mánadagur 10. oktober 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Opið bræv til
øll valevni til
løgtingsvalið
Nú løgtingsval stendur fyri
durum skal eg til íblástur
til øll valevni hervið lýsa
fortreytirnar
fyri
míni
atkvøðu. Eg ætli mær at
stemma upp á tann persón
ella flokk, ið best kann
sannføra
meg
um,
hvat
viðkomandi fer at gera við
spurningin um fólkavøkstur
í Føroyum. Vit útflyta sum er
okkara ungdóm í stórum tali,
uttan at skapa eitt samfelag,
flestu teirra ynskja at venda
aftur til. Í mun til hesa
avbjóðing eru allir aðrir
samfelagsspurningar
eftir
mínum tykki í longdini spurn
ingar av minni týdningi.
Tað skal verða sagt beinan
vegin, at óítøkiligur retorikk
ur um, at tann og tann
flokkur ella valevni ætlar at
virka fyri tí og tí, fer ikki at
ávirka mína atkvøðu. Tað er
bert dirvi og ítøkilig munandi
tiltøk beinanvegin, sum kann
ávirka meg í so máta.
Eg eri givin við at velja
eftir høgra/vinstra, loysing/
samband, kristilig/verðsligt
í mun til løgtingsval. Av tí
at eingin blokkpolitikkur
verður førdur í Føroyum, havi
eg sum veljari ongan kjans
at vita, hvat mín atkvøða
fer at verða brúkt til. Tá tað
samstundis kann staðfestast,
at lítil og eingin floksdisiplin
er á tingi, og at tað er 10-20%
møguleiki fyri, at ein valdur
løgtingslimur skiftir flokk
ella stovnar egnan flokk í
valtíðarskeiðnum, so er størri
møguleiki
at
forútsíggja,
hvørji tølini verða í V4
leygardagin, enn at vita hvat
mín atkvøða fer at verða
brúkt til eftir løgtingsvalið.
Mín atkvøða er tí púrasta
leys. Tann politikari, sum
klárar at sannføra meg um,
at viðkomandi veruliga hev
ur skilt avbjóðingina um
fólkavøkstur í Føroyum, og
ítøkiliga vísir á sannlíkar
møguleikar at betra munandi
um hesa avbjóðing, fær mína
atkvøðu.
Sum
búskaparfrøðingar
og onnur hava víst á í nøkur
ár, so eru Føroyar á vandakós
– vit verða við núverandi kós
avtoftaðar eins og Hetland og
nógvir aðrir útjaðarar hava
upplivað síðstu áratíggini.
Yvirskipað
og
foreinklað
er myndin hendan: Uttan
fólkavøkstur verður eingin
búskaparvøkstur. Uttan bú
skaparvøkstur verður eingin
trivnaður. Uttan trivnað verða
eingi fólk eftir í landinum.
Fleiri
kanningar
eru
longu gjørdar, sum vísa,
hvat skal til fyri at minka
um fráflytingina og vaksa
um tilflytingina. Sum tað
t. d. sæst í faldaranum »Eg
vil so fegin hava, at børnini
læra føroyskt« hjá Norður
atlantsbólkinum á Fólkatingi,
so eru tað yvirskipaðir grund
leggjandi spurningar sum
arbeiðsmøguleikar, lagaligir
bústaðarmøguleikar, fram
haldsútbúgvingar í Føroy
um, sosialar veitingar um
framt eitt meiri búgvið og
forútsigiligt
løgting,
sum
hava størst týdning í hesum
sambandi. Hagtølini til júst
hesa kanning byggja á tøl,
sum
Danmarks
Statistik
hevur fingið til vega millum
føroyingar
búsitandi
í
Danmark, og er algongd við at
googla heitið á faldaranum.
Her eru nøkur
víðgongd men ítøkilig
hugskot til íblástur:
• gjørdar verða greiðar
tvørpolitiskar
langtíðar
ætlanir við tí fyri eyga at
menna Føroyar og vaksa um
talið í íbúgvum
• sett verða ítøkilig vakstr
armál, t. d. at vit ynskja, at
tað skulu búgva 70.000 fólk í
Føroyum um 20 ár
• sett verða ítøkilig mál
fyri, at vit í Føroyum skulu
seta á stovn 500 nýggj
arbeiðspláss hvørt ár, gjarna
við hjálp frá útlendskum fyri
tøkum og útlendskari arbeiðs
megi (har í millum sjálvandi
føroyingum uttanlands)
• sett verða ítøkilig mál
fyri, at t.d. 400 nýggjar bú
staðareindir verða gjørdar
tøkar kring landið um árið,
harav mugu helvtin verða
somikið lagaligar, at fólk við
minni
inntøkugrundarlagi
hava ráð at búgva í hesum
bústaðareindum
• vælferðarveitingarnar í
Føroyum verða dagførdar við
tí fyri eyga, at serliga láginn
tøkuhúsarhald við serligum
tørvum hava ráð at liva eitt
virðiligt lív í Føroyum
• hildið verður á fram við
at granska í og ítøkiliggera
hvat skal til at minka um
fráflytingina og vaksa um
tilflytingina
Hví ikki blása lív aftur í
Visión 2015 hugtakið, tó
við tí broyting, at miðað
verður nú eftir, at Føroyar,
tá komandi valtíðarskeið er
runnið, er verðins besta land
(útjaðari) at liva í, mált í mun
til, hvussu væl vit megna
at venda nettofráflyting til
nettotilflyting?
Onkur
spyr
sjálvandi,
hvussu vit skulu fíggja alt
hetta? Her er tað, at okkara
politikarar, ið so fegnir vilja
veljast inn á ting, koma inn
í myndina. Tit verða vald
at stýra og raðfesta vegna
okkum veljarar. Tit eru undir
okkum veljarum, ikki yvir
okkum. Tykkara evni og vilji
til at stýra og umraðfesta í
mun til spurningin um fólka
vøkstur
kemur
eftir
mínum tykki at vísa, hvør
politikari hevur uppiborið
at ráða fyri borgum. Allar
broytingar kosta bæði so og
so. Tað mátti tó verið betri
at raðfest í dag, nú fólkatalið
er stagnerað, enn at skula
raðfesta um 4 ár, tá ið fólka
talið sannlíkt er byrjað á
glíðibreytini niður móti null.
Vónandi fær onkur annar
veljari eisini íblástur av
omanfyrinevndu tankum.
Hoyvík, 27. september 2011
Jens Wang
Hugburður til fólkavøkstur í Føroyum
Nú vil Javnarflokkurin hava,
at allir føroyingar skulu
gjalda inn í eitt slag av ein
um grunni, sum teir kallað
Fólkatrygd
(hugskotið
er
allarhelst komi frá Norra).
Teir eru komnir fram til,
at nú kunnu teir áleggja
øllum útisiglaraum eitt slag
av skatti, soleiðis at landi
kann fáa meiri inn í lands
kassan.
Javnarflokkurin
hevur í longri tíð, leita eftir
einum hátti, at fáa pening
frá teimum sum sigla úti í
heimi og halda teir ivaleyst
at hettar er leisturin.
Hví skulu vit sum hava
valt at sigla úti straffast av
Javnarflokkinum?
Tá ið ein er barn, so fær
ein at vita frá foreldrum
sínum, at útbúgving er lívs
neyðug um ein skal hava
nakran kjans víðari í lívinum.
Vit hava so valt skipsførara
og aðrir maskinmeistara. Vit
fara út at sigla undir somu
treytum sum okkara kollegar
gera, og somuleiðis koyra
vit eftir somu sáttmálum
sum teir gera. Nú vil Aksel,
við fylgi, hava at vit gjalda
10 % aftrat til landið aftrat
tí vit longu gjaldað har
vit sigla og skulu so sigla
saman við okkara kollegum
og fáa 10% minni í úrtøku
enn teir. Kundi hugsa mær
at fingið at vita frá Akseli,
hví vit ikki skulu hava sama
nettovinning sum okkara
kollegar úr Skandinavia.
Við skulu minnast til, at
vit hava minni keypi orku
enn okkara kollegar, tí at so
at siga alt her í landinum
er dýrari enn hjá teimum.
Skulu vit nú eisini gjalda 10%
aftrat, so verður alt ov stórur
munur á og so verður tað
endaliga úrslitið, at teir sum
sigla úti flyta av landinum
og hvat er so vunnið. Vil
Javnarflokkurin hava at teir
sum sigla úti skulu flyta, ja so
er bert at seta teirra ætlan í
verk.
Um teir sum sigla úti
ikki vóru her, so hevði t.d
Atlantsflog ikki havt eina tað
einastu krónu í yvirskotið, og
so kundu vit bara fyristilla
okkum hvør skuldi havt
goldið.
Øvundsjúkan er tann í
drepur og eg byrji at lukta
okkurt sum líkist øvundsjúku
frá Javnarflokkinum. Um
tað er so, at landi er blivi ov
dýrt at reka, so mugu tit seta
tykkum niður og viðgera
hvat er neyðugt at hava hjá
samfelagnum Føroyar. Tit
koma aldrin á mál, um tit
ætlað at skatta tykkum til
tað endaliga úrslitið.
Fólkið í landinum hevur
valt ymiskar lívsleiðir og tað
mugu tit eisini góðtakað.
Hví kunnu øll sum arbeiða
ikki gjaldað sama skattapro
sent í skatti tildømis (40%),
har so tey sum hava inntøkur
lægri enn 200.000 kr hava ein
botnfrádrott. Hví skulu tey
sum stremba eftir at tjena
pengar, straffast afturfyri.
Hattar er ein heilt skeivur
tankagangur og um tit í Javn
arflokkinum vilja hava tað
soleiðis, so kemur hetta sam
felagið aldrin at reisa seg.
Nú tað stundar framm
ímóti vali, so kundi verði
áhugavert fyri okkum sum
sigla úti, at fingið at vita
hvussu støðan hjá hinum
flokkunum er fyri uppskoti
num hjá Javnarflokkinum.
Javnarflokkurin vil sleppa
av við útisiglarar
Jan Haldansen
Skipari