mánadagur 10. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tá tú fyrst hevur vunnið teg víðari
í eini kapping sum EHF Cup-kapp
ingini, er einki at undrast á, at
mótstøðan eisini verður sterkari.
Hetta fekk Neistin at sanna leygar
kvøldið, tá Madeira, sum í løtuni er
næststerkasta liðið í portugisiskum
hondbólti, var á vitjan í ítróttar
høllini á Hálsi í Havn.
Fyrstu rættiliga málfátæku løt
una var eingin eyðsýndur munur,
og Neistin fekk bæði komið á odda
1-0 og javnað til 2-2. Tað stóð á jøvn
um sjey minuttir inn í dystin, áðr
enn Madeira spakuliga byrjaði at
taka seg frá Neistanum, men tað
var ikki við stórum fetum, hálvan
fyrra hálvleik vóru gestirnir bara
tvey mál frammanfyri, sum vanliga
er einki at tosa um.
So hvørt sum dystinum leið,
setti Madeira ferðina upp, meðan
Neistin fekk minni og minni at
rigga, men gjørdi eina rúgvu av
tekniskum feilum, ið mestsum allir
blivu revsaðir náðileyst. Heili níggju
mál vóru á muni í hálvleikinum, og
longu fáar minuttir inn í seinna
hálvleik vóru tey 14 málini á muni,
sum eisini skuldu gerast munurin,
tá avtornaði.
Tekniskir feilir
– Tað var øgiliga skuffandi, at fólk
komu at hyggja at okkum og vit
bara høvdu hetta at vísa. Hetta var
ein ringur dagur hjá okkum, tí vit
spældu ósamanhangandi og hvør
einstakur fór bara inn og spældi
fyri seg sjálvan, staðfesti Heini
Hanusarson eftir dystin í samrøðu
við Neista-heimasíðuna.
– Vit mistu teir og gjørdu nógvar
tekniskar feilir. Teir vóru allíkavæl
betri enn vit, tí teir høvdu betri
samanspæl og betri støður á vøll
inum, umframt at teir vóru nógv
meira skilagóðir.
Sostatt gjørdist úrslitið ikki so
gott, sum vónir høvdu verið um
frammanundan, tí torført var at
meta um, hvussu stórur munur
var á føroyskum og portugisiskum
hondbólti. Kanska sást sanni mun
urin heldur ikki í dystinum leygar
kvøldið, nú tað skuldi vísa seg at
liggja øgiliga illa fyri hjá Neistanum,
ið ongantíð ordiliga megnaði at
hótta gestirnar.
– Vit hava sjálvandi broytt
spælistíl, nú vit hava skift venjara
og fingið ymiskt nýtt at arbeiða
við. Men enn eru vit bara fyrst í
oktober og hava bara spælt tveir
landskappingardystir, sigur Heini
Hanusarsson, ið vónar tað besta
fyri dystin niðri á Madeira leygar
dagin, hóast hann er eitt sindur
ivasamur.
– Hóast vit fegnir vilja tað, so
verður ikki lætt hjá okkum at
matsja portugisarnar. Men vit fara
at royna at lesa teir av og vita, um
vit ikki kunnu fáa ein javnari dyst
har niðri.
Sum heild gott
Enn er nakað tíðliga at taka saman
um europeiska avrikið hjá Neist
anum hesa ferð, men hóast tað
gjørdist ein avsmurningur í heima
dystinum í øðrum umfari, og hóast
neyvan kann roknast við øðrum
enn tapi í útidystinum, hevur talan
samanlagt verið um eitt gott avrik.
Neistin hevur enn eina ferð
megnað at gingið undan og víst
vegin, tí at vinna við ávikavist 13 og
12 málum á besta liðnum av Kypros,
AC Latsia, er sanniliga eitt góðkent
avrik. Og tá annað ikki er væntandi,
enn at mótstøðan harðnar, tá tú
kemur víðari, fær tað neyvan verið
stórt øðrvísi.
Sjálvandi hevði tað verið stutt
ligari at sæð eitt topptendrað
Neistalið, ið veruliga kundi bitið
frá sær, men nú verður tann inn
satsurin kanska í staðin brúktur í
útidystinum, hóast meira ivasamt
man vera, hvat tann innsatsurin
ítøkiliga kann brúkast til har.
So mikið av muni er hóast alt á
at vera nummar eitt í Føroyum og
nummar tvey í Portugal…
hilmarjan@sosialurin.fo
EHF-Cup: Neistin - Madeira 20-34 (10-19):
Einki hekk saman
Hondbóltur Illa lá fyri hjá Neistamonnunum leygarkvøldið, tá teir tóku ímóti
Madeira í EHF Cup-kappingini. Ein rúgva av tekniskum feilum og ov lítil samanhangur
í spælinum endaði við, at Neistin fekk ein avsmurning frá portugisum
Neistin - Madeira
20-24 (10-19)
Dómarar: Havard Kleiven
og Christian Ramberg (Norra)
Neistin: Finnur Hansson 6, Josef
Abrahamsen 4, Heini Hanusarson 4,
Sjúrður Thomassen 3, Jugoslav Djumic
1, Teitur Magnusson 1, Áki Mørk 1
Madeira: Joad Ferraz 6, Goncalo
Viera 6, Daniel Santos 5, Nuno Silva
5, Joao Antunes 4, Joao Mendes 3,
Hugo Rosario 3, Mauro Aveiro 1, Luis
Marques 1
Útvísingar: Neistin 3
Brotskøst: Neistin 1, Madeira 6
So hvørt sum dystinum leið, setti Madeira ferðina upp, meðan Neistin fekk minni og minni at rigga
Myndir: Álvur Haraldsen