Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið KÍ-kvinnurnar jagstra R 1. deild kvinnur Heri Simonsen Tá besta mansliðið hjá KÍ, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð tók lut í einari Champions League undankapping, var hetta ímóti lettiska liðnum, Skonto Riga. Lagnunar speisemi vil tað so­ leiðis, at tað eru júst Rosenborg og Skonto Riga, sum KÍ-kvinnurnar kappast ímóti, tá tað kemur til at seta europeiskt met, fyri flest vunnin ligameistaraheiti í einum UEFA-limalandi. Skonto Riga hevur euro­peiska metið við 14 vunnum liga­meistara­ heitum á rað. Árini 1991-2004 var Skonto einaráðandi í bestu lettisku fótbóltsdeildini. Rosen­ borg vann trettan ligameistara­ heiti á rað, árini 1992-2004. Vinna KÍ-kvinnurnar FM- heitið í 2012 og 2013, so seta tær norðurlendskt met, og vinna tær FM-heitið næstu trý árini, so seta tær europeiskt met. So má tíðin vísa, um AB-kvinnurnar fara at forða KÍ-kvinnunum í at fremja hetta bragdið? heris@sosialurin.fo Kvinnufótbóltur Vinarbýurin hjá Klaks­víkar kommunu í Noregi er Trónd­heimur. Stóri stoltleikin hjá Tróndheimi er fótbóltsliðið Rosenborg, sum hevur næstan verið einaráðandi í bestu fótbóltsdeildini í Noregi seinastu fjórðingsøldina Liðskiparin hjá KÍ, Malena Josephsen er ikki í iva. Tað er líka stuttligt hvørja ferð at vinna føroya­meistaraheiti, og ein kann ongantíð gerast troyttur av at vinna, sjálvt um talan er um tólv meistaraheiti á rað. – Tað blívur stuttligari fyri hvørt ár, slær Malene Josephsen fast við 12-tumma seymi. Aftur hesaferð høvdu kvinnurnar gjørt eina serliga dystartroyggju. Við gull­randaðum tølum og bók­ stavum stóð at lesa á dystar­ troyggjunum hjá KÍ-kvinnunum, tá tær leygardagin vunnu 8-0 á HB á niðara vølli í Havn: »FM 12«. – Nú eiga vit við árunum rættiliga nógvar slíkar stuttligar fót­bólts­troyggjur, greiður Malena frá við einum stórum smíli. Norðurlendska metið hjá Rosenborg við 13 meistaraheitum á rað, og tað europeiska metið hjá Skonto Riga við 14 meistaraheitum á rað standa fyri falli, um Malena Josephsen fær sín vilja: – Nú eru vit so nær við málið, at nú fara vit eftir tí. Malena undir­ strikar, at hon kennir seg enn unga, og er væl fyri. Hon hev­ ur fram­vegis eina stóra spæli­gleði, og ætlar hon avgjørt at verða part­ur av lið­num hjá KÍ-kvinn­ unum, sum longu tóku met­ið hjá 66-liðnum hjá KÍ, tá tær vunnu meistaraheiti sætta árið á rað. heris@sosialurin.fo Tað er líka stuttligt hvørja ferð