mánadagur 10. oktober 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
2 av 10
Eitt sunt og gott vinnulívið er
fortreytin fyri, at vit kunnu
lívbjarga okkum her á Føroya
landi.
Tað er vinnulívið, ið held
ur samfelagnum uppi. Hetta
viðførir, at tað er ikki ráð til
afturbering til vinnulívið,
sum ofta verður brúkt til at
betra um kappingarførið.
Hesum eri eg ímóti; um
eg
verði
valdur,
vil
eg
harafturímóti virka fyri, at:
• At vinnulívið fær góðar,
rættvísar og stabilar karmar
at arbeiða undir.
• Vinnulívið tekur ábyrgd
av starvsfólki, umhvørvi og
samfelagi.
• Raðfesting av arbeiðs
eftirlitinum fyri betri trygd
á arbeiðsplássunum.
• Arbeiðsmarknaðar
depil verður skiðaður,
so partarnir á arbeiðs
marknaðinum í størri mun
enn í dag kunnu skipa fyri
egnum viðurskiftum.
Vit vaksa inn á ting
So javnt fyri føroyingar
Føroyar.
Vinnulívldurið
Heri Ólason Dam
valevn hjá Javnaðarflokkinum
70 % av tí sum
barnið lærir fyrstu
12 árini, lærir tað frá
okkum foreldrum.
Tað staðfestir granskingin.
Hesi tøl siga alt um,
hvussu týdningarmikið tað
er, at menna samstarvið mill
um heim og skúla, og at vit
foreldur vísa áhuga fyri tí,
sum hendir á dagstovnum
og í skúlum.
Tað besta tú kanst
geva barni tínum við
í skúla er tín áhuga
fyri skúlanum
Tað eru hvørki pengar, dýrar
skúlataskur
ella
onnur
litføgur “gadgets”, sum eru
avgerðandi.
Sýnir tú áhuga, kemur tú
á fundir, vilt tú seta stundir
av til skúlasamstarv, og at
koma at kenna floksfelagar
barnsins og foreldur teirra, so
mennir tú læruumstøðurnar
hjá tínum barni meira enn
nakar droymir um, og so
lærir barn títt meira og
betri.
Tað snýr seg ikki um hvør
tú ert, men hvat tú gert!
Hetta sigi eg ikki fyri
at
sleppa
fólkaskúlanum
ella myndugleikum undan
ábyrgd, men fyri at vísa á, at
vit skulu menna bæði skúla
stýrini og serliga felagsskapin
“Heim og skúla”.
Foreldrini eru ein risastór
ressursa, sum vit skulu duga
nógv betri at gagnnýta. Tí
mugu vit ongantíð skýra
foreldur at vera ressursuveik.
Tí hevur annar parturin í
einum samstarvi fatanina,
at hin er ressursuveikur – so
ber tað javnbjóðis samstarv
ikki til.
Pisa-kanningin
Pisa-kanningarnar vísa eisini,
at tað serliga er leikluturin
hjá mammuni, og førleiki
hennara at stimbra barnið,
sum sæst aftur í góðum ella
vánaligum
Pisa-úrslitum.
Okkara úrslit kundu sum
kunnugt verið betri, tað vita
vit. Tíbetur hóma vit tó longu
nú eina framgongd.
»Heim og Skúli«
Sum
landssýriskvinna
í
Mentamálum havi eg gjørt
mær ómak at fáa eitt gott
samstarv í lag við skúlastýr
ini. Somuleiðis havi eg lagt
dent á at menna samstarvið
við felagsskapin “Heim og
skúla”.
Tað
er
umráðandi
at
hesin felagsskapur fær betri
umstøður at útinna sítt
virksemi. Og allarbest um tað
eydnaðist okkum at útvega
eina játtan, so at tey veruliga
fingu farið um alt landið
við tí íblástri til samstarv
millum heim og skúla, sum
tey brenna fyri. Serliga nú
skúlareformur stendur fyri
framman, er tað neyðugt,
at vit fremja broytingar í
samstarvi við foreldrini.
Um tað er satt, sum
granskingin sigur, at 70%
av
læringini
standa
vit
foreldur fyri, so er ein íløga
í samstarvið millum heim og
skúla gull verd.
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
LØGtingsvalið 2011
Heim og skúli
Ja, men er nakað samband
millum tey?
Umsiting av jørðini er roynd
og ásannað í mannaminni!
Nakrir stórbøndur »áttu"«
jørðina. Onnur vóru arbeiðs
fólk, og tóku til rættis ágóðan
av "jørðini"
Seinni sóu við gyllins
menn, ið høvdu arvað frá
teimum »stóru«:
Lønin fyri arbeiðið varð
staðfest
eftir
táverandi
leiðreglum!
Nógv og mangt er broytt,
síðan tá!
Sum barn minnist eg,
hvussu nógv ullin hevði at
týða. Mestu klæðini vórðu
virkað úr ull, men var ikki
nóg nógv til av ull, so sat tú
kaldur! Nógv minnast enn,
hvussu týðandi tað var at
"leita eftir ull" í høgunum!
Tey, sum áttu nógv av ull,
áttu eisini nógv av kjøti, so
hvar var best liviligt? Har
var jørð at velta epli í, har
hoyrdu torvheiðar til!
Fólk skuldu vera mett,
heit og klædd!
Minnist ikki sjálvur, men
mær er sagt, at tey ognarleysu
høvdu sum seinasta útveg,
at fara á rættina, tá hini fóru
heim, at heinta "rættull"!
Rættull lá eftir, tá rakstur
var
liðugur.
Ullarlagdar
niðurtraðkaðir í seyðalorti!
Men um tú vildi og kundi
reinsa hesar, so var ullin eins
góð! Men bert tey ognarleysu
og
áhugaðu
gjørdu
sær
henda ómak!
Mangt er broytt, síðan tá.
Men myndin kann nýtast í
tíðarinnar politiska lívi- ella
spæli!
Fyri at gera tað betur í
okkara samfelag, so verða
nýggir
politiskir
flokkar
stovnaðir. Hetta hevur verið
roynt oftað, men kortini
uttan
stórvegis
gleði,
tí
hvør einasti flokkur er bert
mannaður av "menniskjum",
so har verður ikki øðrvísi!
Nú er aftur nýggjur flokk
ur stovnaður. Møguliga er
ætlanin góð, men útsýnið er
bert egináhugamál og "mín
succes"
Men
vónandi
verður
hann ikki bygdur upp av-
myndaliga sæð- "rættull"!!
Eyðun Mohr Viderø
Hvussu langt eru vit komin
Rættuliga áhugavert er at ásanna, at meðan fjøllini verða gingin, verður løgtingval!
Kjak