Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað kemur javnan fyri, at løgtingslimir nýta alment sett starvsfólk sum ”tvøgur” tá teir skulu vaska hendur sínar. Og viðhvørt verða enntá navngivin alment sett starvsfólk úthongd frá tingsins røðarapalli. Eitt tað seinasta dømi av hesum slag, var tá undan­ farni heilsu­mála­ráðharrin ”offraði” ein sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, fyri sjálvur at sleppa sær undan ábyrgd fyri eina meirnýtslu, sum sjúkrahúsleiðslan í veruleikanum ongan møgu­ leika hevði fingið frá lands­ stýrismanninum at stýra. Slíkur atburður móti alment settum starvsfólkum er fyri tað fyrsta serstakliga ódámligur. Og fyri tað næsta, so gevur tað eisini eina fatan av, at nógvir politik­­arar hava ikki hóm­ing av hvussu stórt og virðis­mikið arbeiði alment sett starvs­fólk veruliga gera, og hví tey gera tað. Eg havi sjálv so drúgvar royndir frá arbeiðið hjá tí almenna, bæði úti í ”mark­ ini” á sjúkrahúsum, røktar­ heimum og í almenn­ari fyri­ siting, at eg veit frá egnum royndum hvørji kor alment sett starvsfólk virka undir. Almenn sett starvsfólk røkja í veruleikanum nevn­ liga bara tær uppgávur fyri teg og meg, sum løg­tings­­limir sjálvir hava bið­ið um. Tí tað eru nevn­liga løgtingslimir, sum sjálvir gera av hvussu tænastu­støði fyri almennar tænast­ur skal verða. Bæði hvat slag av almennum tænastum, og hvussu nógvur peningur verður játtaður til slíkar tænastur, tað verið seg innan fyristing, eftirlit, heilsuøkið, eldraøkið, um­ hvørvis­økið o.s.fr. Og ongin – heldur ikki fólka­floks­velj­ arar – vilja verða neyðugar almennar tænastu­veitingar fyri uttan. Tíðin er komin, har løgtingslimir takað ábyrgd og standa við sínar avgerðir, heldur enn at goyma seg aftanfyri alment sett starvsfólk, ella at nýta hesi sum ”tvøgur”, fyri at vaska sínar hendur. Tí bjóði eg meg fram sum løgtingslim, fyri at takað veruliga ábyrgd fyri politiskum avgerðum, og at vísa virðing fyri tí virðismikla arbeiði, sum alment sett starvsfólk gera, út frá teimum fortreytum løgtingið bjóðar teimum. Aibritt á Plógv valevni Fólkafloksins LØGtingsvalið 2011 Alment sett starvsfólk ikki nýtast til “tvøgur”..... Løgtingið bað um eina kann­ ing av fátækra­markinum, nú er hon so komin, og er tað sjón fyri søgn, at hvussu tú er fyri, er tætt knýtt at, hvar í landinum tú býr. Hvør var nú ringast fyri? Jú, Suðurøkið í Føroyum var harðast rakt.Vit mugu bara staðfesta, at suðurøkið í Føroyum er í svárari neyð. Hví er tað so? Jú, ein talandi orsøk og helst tann størsta er, tað vánaliga ferðasambandið til bæði Sandoynna og Suðuroynna. Fólkini sum búleikast á hesum plássum hava vánaligar umstøður at ferðast inn á meginøkið, til arbeiðis. Eisini hava tey ongan møguleika at fáa sær eina útbúgving og samstundis búgva heima. Hetta samlað ger, at hesi fólk hava lægri inntøku enn aðrastaðni í landinum og av somu orsøk, eitt lægri livistøði. Longu áðrenn koyrandi verður millum oyggjarnar, eigur man at gera nakað við hendan trupulleika. Tí hann er átrokandi. Eitt sum vit eiga at lógeva um, er at tað eigur ikki at verða dýrari at ferðast til Sandoynna, Suðuroynna ella aðrar oyggjar í landinum, bara tí at sjógvur er í millum. Prísurin skal verða tann sami, sum tá ið ein ferðast gjøgnum ein av okkara undirsjóvartunnlum. Allar tunnlar í eitt partafelag Tað er av alstórum týdn­­ingi fyri útjaðarin í hes­­um landi, at vit sum skjót­­­ast leggja allar undur­sjóv­ar­tunnl­ar í eitt parta­felag, so­leiðis at vit í Føroy­um fram­hald­andi hava ráð at út­byggja okkara infra­kervi. Nei, skula vit bjarga suðurøkinum í Føroyum, skal ferðasambandið út­byggj­ ast, við fyrst einum sand­ oyar­tunnli og síðan einum suðuroyartunnli. Gerhard Lognberg Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Sandoyar­tunnil ein fyritreyt! Í Jysku lóg frá 1241 standa kendu orðini ”Med lov skal land bygges” og víðari stendur ”Loven skal være ærlig og retfærdig, taalelig, efter Landets Sædvane, passende og nyttig og tydelig, saa at alle kan vide og forstaa, hvad Loven siger” Hetta eru vís orð, havandi í huga at tey eru frá 1241. Danir hava eina langa siðvenju á lógarøkinum, og hava í stóran mun dugað væl at smíða lóggávu, ið hóskar til tað danska samfelagið. Orsaka av ríkisrættarligu støðu okkara og tætta tilknýti til danska útbúgvingarkervið hava vit í morgum føri kopiera danska rættarsamfelagið og lógarpraksis fram til dagin í dag. Vit hava kopierað danskar lógir, lógir, sum eru tilevnaðar eitt samfelag til 5 mió. íbúgvar, altso lógir, íð eru passandi og nýtiligar til eitt heilt annað samfelag enn okkara. Hetta er ein siðvenja, vit eiga at gera upp við, tí kopiering av danskari lóggávu og umsiting av hesari er ein beinleiðis atvold til, at almenni geirin er vorðin ein ovurtung byrða fyri tað føroyska samfelagið. Vit skulu hava smidligar lógir, ið eru tilevnaðar eitt íbúgvaratal, sum okkara, lógir, ið eru tillagaðar føroyska samfelagið og føroyska tørvin. Vit hava ómetaliga dugnaligar løgfrøðingar í føroysku fyrisitingini, men tíverri eru hesir í mongum føri ovbyrjaðir og hava ikki neyðugar stundir til lógarsmíð. Við lóg skal land byggjast, og eru vit vald á Føroya Løgting at samtykkja hesar lógir, men vit verða noydd til at geva løgfrøðingunum teir røttu karmarnar og umstøðurnar til lóggávusmíð og seta krøv til, at hesar lógir skulu tillagast okkara samfelag. Hetta er skilagóð fyrisiting og í rakstri bíligari til fyrimuns fyri tann føroyska búskapin. www.annikaolsen.net Annika Olsen Løgtingskvinna og valevni Fólkafloksins LØGtingsvalið 2011 Við lóg skal land byggjast, men tað skal vera grundað á tað føroyska samfelagið Løgtingsvalið 2011 Sosialurin Nýggi Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 400,- um ársfjórðingin Nýggi Sosialurin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64