Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Aalborg Stadion Tað er staðfestingin, eftir at føroyska U-21 landsliðið fríggjakvøldið spældi EM undakappingardyst móti Dan­mark á Aalborg Stadion. Tað kundi verið so annarleiðis, um vit fingu mál fyrstu løtuna, vóru meiri avgjørdir í verjuni og skoraðu uppá gylta møguleikan í seinna hálv­leiki, men eftir stendur eitt fýra málstap, ið ikki heilt avspeglar av­ rikið í Danmark. Tríggir útidystir og trý tap hava sett sín dám á stemn­ ingin rundanum U-21, sum nú má reisa seg. Góð byrjan Tað byrjaði væl. Føroysku áskoð­ ararnir sungu av fullum hjarta við til bæði tjóðsangin og kendar fót­bóltssangir. »Runt um allar fót­ bóltsvøllir buka vit tær stóru stjørn­ ur, fá vit eru, men tó vit kunnu«, sungu tey. Eina løtu kundu vit. Dysturin á Aalborg stadium er bara fáar minuttir gamal, tá Jóan Símun Edmundsson sendir Gilla Sørensen avstað í vinstru. Tvøra­ maðurin, sum eisini hevur sína fótbóltsuppaling í skotska Aber­ deen, rennur frá donsku verjuni, men megnar ikki at fáa skot á. Og góða spælið heldur fram. Gilli Sørensen strýkur avstað í høgru eftir góða avlevering frá Róaldi Jakobsen, men úr spískum megnar danski málverjin at bjarga út til horna. Á miðjumvølli spæla Róaldur Jakobsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson saman, sum var tað á sjálvum Nou Camp í Barce­ lona. Tað endar við, at Klæmint Olsen verður sendur avstað, men ritu­víkingurin er ov seinur tá samanum kemur. Í eitt korter buka vit tær stóru stjørnurnar av, um vit kunnu kalla donsku U-21 landsliðsleikarar fyri tað. Men hóast fleiri royndir á mál, so verður einki umsett til mál. Revsaðir Tá dysturin er eitt korter gamal blíva vit revsaðir. Í yrkisfótbólti er ongin náði. Gott spæl, rósandi orð og smíl telja ikki nógv tá samanum kemur. Tað eru málini, ið telja. Mang­an hava heiðurlig úrslit og góð avrik verið nokk til at vinna okk­um goodwill, vit tora enntá illa at verða óblíð tá óblíðir gestir koma til Føroyar at spæla. Av tí sama, so kenna teir seg væl og fáa kanska hasi eyka prosentini og vinna. Í fót­ bólti er ogin náði og skulu vit klára okkum, so skulu vit heldur ikki vísa nøkrum náði, men taka tað, ið vit halda er okkara. Eftir góða korterið fáa vit yvir­ mót og tað kostar dýrt í okkara vinstru síðu. Danskarnir fara í mót­ álop og bólturin endar hjá Andreas Laudrup. Navnið ljóðar kent og tað er ikki av ongum. Sonurin hjá Michael Laudrup, sum ikki hevur eina eins prominenta yrkisleið sum pápin, men tjenar til sítt dagliga breyð í FC Nordsjælland, hevur tó Laudrup genini. Hann dribblar og fintar til hann finnur Rasmus Falk, ið skorar. Revsaðir! Ein minutt ella tveir seinni er lítlið Laudrup aftur upp á spæl. Hesa ferð endar bólturin hjá Mads Albæk, sum úr áleið somu støðu økti til 2-0. Revsaðir á altjóða stigi! Danskarnir duga ikki at fegnast Í pressirúminum í hálvleikinum tutla donsku myndamenninir sína millum, tá eitt umboð fyri DBU kemur inn. Ein misnøgdur mynda­ maður hyggur um DBU umboðið og sigur. Nú mugu tit also læra hasar leik­ ararnar at fegnast. Teir renna ikki yvir til áskoararnar, men yvir til eina tóma sektion av leikvøllinum, sigur myndamaðurin. Bara onnur langsíðan er opin fyri fólki og eina mynd av smá­ fegnum donskum leikararum og einum tómum leikvølli eru ikki brúk­bara myndir. Føroyska liðið hevur annars seinasta løtuna av fyrra hálvleiki spælt fínt og havt eitt skot á mál ella tvey. Møguleikin fyri eini føroyskar málmynd er fram­vegis til staðar, umframt eitt heiðurligt úrslit. Taka ikki av! Seinni hálvleikur er eitt sindur av eini endurtøku av fyrra. Vit hava møgu­leikar, men taka ikki av. Vit megna ikki at skapa tann spenn­ ingin, sum kundi órógva danska liðið. Møguleikin kemur tá seinni hálv­leikur er smáar tíggju minuttir gamal. Bólturin er í brotsteiginum hjá dønum, tá dómarin bríkslar fyri u21 danmark - u21 føroyar 4-0 (2-0) Revsaðir í A Fótbóltur Føroyska U-21 landsliðið tók ikki av møguleikunum og blivu revsaðir av einum effektivum og góðum donskum liðið. 4-0 avmyndar ikki munin í møguleikum, men í neyvleika og effektiviteti Føroyska U21 landsliðið áðrenn dystin móti dønum á Aalborg Stadion