mánadagur 10. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
2
2
0
6
0
6
4
2 Fleyr
2
2
0
6
0
6
4
3 ÍF
2
2
0
6
2
4
4
4 Mjølnir
1
1
0
3
0
3
2
5 Ternan
1
0
1
0
3
-3
0
6 Dráttur
2
0
2
1
6
-5
0
7 TB
2
0
2
1
-5
0
8 KÍF
2
0
2
0
6
-6
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Fleyr
1
1
0
3
1
2
2
2 ÍF
1
1
0
3
2
1
2
3 TB
0
0
0
0
0
0
0
4 SÍ
1
0
1
2
3
-1
0
5 Mjølnir
1
0
1
1
3
-2
0
flogbóltur
Hilmar Jan Hansen
Gamli klassikarin í mansflog
bólti var á skránni í Gunda
dalshøllini í Havn í gjár, tá
Fleyr tók ímóti Mjølnir. Seinnu
árini hevur Mjølnir dugað og
víst meira, meðan Fleyr ikki
ordiliga er komið heilt upp á
toppin aftur. Men nú var vent
í holuni.
Mjølnir var síðsta vetur
bæði steypa- og FM-finalistur,
men mátti í báðum førum lúta
fyri ÍF, ið var klárt sterkasta
liðið í Eik-liguni hjá monnum.
Størsti veikleikin hjá Mjølnir
var tá, at breiddin ikki var
nakað serlig, tí liðið hevði ikki
javnsterkar menn, ið kundu
kappast um plássini.
Hinvegin hevur heldur ikki
tað stóra verið at sæð til nakra
breidd hjá Fleyr, men í gjár
góvust so nakrar ábendingar
um, at havnarfelagið kanska
er á veg at koma fyri seg aftur.
Meðan Mjølnir hevði sínar
níggju mans við úr Klaksvík,
hevði Fleyr pláss fyri fleiri
útskiftingum, uttan at hetta
kortini sá út til at nerva spælið
stórvegis.
Fleyr vann bæði fyrsta og
annað sett, men í øðrum setti
kom Mjølnir væl við, eftir
at hava verið einar 10 bóltar
aftanfyri, og Mjølnir vann eis
ini triðja sett. Men í fjórða setti
var alt við tað gamla, sum tað
hevði verið tey bæði fyrstu,
og Fleyr vann bæði settið og
dystin.
Enn er einki útliðið, og hetta
var fyrsti dystur hjá bæði
Fleyr og Mjølnir, men sum ten
densurin var her, kann Fleyr
síggja fram til eitt spennandi
ár, meðan Mjølnir við lítlari
breidd skal ansa sær – serliga,
um onkur av hinum liðunum
taka seg fram. SÍ og ÍF spældu
ein fimmsettara fyri viku síð
ani, so nógv kundi bent á, at
her eru fleiri um boðið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
ÍF, sum fyri viku síðani á útivølli
vann á Drátti, hevði leygardagin
á Kambsdali vitjan av TB. Tað
gjørdist enn eina ferð til ein sigur
til fuglfjarðakvinnur, hóast tær
hesa ferð noyddust at lata eitt sett
frá sær. TB sær ikki út til at vera ein
stórvegis hóttan ella avbjóðari, men
líkist mest einum liði í miðjuni, ið
kann koma at arga hini, um liðið er
væl mannað onkrar dystir.
Hvussu langt tær í ÍF kunnu fáa
tað at røkka, er ein opin spurningur,
tí enn eru ov fáir dystir farnir, og enn
hevur ÍF ikki spælt ímóti nøkrum
av liðunum, ið kunnu væntast at
liggja heilt har frammi. Men sum er,
sær ÍF út sum eitt lið, ið kann liggja
upp ímóti heiðursmerkjum, um tað
eisini eydnast at gera nakað við tey,
ið kunnu væntast at vera frægari.
Hinir
báðir
kvinnudystirnir
vóru sera einfaldar uppgerðir, har
stórur munur var á. Leygardagin
tók SÍ í høllini í Sørvági ímóti KÍF,
og her vann SÍ ein tryggan 3-0 sigur.
Sannførandi settúrslitini fortelja
um ein dyst, har sera stórur munur
var á liðunum, og meðan vit enn
ikki hava sæð, hvat SÍ kann gera
ímóti hinum liðunum, ið plaga at
blanda seg í toppinum, líkist KÍF
einum botnliði.
Tað sama má sigast um Drátt,
sum á útivølli í gjár ikki fekk
stórvegis burturúr ímóti Fleyr,
sum síðsta vetur kom heilt í FM-
finalurnar. Her var eisini sera
stórur munur á liðunum, so helst
er Fleyr í sama formi sum síðst,
meðan Dráttur sær út til at vera
enn verri fyri.
Sum sagt, er einki útliðið enn, so
tá summi lið standa seg óvanliga
illa at byrja við, kann tað eisini
hava nakað at gera við innspæling
av nýggjum spælarum, nýggjar
venjarar ella uppbygging av liðum,
har ungir spælarar koma upp. Slíkt
tekur eisini tíð, men ikki skerst
burtur, at ein tendensur longu er at
hóma í kvinnukappingini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kvinnuflogbóltur Einki óvæntað úrslit var í Eik-liguni hjá
kvinnum um vikuskiftið, har serliga SÍ og Fleyr komu lætt til
sigrarnar, meðan tær hjá ÍF máttu sveitta eitt sindur meira
Favorittsigrar
allastaðni
Fleyr betri
breidd
Mansflogbóltur Menninir
hjá Fleyr høvdu fleiri streingir
at spæla á, og tí fingu teir sent
Mjølnir avstað aftur við ongum
Fleyr - Mjølnir 3-1
(25-22, 25-21, 21-25, 25-21)
ÍF - TB 3-1
(25-13, 20-25, 25-13, 25-23)
SÍ - KÍF 3-0
(25-11, 25-7, 25-10)
Fleyr - Dráttur 3-0
(25-8, 25-9, 25-11)
Mynd: Álvur Haraldsen