orð, og so var ann­ a­rs klárt at leggja í vaðið. Onkursvegna var hetta ein nokk so avgerandi svimjilandsdystur, tí Før­oy­ar og Ísland høvdu vunnið hvør sína ferð á heimavølli – Føroyar 101-79 í fyrraárið og Ísland 98-80 í fjør. Tíverri mátti so staðfestast, at før­oysku svimjararnir máttu taka til takkar við einum tapi hesa ferð, tí íslendingar megnaðu at vinna fyrs­ta útisigurin í hesum duellu­ num, tí tað endaði 99-81 til Ísland. Sum vant vóru kappingarnar 15 í tali, harav tríggjar stafettir. Tveir svimj­arar úr hvørjum landi svimja í senn og fáa teir frá fremst til aftast ávika­vist fýra, trý, tvey og eitt stig fyri avrikið. Talt verður so saman, og tað landið, ið hevur samanlagt flest stig, vinnur landsdystin. Tað skiltist á fleiri av føroysku svimjar­unum, at ikki kundi roknast við bestu tíðum og úrslitum, tá svom­ið verður fyrst í oktober mán­ aði, tí hetta líkasum ikki er árstíðin, ið leggur upp til tað. Og tað vísti seg eisini, at einki føroyskt met varð sett og at Føroyar bara vunnu fimm ein­stak­lingakappingar og ta einu sta­fett­ina. Hinvegin var tað 8x50 met­ra frísvimjing við blandaðum liðum, so eitt plástur á sárið var kanska, at føroyska breiddin er á einari leið. Avgerandi munurin leygar­ kvøld­ið var helst, at íslendsku kvinn­ur­nar megnaðu at vera meira sannførandi enn føroysku menn­i­n­ i­r, ið annars sum heild hava mun­ in á teimum íslendsku. Og longu í fyrstu kappingini, tá tvær ís­lend­ sk­ar vóru fremstar, so Ísland bein­ an­vegin kom á odda 7-3, gav bara eina ábending um, hvussu restin av kvøldinum fyri tað nógva skuldi fara at síggja út. Ymsu sigrarnir Sterkasta íslendska kortið var Ingi­björg Kristín Jónsdóttir á stut­tu teinunum, tí hon vann bæði frísvimjing, ryggsvimjing og firvaldssvimjing á 50 metrum, um­framt at Inga Elín Cryer vann bæði 100 metra blandaða svimjing og 400 metra frísvimjing, meðan Ólöf Edda Eðvarðsdóttir fór av­ stað við sigrinum í 200 metra bringu­svimj­ing, so einki var eftir til føroysku kvinnurnar í ein­stak­ linga­kappingunum. Av íslendsku monnunum, var 28 ára gamli veteranurin, Jakob Jóhann Sveinsson, tann stinn­asti við sigrum í 200 metra bringu­ svimj­ing og 200 metra blandaðari svimj­ing. Íslendingar gjørdu eisini bart í 4x50 metra blandaðari svimjing hjá bæði kvinnum og monnum, har fyrst Ingibjörg Kristín Jónsdóttir, Ólöf Edda Eðvarðsdóttir, Snjólaug Tinna Hansdóttir og Karen Sif Vilhjálmsdóttir vunnu hjá kvinnu­ num og síðani Kolbein Hrafn­ kels­son, Jakob Jóhann Sveinsson, Ágúst Júlíusson og Orri Freyr Guð­ munds­son hjá monnunum. Magnus Jákupsson royndist best­ur av føroysku svimjarunumn, tí á stuttu teinunum gjørdi hann bart tríggjar ferðir og vann 50 metra rygg­svimj­ing, umframt bæði 50 og 100 metra firvaldssvimjing, meðan Pál Joensen vann frísvimjingina á 200 og 400 metra teinunum. Sum nevnt, kundu føroysku svimja­r­arnir tó fegnast um sigurin í tí kappingini, ið kanska mest av øll­um vísti dygdina í breidd, tí 8x50 metra kappingina í frísvimjing vun­nu Magnus Jákupsson, Kristina Elia­sen, Pál Joensen, Birita Debes, Guðr­un Mortensen, Heðin L. Olsen, Poula Ø. Mohr og Pauli Ø. Mohr. So hó­ast tað ikki eydnaðist at vinna lands­dystin, er tað altíð gott at enda kvøldið við einum sigri! Íslendingar drúgvari Svimjing Eftir at Føroyar og Ísland tær báðar fyrru ferðirnar hava vunnið á heimavølli, breyt Ísland gongdina og vann 99-81 á útivølli leygarkvøldið, tá triði landsdysturin í svimjing millum londini var í svimjihøllini í Klaksvík