mánadagur 10. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
osenborg og Skonto Riga
1. deild kvinnur
KÍ kvinnur føroyameistarar 2011
Aftan frá vinstru: Paula Mikkelsen, Ragna Patawary, Eyðvør Klakstein, Bára Skaale
Klakstein, Maria K. Thomsen, Vár Jenny Lydersen, Sigrid Jacobsen, Gunnrið Joensen,
Tove Sólheyg, Malena Josephsen, Tina Joensen, Erik Nielsen, venjari.
Framman frá vinstru: Ásla Johannesen, Elsa Maria Simonsen, Ann Stauss, Rannvá B.
Andreasen, Randi Wardum, Sofía Purkhús, Ása Klein Olsen, Monika Biskopstø
Myndir: Álvur Haraldsen
Fýra av KÍ-kvinnunum hava verið
við til at vinna meistaraheitið øll
12 kappingarárini millum 2000 og
2011. Elsa Maria Simonsen, Paula
Mikkelsen, Rannvá Andreasen og
Malena Josephsen hava verið við
til at vunnið øll 12 meistaraheitini
hjá KÍ í bestu kvinnudeildini hesu
árini síðani aldarskiftið.
Tær fýra kvinnurnar hava
sostatt vunnið líka nógv liga
meistaraheiti, sum walisiska fót
bóltslegendan, Ryan Giggs, sum
hevur vunnið 12 ensk ligameistara
heiti við Manchester United. Enn
hava Elsa Maria Simonsen, Paula
Mikkelsen, Rannvá Andreasen og
Malena Josephsen ein langan veg
til at koppa norska Roar Strand,
sum hevur vunnið heili 16 norsk
ligameistaraheiti við Rosenborg
millum 1990 og 2010. Men hvør veit,
um Elsa Maria Simonsen, Paula
Mikkelsen, Rannvá Andreasen
og Malena Josephsen ikki fara
at seta sær sum persónligt mál
at koppa persónliga metinum
hjá Roar Strand, sum er tann fót
bóltsspælarin, sum hevur vunnið
flest ligameistaraheiti? Livst so
spyrst?
heris@sosialurin.fo
Fýra KÍ-kvinnur
hava vunnið 12 FM
Bára Skaale Klakstein og Eyðvør
Klakstein eru móðir og dóttir, og
liðfelagar á kvinnuliðnum hjá
KÍ. Spurdar um hvussu tað er at
verða liðfelagar, svarar mamman,
Bára Skaale Klakstein fyrst:
– Tað er heilt fantastiskt.
Tað er ein framúr kensla. Tað
er óbeskriviligt, slær Bára fast.
Dótturin, Eyðvør er samd við
mammuni:
– Tað er ordiliga stuttligt. Tað
eru ikki nógvar, sum sleppa at
royna tað, staðfestir Eyðvør, sum
kennir tað sum ein stóran for
rætt at hava mammuna, sum lið
felaga. Bára tekur eitt ár í senn,
og hon vónar at gerast partur av
hópinum komandi ár. Fótbólturin
fyllir nógv hjá Eyðvør, sum spælir
bæði á besta kvinnuliðnum hjá KÍ,
og á liðnum gentur 14-17 ár. Eyðvør
venur fótbólt upp til fimm ferðir
um vikuna, og spælir minst tveir
dystir um vikuna. Spurdar um
hvør av teimum gevur góð á ráð á
leikvøllinum, svarar Bára:
– Vit royna at hjálpa hvørjum
øðrum, men viðhvørt royni eg at
siga okkurt við Eyðvør. Heima
við hús tosa møðgurnar onkuntíð
um tað, sum er hent undir einum
dysti, men tær taka tað annars
ógvuliga avslappað.
Móðir og dóttir
trívast sum
liðfelagar