Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið brots­sparki til okkara, tí bólturin hevur rakt ein danskan verjuleikara á hondina. Jóan Símun Edmundsson tekur sær av brotssparkinum. Eins og øll hendan undankappingin, frá tí Rógvi Holm brendi brotsspark í evstu løtu móti Norðurírland í Gunda­dali, so er tað stong út. Ella rætt­ari sagt, hinir gera tað gott og av­gerandi støður koppa ikki okkara veg. Farvæl og takk Í somu løtu tað rann upp fyri før­ oysku viðhaldsfólkini, leikararnar og venjararnar, at brotssparkið ikki bleiv umsett til mál, varð dysturin taptur. Viðhaldsfólkini hildu um høvdið, onkur blundaði, meðan onn­ur ikki vildu trúgva tí. Enn eina gyltur møguleiki brendur. Sum verða mann, so gingu tað eisini bara fáir minuttir, so kom deyðastødið. Miðverjan hjá okkum tapur nærdyst móti stóran danska framherjanum, Nicklas Helenius. Komin til baklinjuna snýtir hann verjuna hjá okkum enn eina ferð og sendir bóltin í handara mál horn. Flott. Eftir hetta er tað ein spurningur um at avmarka tapið. Okkara orka ikki meir og ferðin fer úr dystinum. Danir fáa eitt mál afturat, tá verjan hjá okkum verður fangað langt uppi á vøllinum og so er lætt hjá dønum at leggja bóltin innfyri til til ein leysn Emil Larsen, sum skorar. 4-0, revsaðir og liðugt. Samanum: Tað sær einki út, 4-0, 5-1 og 4-0 hevur føroyska U-21 landsliðið nú tapt í trimum teimum seinastu dystinum, Tað hoyrur tó við til søguna, at dystirnir hava allir verið á útivølli móti sterkari fótbóltstjóðum. Hes­ir tríggir dystirnir eru eisini ein ábending um, at núverandi leik­ararnir ikki kunnu liva upp á úrs­litini frá undanfarum U-21 lið­ num. Marginalarnir eru tó smáir, tí megnaðu vit bara at um­seta brots­ spørkini hjá okkum í hesi undan­ kappingini móti Norður­írlandi og Dan­mark, so hevði tónin verið ein heilt annar. Vit høvdu vunnið á Norður­írlandi og við einum góð­ um hálvum tíma eftir á Aalborg Stadium høvdu vit fingið vónina aftur. Nú er tíðin komin til at taka av møguleikanum! trondur@sosialurin.fo Aalborg Tað vóru fyrstu tankarnir hjá U-21 landsliðsskiparanum Rógva Holm, tá tað um 11 tíðina fríggja­dagin gjørdist greitt, at hann faktist hevði leikbann. – Heðin ringdi og spurdi meg hvussu nógv gul kort eg hevði. Eg svaraði at eg helt at eg hevði tvey. So svaraði hann at so hevði eg leikbann. Eg hugsaði bara at hetta var lygn. Eg havi glett meg so nógv til hendan dystin og so sleppi eg ikki at spæla, sigur Rógvi Holm. – Eg helt at vit skuldu hava trý gul kort fyri at fáa leikbann, sigur ein vónbrotin liðskipari eftir dystin. trondur@sosialurin.fo Nei, nei, nei, tað er lygn! Tað kom sum ein skelkur, tá tað sjey tímar undan dystinum gjørdist greitt, at Rógvi Holm faktist var leikbannaður til dystin. – Ábyrgdin er okkara, eg og Heðin Askham skuldu saman við Rógva Holm havt fanga støðuna. Tað er gula kortið hjá honum í Belfast, ið er dottið nið­ur ímillum í samanteljingini, sigur Bill McLeod Jacobsen, annar av venjarinum hjá U-21 lands­liðnum. Føroyska U-21 landsliðið spældi í løtum góðan fótbólt og komtil fleiri møguleikar. – Vit kunnu ikki renna un­ dan at vit hava tapt 4-0, men tað er munur á at tapa 4-0 og bara hava staðið í verjustøðu og sparka vekk, og so skapa møgu­leikar og spæla væl sum vit gera í dag, sigur U-21 lands­ liðsvenjarin. trondur@sosialurin.fo Ábyrgdin er okkara Liðskiparin, Rógvi Holm, var ikki greiður yvir at hann var leikbannaður til dystin móti dønum Savnsmynd: Álvur Haraldsen Danmark - Føroyar 4-0 (2-0) Dómarakvartett úr Rumenia: István Kovács, Zoltán Székely, Miklos Istvan Nagy og Serbastian Coltescu U-21 EM undankappingardystur á Energi Nord Arena í Aalborg fríggjadagin 7. oktober 2011 kl. 18.00 1-0 Rasmus Falk, 15' 2-0 Mads Albæk, 17' 3-0 Nicklas Helenius, 60' 4-0 Emil Larsen, 69' Danmark: Kristian Fæste - Frederik Sørensen (Kasper Hansen, 66.), Jores Okore, Jannik Vestergaard, Jesper Lauridsen - Thomas Delaney, Mads Albæk, Rasmus Falk (Osama Akharraz, 72.) - Andreas Laudrup, Nicklas Helenius (Simon Makienok, 77.), Emil Larsen Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nicolai Larsen, Daniel Høgh, Mathias Wichmann, Jens Stryger Larsen Gult kort: eingin Venjari: Morten Wieghorst Føroyar: Teitur Gestson, HB – René S. Joensen, Brøndby IF, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Erling Jacobsen, Víkingur (Gunnar Zachariasen, AB Danmark, 56.), Høgni Eysturoy, B36 – Klæmint A. Olsen, NSÍ (Páll A. Klettskarð, Víkingur, 89.), Róaldur Jacobsen, B36 (Karl Løkin, ÍF, 75.), Hallur Hansson, HB, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Gilli Sørensen, TB – Jóan Símun Edmundsson, Newcastle. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, 07 Vestur, Sørmundur Kalsø, KÍ, André Olsen, B68, Dánjal á Lakjuni, ÍF. Gult kort: Hallur Hansson, Gilli Sørensen Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen Mynd: Anders Kjærbye