Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Skal leitast eftir liðum, ið kunnu bjóða Neistamonnunum av í vetur, munnu tey flestu vera á einum máli um, at best er at leita í Vestmanna og Kollafirði. Vestmenningar hava eitt væl sterkari lið, enn teir høvdu síðsta kappingarár, og kollfirðingar tykjast ikki viknaðir eftir síðsta vetur, tá teir struku avstað við silvurinum í bæði steypa- og landskappingini. Júst hesi bæði liðini møttust í Kollafirði sunnudagin, og har gekk sjón fyri søgn, at talan kann so væl gerast um størstu avbjóðararnar. Dysturin var kanska ikki so merkt­ ur av vøkrum spæli, sum hann var tað av nerv og intensiteti, ið sann­ iliga eisini hoyrir einum slíkum topp­dysti til. KÍF kom væl betur frá byrjan og slapp upp á 6-2, áðrenn VÍF raknaði við og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk javnað til 8-8. Og so koyrdi tað annars aftur og fram restina av hálv­leikinum, ið KÍF vann 15-14, og somu­leiðis ein stóran part av seinna hálvleiki. Magnus Müller, ið skjeyt fimm av teimum 14 málunum hjá vest­ menningum í fyrra hálvleiki, bleiv mansvardur frá byrjan í seinna hálvleiki, men tað munaði líkasum einki fyri kollfirðingar, tí í staðin skjeyt hin toppskjúttin hjá VÍF, Áki G. Olsen, nøkur av sínum málum, so dysturin livdi sítt fríska lív. Spennandi endi Sum dystinum leið, vóru ábendingar um, at VÍF kundi stinga av við tí heila, tí bara fimm minuttir fyri tíð var VÍF á odda við tveimum málum. Men stríðshuginum hjá heimaliðnum bilti einki, og spaku­ liga kláraði KÍF at fáa fatur í rætta endanum aftur, so tað bleiv javnt, 27-27, tá minni enn tveir minuttir vóru eftir. Nú ráddi um at halda tunguna mitt í munninum og ikki at missa fótafesti, og her dugdu teir í VÍF betur kynstrið enn teir í KÍF. Og nú var tað hin toppskjúttin hjá VÍF, Magnus Müller, ið gjørdi munin, tá hann bardi seg ígjøgnum KÍF-verj­ una og skoraði til 27-28. Snildisliga bað VÍF um »time-out« eftir málið, og tá so kollfirðingar skuldu brúka síðstu sekundini av dystunum til at fáa javnað, hevði VÍF verjuna so væl skipaða og av­ gjørda, at KÍF ongantíð kom til avger­andi møguleikan, men stóð eftir við ongum. Dysturin svaraði helst spurn­ inginum um avbjóðara, tí bæði lið fingu víst nakað av tí, sum skal til fyri at vera partur av oddastríðnum. Vestmenningar hava fingið sína góðu byrjan, og hóast kollfirðingar tapti við einum máli hesa ferð, hava vit ikki sæð tað síðsta til teir. Tað skuldi í sjálvum sær boðað frá einum kappingarári, har alt kann henda og har góðir møguleikar eru fyri fleiri jøvnum og tøttum toppdystum í manshondbóltinum, sum síðsta vetur útilokandi snúði seg um Neistan og hini, tí har var í veruleikanum eingin, ið megnaði at hótta teir bláu. Nú eru so í øllum før­um tvær hóttanir! hilmarjan@sosialurin.fo KÍF - VÍF 27-28 (15-14) Dómarar: Magnus í Króki & Dánial Hansen KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Niklas Reginsson 6, Nicklas Selvig 6, Ási Dam 4, Teitur Joensen 2, Rógvi Weyhe 2 VÍF: Magnus Müller 7, Áki G. Olsen 7, Andrias Eriksen 4, Bárður Brimvík 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Ingi Olsen 2, Regin Joensen 1, Magnus á Rógvi 1 Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 2 58 43 15 4 2 KÍF 3 81 68 13 4 3 VÍF 2 46 42 4 4 4 StÍF 2 45 51 -6 2 5 Team Klaksvík 1 19 23 -4 0 6 Kyndil 2 34 45 -11 0 7 H71 2 42 53 -11 0 Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 2 69 35 34 4 2 Stjørnan 3 77 71 6 2 3 VB 1 21 20 1 2 4 Kyndil 1 20 20 0 1 5 VÍF 1 20 20 0 1 6 Tjaldur 1 18 35 -17 0 7 StÍF 1 13 37 -24 0 Hilmar Jan Hansen Undan dystinum í Runavík var tann stóri spurningurin, hvat hesi bæði liðini vóru før fyri – og serliga, hvat Tjaldur kundi vísa, nú talan var um fyrsta lands­kappingardystin hjá teim­um gulu í vetur. Svarið var í øllum førum, at tað neyvan verður millum hesi bæði lið­ini, at fleiri toppdystir skulu vænt­ ast í bræði. Tjaldur vísti so mikið lítið, at illa ber til at siga, at Stjørnan hevur stórvegis styrki, tí grundarlagið var snøgt sagt ov veikt til at meta um tað. Hinvegin var eingin sum helst ivi um, at Stjørnan á øllum økjum hevði munin og vann bæði stórt og uppiborið. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdi Stjørnan nógv um seg, og vóru Lovisa Andreasen og Simona Petersen sera væl upp­ lagdar, tá tað kom til mál­skjót­ ingina, tí tær báðar skoraðu ávikavist tíggju og níggju mál í part. Nýggi rumenski spælarin, Korina Iulia Demeterca, sum mestsum bara var inni í fyrra hálvleiki, vísti eitt sindur av sínum dygdum og skjeyt seks mál. Fyrsta hálva tíman mans­ vardu tær í Stjørnuni frægasta spælaran hjá Tjaldri, Adinu Petrea, sum tí ikki fekk so nógv burturúr, men tá Stjørnan at byrja við eftir steðgin royndi ymsar skipanir og læt Adinu sleppa at skjóta, takkaði hon eisini fyri, so Tjaldur ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk fleiri bóltar í málið enn Stjørnan. Adina Petrea var saman við Alinu Olaru Anghel størsta styrkin í verjuni hjá Tjaldri, men tað munaði ov lítið til at steðga Stjørnuni, ið hóast vant­ andi venjingarstøðu vísti stórt sjálvsálit í spælinum. Í aðrar mátar hevði Tjaldur lítið at bjóða, men var av sonnum ein skuggi av sær sjálvum síðstu árini. hilmarjan@sosialurin.fo hondbóltur Lítið gass í ballónini kvinnuHondbóltur Tað gjørdist ongantíð tann stóra upplivingin, tá Tjaldur seinnapartin í gjár tók ímóti Stjørnuni, sum vann greiðan stórsigur Tættur toppdystur Manshondbóltur Ikki fyrr enn í evstu løtu var greitt, at vestmenningar fingu stigini við sær til Vestmannar, tá KÍF og VÍF spældu ársins fyrsta toppdyst í Kollafirði Vestmenningar hava eitt væl sterkari lið, enn teir høvdu síðsta kappingarár, og kollfirðingar tykjast ikki viknaðir eftir síðsta vetur Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldur - Stjørnan 18-35 (6-21)