mánadagur 10. oktober 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 10. oktober 2011 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialistisk Ung
Trøllvaksnar
mammurumpur
Elisabeth Steinberg býr í
Klaksvík hjá ommu og abba
sínum. Hon er 25 ára gomul
og lesur stjórnmálafrøði á
Søgu- og Samfelagsdeildini
á Setrinum í Havn. “At búgva
heima hjá ommu og abba,
sum 25 ára gomul, er sum at
fara tíggju ár aftur í tíðina,”
sigur
hon.
Elisabeth
vil
gjarna flyta í egið kamar ella
íbúð tættari við skúlan. Eina
tíð royndi hon at leiga íbúð
í Havn, men studningurin
áljóðandi kr. 3.737 rakk ikki
til, so hon varð noydd at
arbeiða við síðurnar av. Tá
gekk betur at rinda leiguna,
men verri við tí fakliga. Av
teirri orsøk flutti hon norður
aftur til familjuna í Klaksvík,
so hon aftur hevði tíð at hug
savna seg um at lesa.
Av tí at Elisabeth býr í
Klaksvík, fara nógvir tímar
til koyring. Busstíðir og tíma
talva liggja soleiðis fyri, at
hon noyðist at velja millum
at koma nakrar tímar ov
tíðliga ella ov seint. ”Um ein
skúlatími er avlýstur, so kann
eg ikki bara siga, ná, okey, frí í
dag og so fara heim aftur. Eg
má bíða til bussurin koyrir
aftur til Klaksvíkar, sita í hon
um í hálvan annan tíma og
síðan ganga heim. Tað tekur
nærum ein heilan dag, og
hetta hendir meir enn so.”
Lestraríbúðir til
Føroyar, takk
Aftaná miðnámsskúlan flutti
Elisabeth til Aberdeen at
lesa. Har leigaðu hon og ein
vinkona íbúð saman í einum
íbúðarblokki, ið er serliga
ætlaður
lesandi.
Skuldi
Elisabeth
avgjørt,
vórðu
ein rúgva av lestraríbúðum
bygdar í Føroyum, tætt við
har
miðnámsútbúgvingar
og hægri lærustovnar halda
til. Elisabeth sigur: ”Lestrar
íbúðir høvdu ikki bara loyst
íbúðartrupulleikan,
tær
høvdu eisini verið við til at
skapað eitt lestrarumhvørvi,
ið als ikki finst her á Setri
num.” Hetta heldur hon
eisini er orsakað av, at ymsu
deildirnar á Setrinum eru so
mikið spjaddar, og at einki
sum so verður gjørt fyri
at skapa gróðrarbotn fyri
livandi sosialum umhvørvi
til lesandi. Ikki tí, “eina ferð
um vikuna er lestrarkafé í
Hvonn, sum lesandi skipa
fyri, men tá má eg altíð hugsa
um, hvørt eg nái bussin
norður,” sigur Elisabeth - og
tað nær hon ikki.
Tað, at flyta heiman og
finna útav, hvussu ein kann
uppihalda
sær
sjálvum,
hevur alstóran týdning fyri,
at ein kann skapa sær yvirlit
yvir tilveruna. Uttan bústað,
einki bjartskygni. Í Føroy
um er vanligt, at foreldur
hava børn búgvandi, til tey
eru trøllvaksin. Hetta er ein
bjarnatænasta av foreldrun
um, av tí at børnini á ongan
hátt læra at klára seg sjálvi.
Lesandi høvdu fingið mest
burturúr, um tey høvdu
havt møguleika fyri egnum
rúmi í einum umhvørvi við
øðrum ungum lesandi. Eitt
dynamiskt
umhvørvi
má
vera eitt umhvørvi, har tey
lesandi kunnu stuðla hvør
øðrum bæði fakliga og sosialt,
koyra undir tá hugurin til at
lesa kanska ikki er so góður
og drekka ein kopp av kaffi
saman, tá ov nógv stendur á.
Vit í Sosialistisk Ung halda,
at tað almenna skal tora at
blanda seg uppí bústaðar
marknaðin. Trupulleikin, at
vit missa eitt heilt ættarlið
av ungum fólki, hoyrir landi
num og fólkinum til. Eins og
eitt træ ikki kann vaksa uttan
nakað av jørð til taks, kann eitt
lestrarumhvørvið heldur ikki
verða til, um pláss ikki er fyri
tí. Sostatt er tað ikki bert av
frægastu og skilabestu loysn
um, at júst tað almenna, sum
umboðar okkum øll, heilhjart
að ger íløgur í bíligar leigu
íbúðir til ung. Tað er beinleiðis
lívsneyðugt fyri Føroyar.
Vit skulu vera líka
glað og ikki líkaglað
Í fjóðra parti vísa vit á
umstøðurnar hjá einum, sum
hevur verið fyri kynsligum
ágangi í Føroyum.
(3/5) Eru vit líka glað ella líkaglað? – Lesandi
Sosialistisk Ung vilja vera røddin hjá minnilutabólkum í Føroyum. Teimum, ið vit meina ikki hava eins góð rættindi,
sum meirlutin í samfelagnum. Tí spyrja vit við hesi greinarøð ”Hvør ert tú?” ”Hvussu hevur tú tað í Føroyum?” og ”Hvat
skal til fyri at tú trívist í landinum?” Í triðja parti parti vilja vit vísa á umstøðurnar hjá einum lesandi í Føroyum
Bogi Eliasen
Hósdagin í farnu viku fóru
Tummas í Garði læknastjóri
á
Landsjúkrahúsinum
og
undiritaði vestur um hav
til land møguleikans, USA.
Ørindini vóru greið, at halda
ein framløgu um FarGen verk
ætlanina á einum av ársins
sterku ráðstevnum í sjálvum
hjartanum fyri ílegugran
sking, Cold Spring Harbor
Laboratories skamt uttan fyri
New York, sum í stóran mun
var karmur um stóra stigið,
Human Genome Project, ið
kortlegði fyrsta mannage
nomið. Hetjan James Watson,
sum fann fram skapið av
DNA í 1953 og tí einahelst er
millum tey týdningarmestu
fólkini vísindin hevur sæð,
hevur bygt upp ílegugransk
ingina á Cold Spring Harbor,
hann er har enn – og fegnast
um FarGen.
Vit fóru spentir avstað, í
einum tíðindameldri har al
heims miðlar annars spríkja
søgur um, at vesturheimsins
skipan stendur á gravarbakka
num - og í Føroyum afturat um
føroyskar avmarkingar. Knapp
liga tyktist tað so øvugt, at so
nógv seta sjóneykuna á tað
sum ikki virkar og tað vit ikki
hava, heldur enn at menna
møguleikarnar. Við hesum í
velinum fóru vit báðir lækna
stjórin í ein heim, sum tók
ímóti okkara hugskoti við opn
um ørmum, og áðrenn long tíð
var runnin hevði FarGen verið
umrøtt bæði í The Times, Fox
News og Science, umframt
eina ørgrynnu av øðrum
útlendskum netmiðlum, eitt
prógv um at Føroyar hava
nógvar møguleikar – á íleguøki
num, møguleikar einki annað
samfelag hevur.
Á veg heimaftur eystur
um hav fekk hetta tankarnar
at sveima um teir ótrúligu
møguleikar okkara fantast
iska náttúra hevur borðreitt
fyri okkara lítla land. Okkara
land er vælsignað við fiski
ríkidømi, hesin fiskur er aftur
vælsignaður við marinari fiti,
sum hevur hesa fiskaoljuna
heimsmarknaðurin
er
so
altráður eftir. Vit liggja mitt í
einum grønum fantastiskum
orkuveldi, har serliga hav
streymar kunnu geva so
nógva orku, at hetta ikki
bara ger Føroyar orkugrønar,
men eisini kann gera okkum
til stórar orkuútflytarar av tí
grøna slagnum. Vindur kann
eisini verða ein partur av hesi
kós, eins og vit eru vælsignaði
við regni, sum bæði gevur
okkum orku og reint vatn.
Nógv meta eisini, at vit hava
olju í undirgrundini, sum
kann fáa stóran búskapar
ligan týdning fyri Føroyar.
Júst á oljuøkinum hava
Føroyar fyrireika seg væl
og við Jarðfeingi sett upp
eina skipan, sum bæði skal
fáa tilfeingið til høldar og
arbeiða fyri, at nakað liggur
eftir í Føroyum, tí oljan er jú
fólksins ogn. Og júst hetta
kundi verið leisturin til at
veruleikagera tann ófatu
liga stóra møguleikan, sum
FarGen er fyri Føroyar. Tí
FarGen er fólksins ogn, eitt
tilfeingi til frama fyri føroy
ska borgaran – og eitt tilfeingi
føroyski borgarin eigur.
Stórur áhugi er altjóða
fyri okkara FarGen skipan.
Vit kunnu verða við til at
loysa knútar, sum kunnu
gera íleguvitan meira brúk
bara, og harvið menna bæði
okkara og alheims heilsu
vísind. Men skulu vit taka
av hesum møguleika og
skulu vit, sum samfelag fáa
nakað burturúr, er neyðugt
at
fólkið,
samfelagið
og
politiska skipanin ynskir at
verða við, og soleiðis verða
við til at menna FarGen, sum
bæði betrar um heilsuverk
og skapar fleiri spennandi
størv. FarGen toymið hevur
við miðvísum og hørðum
arbeiði latið dyrnar upp,
men takið at ganga upp
alla trappuna má verða eitt
felags tak, eitt tak har fólkið
og serliga politiska skipanin
tekur undir við at skapa
karmar, sum veruleikagerð
byrjanina til at ganga inn
í land møguleikanna, sum
kann umfata ein raðfesting
av FarGen, tí Føroyar eru væl
signaðar við møguleikum.
Vit hava eina Country
Blessing onnur bert kunnu
droyma um. Sum Nobelheið
urslønarvinnarin Dr James
Watson segði við meg í 2008
– It’s all about organization
and will.
Ferðafrásøgn úr Landi
Møguleikans