mánadagur 10. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Flutt fimm ferðir niður
B71 var fyrstu ferð í bestu fótbóltsdeildini í 1989, tá ið sandoyingar vunnu
FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Síðani er B71 fimm ferðir flutt úr
bestu og niður í næstbestu deildina: 1990, 1997, 2001, 2008 og 2011.
Besta úrtøka í fýra ár
1-0 sigurin á Sandi ber við sær, at KÍ tvey umfør undan kappingarenda
hevur 31 stig. Hetta er besta úrtøka eftir 25 umfør síðani 2007,
tá ið úrtøkan tvey umfør undan kappingarloki eisini var 31 stig.
Hóttanin
er horvin
vodafonedeildin Klaksvíkingar fegnast um tepra og hepna sigurin á Sandi, sum ber við sær,
at tað er púra víst, at KÍ næsta ár verður umboðað í báðum teimum ovastu deildunum
Jóannes Hansen
Vanliga leiktíðin var farin, og teir
hálvt hundrað áskoðararnir, sum
vóru farnir um Skopunarfjørð,
høvdu mest sum sligið seg til
tols við, at hetta var ikki orduliga
dagurin hjá KÍ. Støðan var mál
leysur javnleikur, og onkur helt,
at eitt stig var í hvussu so er
frægari enn einki!
Tað kundi havt verið uppaftur
verri enn so, tí heimaliðið hevði
størsta møguleikan av øllum.
Tíðliga í 2. hálvleiki vóru klaks
víkingar óneyvir, tá ið teir
spældu upp á tvørs í verjustøðu.
B71 miðvallarin Høgni Midjord
kom ímillum, fekk tak á bóltinum
og spenti ímóti KÍ málinum. Men
tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Veteranurin Gunnar á Steig, sum
hevur havt gott ár ímillum stólp
arnar hjá KÍ, bjargaði.
Og so var tað, at klaks
víkingarnir, sum kendu seg at
vera hepnar, struku avstað við øll
um stigunum. Talan var ikki um
upplagdan málmøguleika. Liðfor
maðurin og álitið á miðvøllinum,
Hjalgrím Elttør, var treiskur
frammarlaga á B71 hálvuni. Hann
snaraði henda vegin og hin vegin,
og hann sneiddi ein og so aftur
ein av sær. Brádliga smekkaði
hann til, og bólturin fór undan
lotinum og sang í netmeskunum
aftanfyri Símun Rógva Hansen,
sum hevði verið stinnur.
Fagnaðurin í bláu leguni var
øgiligur. Lítla løtu seinni bríksl
aði dómarin fyri síðstu ferð, og
harvið var greitt, at KÍ eisini
í 2012 verður partur av bestu
deildini. Tað ber eisini við sær, at
næstbesta liðið, sum hevur vunn
ið 2. deild, næsta ár fer at spæla í
næstbestu deildini.
Ein stórur lætti
Millum teirra, sum vóru í ferða
lagnum úr Klaksvík og suður á
Sand, var KÍ formaðurin, Tummas
Lervig. Hann fegnast um, at tað í
triði síðsta umfari eydnaðist at
tryggja plássið í deildini:
–
Undan
kappingarbyrjan
settu vit okkum tvey mál. Annað
var, at vit skuldu røkka áttanda
plássinum, og hitt var, at vit
skuldu vinna í hvussu so er
tredivu stig. Sigurin á Sandi ber
við sær, at vit hava rokkið báðum
málunum, og tað fegnast vit um.
At vit ikki longur skulu hugsa um
møguleikan at flyta niður er ein
ógvuliga stórur lætti, staðfestir
KÍ formaðurin.
Í løtuni er KÍ favorittur at
vinna fimta plássið. Kappingin
stendur við B68, HB og ÍF, sum øll
skulu í eldin seinnapartin miku
dagin. Tað eru fimm stig frá B68
og HB fram til KÍ, og tað eru seks
stig frá ÍF og fram til KÍ.
Týdningurin í at vinna fimta
plássið er, at tey fimm, sum eftir
27. umfør vera í ovaru hálvu á
støðutalvuni, næsta ár skulu
spæla fjúrtan ferðir á heimavølli,
meðan hini skulu spæla trettan
ferðir.
– Tað, sum nú kemur, taka vit
sum eykavinning. Men sjálvandi
vilja vit fegin verja fimta plássið.
Vit skulu í Gundadal at spæla
ímóti HB sunnudagin. Áðrenn
vit koma so langt, skal HB til
Runavíkar mikudagin, og tá skal
ÍF spæla á Toftum. Vit fokusera á
okkara dystir, men fyri samlaðu
støðuna hevur tað eisini týdning,
hvussu tað fer at hilnast í hesum
báðum dystunum á Skálafjørð
inum mikudagin, sigur Tummas
Lervig.
Fyrireika framtíðina
Nú tað er komið upp á pláss,
at tað eisini næsta ár verður
Vodafonefótbóltur í Klaksvík,
fyrireika teir seg har norðuri til
næsta kappingarár.
– Vit arbeiða, og vit vóna, at
tað fer at bera til at leggja okkurt
fram á ársveitsluni, sum verður
annan leygardag. Venjaraspurn
ingurin og spurningurin um,
hvørjir spælarar vera í KÍ næsta
ár, er ikki svaraður. Men vit ganga
út frá, at flestu spælararnir, sum
hava roynst so væl í ár, eisini vera
partar av hópinum næsta ár. Vit
hava ikki hoyrt annað, enn at teir
ætla at halda fram, og tað fegnast
vit um.
– Vit skulu minnast til, at hetta
er fyrsta árið í bestu deildini hjá
fleiri av spælarunum. Tað var alt
annað enn hugaligt at flyta niður
eftir kappingarlok í 2009. Nú tá
ið tað er so væl fráliðið, kunnu
vit staðfesta, at tað árið, tá ið vit
vóru í næstbestu deildini, komu
onkrir av teimum fyri seg, sum
nú eru við til at manna besta
liðið, og teir eru framvegis meiri
mentir í ár.
Og hvussu við venjaraspurn
inginum?
– Hann fara vit at taka upp, nú
tað er greitt, at vit halda fram í
bestu deildini.
B71 brynjar seg
av nýggjum
Fyri fleiri vikum síðani varð tað
greitt, at sandoyingar næsta
kappingarár skulu spæla í næst
bestu deildini.
Formaðurin, Ragnar Fossdalsá,
segði í síðstu viku í samrøðu við
Rás 2, at teir nú fara at fyrireika
seg til nýggja kappingarárið. Enn
er ikki greitt, hvør verður venjari,
og um útlendingarnir fara at
halda fram í felagnum.
– Vit hava onkrar ungar spæl
arar, sum fyri fyrstu ferð hava
verið í nánd av besta liðnum, og
tað kann væl vera, at teir fara at
fáa størri ábyrgd næsta ár, sigur
Ragnar Fossdalsá, sum vónar og
roknar við, at B71 skjótt aftur fer
at verða partur av bestu deildini.
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
B71 - KÍ 0-1 (0-0)
Bóltar:
B71 - KÍ 0-1 (0-0)
Dómari: Georg N. Rasmussen (B36)
Inni í Dal, Sandur
0-1 Hjalgrím Elttør, 91'
B71
1
Símun Rógvi Hansen (M)
4
Andrezej Kazimierz Bednarz ■ 65'
6
Allan G. Tungá (L)
7
Høgni Midjord [Útskifting] 80'
9
Bogi Hermansen
11 Bakari Bojang
13 Tijani Mohammed [Útskifting] 87'
17 Gudmund Nielsen [Útskifting] 58'
18 Mikkjal T. Hentze
19 Bojan Zivic
20 Poul Kjartan Dam
12 Gerhard Páll Lognberg (M)
2
Rúni Joensen [Innskifting] 80'
8
Marcus Klementsen
10 Thomas Hans Rubeksen [Innskifting] 58'
23 René Clementsen [Innskifting] 87'
KÍ
1
Gunnar á Steig (M)
2
Rudolf Eliasen
7
Nenad Stankovic
8
Høgni Madsen
10 Hjalgrím Elttør (L)
12 Henry Heinesen [Útskifting] 78'
13 Kristoffur Jakobsen
14 Monrad Holm Jacobsen
17 Álvur F. Christiansen [Útskifting] 90'
22 Philip Djordjevic ■ 10'
23 Jógvan Isaksen ■ 85'
3
Sigmund G. Jacobsen
4
Oddmar á Lakjuni
18 Johan Jacobsen [Innskifting] 78'
20 Bjarki Vágstún [Innskifting] 90'
25 Sámal Olsen