mánadagur 10. oktober 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á vári í 2010 stóð eg, sum
tíðindafólk, á odda fyri ein
um miðlaátaki, har vit varp
aðu ljós á korini hjá støkum
uppihaldarum í Føroyum.
Málið varð lýst gjøgnum
greinir og útvarp, og skipað
var fyri stórum kjakfundi
um evnið.
Hetta var í sambandi við
lanseringina av kanningini
"Stakir uppihaldarar í Føroy
um" eftir Siri Hansen og
Anniku Antoniussen. Niður
støðan av kanningini var, at
hóast tú bæði hevur útbúgv
ing og fulltíðarstarv, kanst
tú ikki klára teg uttan hjálp
frá familju og vinum, um
tú ert stakur uppihaldari í
Føroyum.
Í fyrsta umfari varð mett,
at 500 børn líða neyð í Føroy
um. Tíverri var hetta helst alt
ov lágt mett, tí eftir tiltakið
"Í menniskjum góður tokki",
sum Annlis Bjarkhamar og
onnur góð fólk tóku stig til,
gjørdist greitt, at rætta talið
í øllum førum er tað tví-, ja,
kanska -trífalda.
Og nú, í morgun, hevur
Hagstovan enn einaferð stað
fest, at tey, sum eru allar ring
ast fyri fíggjarliga, eru stakir
uppihaldarar og børn teirra!
Eg ynski, at Føroyar
skal vera eitt land,
har ongin er fátækur!
Eitt er eyðsæð, tað er for
bankað torført at fáa mánað
arlønina at røkka til allan
mánaðin. Hetta vit flest okk
ara. Men er tað torført við
tveimum inntøkum, kunnu
vit bara ímynda okkum,
hvussu hart tað man vera
hjá støkum.
Vit á Javnaðarliðinum
hava seinastu tíðina arbeitt
við nøkrum heilt ítøkiligum
ætlanum fyri, hvussu vit
kunnu lætta um tilveruna
hjá okkum, sum hava valt at
búgva her á landi. Serliga hjá
vanligum húskjum, støkum
og støkum uppihaldarum.
Hetta hevur verið ein
spennandi tilgongd, tí eitt
er at ynskja og lova, men at
finna fíggingina, er sjálvsagt
ein avbjóðing í hesum døgum.
Tó hevur tað nú eydnast
okkum at finna loysnir,
sum eisini eru búskaparliga
ábyrgdarfullar.
Fyri at koma til sakina, so
er ætlanin at seta inn á fleiri
mótum í senn, fyri á tann hátt
at lætta um gerandisdagin og
fíggjarstøðuna hjá føroysku
húsarhaldunum.
Skattur og lætti
Okkara boð upp á eina skatta
umlegging hevur við sær, at
fólk við lá- og miðalinntøku
fáa ein lætta, sum munar. Eitt
nú fáa eini hjún, har inntøkan
er 26.667 kr. í part um mán
aðin 1.300 kr. meiri at liva
fyri, og ein stakur persónur
við somu inntøku fær ein
lætta á 800 kr. um mánaðin.
Lættin kemst í stóran mun
av, at Kringvarpsgjaldið og
Heilsutrygd framyvir verða
goldin inn yvir skattin.
Harumframt
hækkar
barnafrádrátturin úr 5.500
í 6.500 kr. árliga fyri hvørt
barnið.
Hetta eru batar, sum veru
liga muna hjá hart spentum
lá- og miðalinntøkubólkun
um - og serliga hjá støkum
og støkum við børnum.
Les fleiri greið dømi um
skattaumleggingar www.j.fo
Bústaðarviðurskifti
Tað hevur í alt ov nógv ár
verið stórur tørvur á einum
alternativi til sethús og
milliónalán. Tí ætlar Javn
aðarflokkurin at Húsaláns
grunnurin skal byggja 180
leigu-
og
lutaíbúðir
har
leigukostnaðurin er einar
4.000 kr. um mánaðin, um
framt 80 kollegiibústaðir til
lesandi. Hetta verður fíggjað
av Húsalánsgrunninum, sum
hevur 350 mió. kr. í gjaldføri
at brúka.
Lesandi
Við
skattaumleggingini
verður eitt avlop á einar 18
milliónir kr. Hetta skulu les
andi í Føroyum hava ágóðan
av. Tí skjóta vit upp, at lesandi
framyvir fáa studning allar 12
mánaðirnar og ikki bara í 11,
sum nú. Harumframt verður
eykastudningurin til forsyrgj
arar hækkaður úr 1.500 kr.
upp í 2.000 kr. um mánaðin.
Prísstøðið
Føroyska prísstøðið er 14 pro
sent hægri enn tað danska,
og miðalinntøkan er 22 pro
sent lægri enn hin danska!
Vit eiga ikki at góðtaka, at
okkara livistøðið er so nógv
lægri enn tað danska.
Vantandi príseftirlit og
kapping eru høvuðsorsøkir
nar til høga prísstøðið í
Føroyum. Okkara avgjøld eru
ikki munandi hægri enn tey
donsku, men vit hava altíð
ein ávísan flutningskostnað.
Okkum
væntar
ein
samlaðan stovn, sum skal
kanna, kunna um og seta
tiltøk í verk, í sambandi við
prísáseting. Eitt sterkt og
proaktivt príseftirlit, sum
fer út í handlarnar at kanna
og samanbera prísir. Eisini
skulu fólk kunna senda inn
klagur um prísir til eftirlitið,
sum harumframt skal hava
førleika at vegleiða handils
lívinum um prísáseting.
Og sjálvandi skal prís
eftirlitið virka saman við
kappingarráðnum og brúk
araumboðnum
-
alt
við
sama endamáli: at verja okk
um ímóti fríu marknaðar
kreftunum, tá tær fara av
sporinum.
Tí frí kapping er bara
frí og fín, tá hon er undir
neyvum eftirliti!
Realistiskt boð
Eg haldi, at tað er umráðandi,
at vit, sum bjóða okkum fram
at stýra hesum landi, eisini
hava nøkur ítøkilig boð upp
á HVUSSU, vit vilja koma á
mál. Mótstøðufólk koma tá,
kropp á kroppi, og skíra tað
at vera tóm vallyfti. Men
alternativið er nógv verri,
nevniliga, at man onki boð
hevur upp á búskaparliga
ábyrgdarfullar loysnir.
Sum sagt hevur Javnaðar
flokkurin eitt realistiskt boð
upp á, hvussu vit kunnu lætta
um tilveruna hjá vanliga
føroyinginum. Serliga eru vit
errin av at kunna leggja fram
eitt heilstoypt skattauppskot,
sum tekur støði í solidarisku
Javnaðarhugsjónini, har vit
øll eru við til at lyfta í felag.
Tí tá verður alt bæði lættari
og rættari!
Soleiðis lætta vit um hjá
vanliga fólkinum
Rigmor Dam
valevni hjá
Javnaðarflokkinum
- rákið er reytt
og grønt!
LØGtingsvalið 2011
Vit hava nøkur ítøkilig og realistisk boð upp á, hvussu vit lætta um fíggjarliga
hjá vanliga húsarhaldinum - serliga hjá støkum uppihaldarum
Nú eru floksformenn samd
ir um, at 9 aðalráð eru ov
nógv. Men hvar er stutt-tíð
ar minnið? Í januar 2008
høvdu vit 7 aðalráð, men
takkað verið A, B, C, E og H
fingu vit fyri trimum árum
síðani 9 aðalráð at umsita
føroyska samfelagið. Undir
CHE-samgonguni, sum sat í
nakrar mánaðir í 2008, fingu
vit Uttanríkisráðið, og tá ið
ABC-samgongan kom til á
heysti 2008 vórðu almanna-
og heilsumál býtt sundur í 2
aðalráð.
Sjálvstýrisflokkurin
vil
hava hægst loyvda talið á
aðalráðum, sum skal vera 5,
ásett í stjórnarskipanini.
Ferðavinnan avlagað
Umframt øktar almennar
útreiðslur var ein av avleið
ingunum av nýggju aðalráð
unum, at ferðavinnan varð
avlagað. Nógv fólk vóru sett
í starv í Uttanríkisráðnum,
meðan Tjóðveldi hevði lands
stýrismannin, og hesi fólkini
skuldu sjálvandi hava okk
urt at gera. Tí varð stovnurin
Samvit tikin av og uppgávur
nar at røkja ferðavinnuvirk
semi í Føroyum fluttar í
Uttanríkisráðið (!), meðan
Fólkaflokkurin ráddi fyri
uttanríkisborgum.
Síðani
hava fólk, sum starvast við
ferðavinnu í Føroyum, gjørt
vart við, at umstøðurnar
at arbeiða við ferðavinnu
ongantíð
hava
verið
so
ringar sum nú.
Sjálvstýrisflokkurin
vil
virka fyri meira fjøltáttaðum
vinnulívi, eisini betraðum
umstøðum fyri ferðavinnu.
Og hetta skal gerast uttan til
vildarliga politiska uppílegg
ing, sum vit sóu við Samvit.
Elefant-kirkjugarðar?
Søgur siga, at elefantar, sum
kenna á sær, at deyðin er
nær, leita sær til eitt loyniligt,
seinasta
hvíldarstað,
har
teir leggja seg at bíða eftir
deyðanum.
Set krossin av nýggjum.
So at hvørki løgtingið ella
føroyska samfelagið enda
sum elefant-kirkjugarðar.
Aðalráð og ferðavinna
– fortíðarinnar syndir
Kristianna
Winther Poulsen
valevni hjá
Sjálvstýrisflokkinum
til løgtingsvalið
LØGtingsvalið 2011
Valgreinar