Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Kappingarárið lýður fram ímóti endanum, og tað kann ikki sigast annað, enn at tað á fleiri frontum er intensitetur í næstbestu deildini. Eitt er, at tað meiri enn so er kom­ið fyri, at úrslitini hava lagað seg øðrvísi, enn tað kundi roknast við, og eitt annað er tað, at nú snýr seg spenningurin eisini um, um feløg­ini í høvuðsstaðnum megna at manna lið, tá ið tey skulu til Vágs at spæla. Fyri nøkrum vikum síðani var tað HB, sum gav avboð, og í gjár var tað FC Hoyvík. Í botninum megnaði illa sperda FC Hoyvík ikki at manna lið, og harvið varð tað greitt, at FC Suðuroy næsta kapp­ingar­ár verður partur av bestu deild­ini. At sigurin varð vunnin á skriv­ara­borðinum 3-0 var ikki júst so­leiðis, sum tey í Vági og Sumba høvdu ætlað, at uppflytingin skuldi markerast. Seinastu stóru vikuna hevur TB sitið á hinum uppflytingar­pláss­ inum, og harvið hava tvey feløg úr Suðuroy havt kóst ímóti bestu deildini. Tað er framvegis møguleiki fyri, at TB skal flyta upp, men eftir kiks­ aran ímóti teimum næstbestu hjá HB sær tað ikki so gott út. HB er í stríði fyri at varðveita plássið í deildini, og tað gjørdist júst so torført, sum tvørafólk høvdu stúrt fyri, at tað kanska fór at verða. Tað vísti seg, at særda bjørnin var ikki soleiðis at spæla við. Tað var avgerandi, at TB mál­ verjin longu í 13. minutti varð vístur av vøllinum. Verjuspælarin Aron Sørensen fór í málverjubúnan. Hóast hann stóð seg væl, og hóast Tórur Mortensen legði TB á odda, tá ið eitt lítið korter var farið av 2. hálv­leiki, so gjørdist útvísingin dýr hjá TB HB stríddist sum úlvur á skóg, og tað eydnaðist bæði at javna og skjóta sigursmálið. Jógvan Andrias Nolsøe var skiftur inn á HB liðið í 57. minutti, og hann fekk avgerandi leiklut. Fyrst var hann uppi í, tá ið TB miðverjin, Dmitrije Jankovic var so óheppin at gera sjálvmál, tá ið tað bara restaði ein lítil løta, tá ið Jógvan Andrias Nolsøe skoraði sigurs­málið. At HB vann á TB, gav AB ein nýggjan møguleika at sleppa upp í part at kappast um uppflytingina, og argjamenn tóku so rudduliga av. Móti EB/Streymi eydnaðist AB á heimavølli at vinna 6-0, og harvið er AB aftur á uppflytingarplássi. EB/Streymur helt tørn, inntil fyrri part­urin av 1. hálvleiki var av, men so skrædnaði. AB og TB eru jøvn í stigum, men AB er á uppflytingarplássi, tí mál­ munurin hjá teimum á Argjum er betri, enn hann er hjá TB. Mál­ mun­urin hjá AB er +47, og hjá TB er hann +41. Í tveimum teimum síðstu umførunum ­skal AB spæla ímóti Víkingi (ú) og FC Hoyvík (h), og TB skal spæla ímóti NSÍ (h) og EB/ Streymur (ú). NSÍ helt við 3-1 heimasigri á 07 Vestur tørn um fjórða plássið í deildini. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Í oyggjauppgerðini á Skála eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 1-0 á Víkingi. Harvið er tað mest sum avgjørt, at Skála vinnur fimta plássið og harvið ein eyka heimadyst. Skála toppskjúttin Brian Jacobsen skoraði sigursmálið miðskeiðis í 2. hálvleiki. joannes@sosialurin.fo TB kiksaði ímóti illa sperda HB Fótbóltur Við sannførandi 6-0 sigri tók AB av, tá ið nýggjur møguleiki fyri uppflyting saman við FC Suðuroy var boðin argjamonnum 1. deild menn 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 FC Suðuroy 25 20 4 1 78 22 56 64 2 AB 25 17 4 4 70 23 47 55 3 TB 25 17 4 4 65 24 41 55 4 NSÍ 25 12 2 11 59 55 4 38 5 Skála 25 11 4 10 45 40 5 37 6 Víkingur 25 9 4 12 45 50 -5 31 7 EB/Streymur 25 9 1 15 41 60 -19 28 8 HB 25 8 3 14 36 54 -18 27 9 FC Hoyvík 25 8 2 15 37 57 -20 26 10 07 Vestur 25 0 0 25 16 107 -91 0 AB - EB/Str. 6-0 (3-0) 1-0: Gunnar H. Haraldsen 25. 2-0: Bjartur Kjærbo Dam 30. 3-0: Hallur E. Fláaberg 32. 4-0: Bárður Olsen 47. 5-0: Beinir Ellefsen 62. 6-0: Stig-Roar Søbstad 84. HB - TB 2-1 (0-0) 0-1: Tórur Mortensen 58. 1-1: Dmitrije Jankovic 83. 2-1: Jógvan Andrias Nolsøe 88. Reytt kort: Ivan Stojkovic, TB, 13. FC Suðuroy - FCH 3-0 uttan dyst NSÍ - 07V 3-1 (0-0) 1-0: Kristian í Lon Olsen 53. 1-1: Jóhan Selfoss 70. 2-1: Eddie Mikkelsen 82. 3-1: Magnus Paui Sørensen 84. Skála - Vík. 1-0 (0-0) 1-0: Brian Jacobsen 63. Dystirnir: Sær ikki so gott út Tað er framvegis møguleiki fyri, at TB skal flyta upp, men eftir kiks­aran ímóti teimum næstbestu hjá HB sær tað ikki so gott út Mynd: Álvur Haraldsen