fríggjadagur 13. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 30 - 13. februar 2004
Nr. 30 - 13. februar 2004
3
Nýtt bátafelag í Sørvági
Sørvágs Bátafelag
varð stovnað á fundi í
Sørvági týskvøldið.
Umleið 25 limir eru
longu í felagnum
SIGLING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sørvági:
Sørvingar hava fingið egið
bátafelag. Felagið fer at
skipa fyri ymsum tiltøkum
fyri tey, sum hava hug at
flóta, eins og tað skal vera
bindilið millum bátaeigarar
og kommunalu myndug-
leikarnar.
Stórur áhugi er fyri slík-
um felag, sigur formaðurin,
Regin Jespoersen. Á stovn-
andi fundinum, sum var
hildin týskvøldið, vóru 21
mans og ein kvinna. Lima-
talið er umleið 25 í dag, og
tey vænta, at tað saktans
kann gerast tað dupulta,
sigur hann.
Felagið fer at taka sær av
áhgamálunum hjá teimum,
sum eiga bátar í Sørvági.
Eitt nú samskiftinum við
kommununa,
sigur
formaðurin.
Hann sigur, at umtøður-
nar í bátahylinum eru rími-
liga góðar, men kundu væl
verið betri, tí har er ov
grunt.
Tvær stórar áir renna út í
bátahylin í Sørvági,og tær
bera so mikið við sær, at
tað merkist, sigur formað-
urin í Sørvágs Bátafelag.
Tað fyrsta verður tí at fáa
ávirkað kommununa til at
fara undir dýping í hylin-
um, sigur hann.
Í aðrar mátar verður tað
at skipa fyri tiltøkum av
ymsum slagi, sum slík
feløg plaga at standa fyri.
So sum felagstúrum og
stevnum. Tó væntar for-
maðurin ikki, at nøkur slík
stevna verður í ár.
Sørvágs Bátafelag hevur
fingið innivist í kappróðr-
arneystinum í Sørvági. Fel-
agið fer at halda til í mið-
hæddini í neystinum, sum
liggur við bátahylin. Okk-
urt smávegis verður at inn-
rætta og so skulu eisini wc
gerast, sigur formaðurin.
Tá verða hølisviðurskiftini
so eisini av teimum bestu
væntar hann. Køkur er
frammanundan í hølunum.
Nevndin,sum vald varð á
fyrsta fundinum er mannað
við: Regini Jespersen, Joh-
an Magnussen og Kára
Petersen. Eykalimur er Kim
Hansen.
Sunnukvøldið
komandi
(15. februar) býður Havn-
arkórið til konsert í Komm-
unuskúlahøllini í Havn. Á
skránni eru kórsangir eftir
W. A. Mozart (1756 - 1791)
og Johannes Brahms (1833
- 1897).
Lagt verður fyri við
Brahms, einari røð av
hansara vælljómandi a cap-
pella satsum fyri blandað
kór - tann eini tó duett
(Sanna í Brekkunum og
Randi Hansen) og kvinnu-
kór við klaverfylgispæli.
Hesin parturin endar við
Brahmssa yndisligu kór-
vøgguvísu Wiegenlied.
Mozart-skráin byrjar við,
at Petra Iversen syngur
kendu ariuna Voi che sapete
úr operuni "Die Zauber-
flöte" (Gandafloytan). Síð-
an fylgir motettin Laudate
Dominum fyri sopransolo
(Berghild
Poulsen)
og
kvinnukór við klaverfylgi-
spæli, og eftir enn tveir
satsir úr Gandafloytuni
endar kórið sín a cappella
part, t.e. kór uttan fylgi-
spæl, við kanon fyri trý
blandað kór.
Klarinettspælarnir Sára
Zachariasardóttir, Ása D.
Apol og Sonja D. Nolsøe,
næmingar hjá Peder Riis-
Jensen, koma síðan fram á
pall og framføra saman við
kórinum tríggjar av Moz-
artsa 6 Kansonettum fyri
kórtrio og blásarar.
Konsertin endar við fýra
"Zigeunerlieder" eftir Johs.
Brahms fyri blandað kór
klaver.
Tað er Jóhannes Andrea-
sen, sum hevur alt klaver-
fylgispælið á konsetini um
hendur.
Konsertin
byrjar
kl.
20.00 og kostar 80 kr. fyri
vaksin og 20 kr. fyri børn í
skúlaaldri.
Mozart og Brahms í
Kommunuskúlahøllini
Tvær stórar áir renna út í bátahylin í Sørvági. Tað ger, at hann grynnist skjótt, umframt at ísur legst á hann, tá kalt er í veðrinum
Mynd: Edvard Joensen
Seinasta umfar í
liðkappingini
TÍÐINDASKRIV:
Leygardagin 14. febr. end-
ar liðkappingin í talvi.
Sum vanligt verða allir
dystirnir í seinasta umfari
telvaðir undir somu lon,
og í ár verður byrjað kl. 13
í Bygdarhúsinum í Hós-
vík.
Stórur spenningur er
um hvør verður Føroya-
meistari. Klaksvíkar Talv-
felag hevur 25 stig (15
dystarstig), Kollafjørðar
Talvfelag 23 stig (13 dyst-
arstig) og Havnar Telving-
arfelag hevur 21 stig.
Klaksvík og Havnin møt-
ast í síðsta umfari, meðan
Kollafjørður telvar móti
toftamonnum. Reglurnar
siga, at um tað stendur á
jøvnum í stigum millum
oddaliðini, verður hugt
eftir
dystarstigunum.
Stendur eisini á jøvnum
har, verður umdystur.
Sandavágur flytur niður
í 2. deild, eftir at hava
verið eitt ár í bestu
deildini.
Í hinum deildunum
kunnu oddaliðini vissa
sær fyrsta pláss, um teir
bert møta til seinasta
dystin, og harvið sleppa
undan minus-stigum.
Klárt oddaliðið 2. deild
er Vestmanna Talvfelag,
HT3 er greitt á odda í 3.
deild, og Klaksvíkar Talv-
felag (a) vissar sær Før-
oyameistaraheitið í ung-
lingadeildini við at møta
til seinasta dystin.
Tá ið norski línubát-
urin, Skarhaug, var í
Saltangará eftir agni
fyrst í vikuni, hitti
truck-førarin hjá
Skipafelag Føroya,
Kristian Martin
Hammer (Kissi), fyri
fyrstu ferð í tríati ár
tveir av sínum skips-
feløgum aftur
SJÓMANSSØGA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mang kann tykjast undar-
ligt og tilvildarligt í hesum
heimi. Og tó; kanska er
sumt ikki so tilvildarligt
kortini.
Nógvar eru kendu sjó-
manssøgurnar, og nógvar
eru tær, ið almenningurin
ongantíð kemur at kenna.
Soleiðis er tað nú einaferð.
Sosialurin datt á eina av
hesum søgum mánadagin,
men tíverri eydnaðist okk-
um ikki at taka myndina,
sum hevði verið prikkurin
yvir i’ið, um hon var við.
Søgan byrjar, tá ið norski
línubáturin,
Skarhaug,
kemur á Saltangará eftir
agni seinasta sunnudag.
Mánamorgunin, tá ið
Sosialurin var fram við á
bryggjuni við myndatólin-
um, lá línubáturin fram-
vegis, men tá vistu vit einki
um, at nøkur serlig søga
var at "heinta" í hesum
sambandi.
Seinni fingu vit so eitt
"tips" um, at her kortini var
ein sjómanssøga at heinta.
Men tá var norski línu-
báturin farin avstað aftur…
Tríati ár seinni
Sunnukvøldið vitjaði Jákup
Hansen,
sum
eigur
línuskipið, Mascot, umborð
á Skarhaug. Undir vitjanini
spurdi ein av manningini
Jákup, um hann kendi
Kristian Martin Hammer,
vanliga nevndur Kissi.
Jú, Jákup kendi Kristian
Martin. Hann er truck-
førari hjá Skipafelag Før-
oya, og hansara dagliga
starv er her á bryggjuni!
Klokkan 21 sama kvøld
ringdi telefonin heima hjá
Kristian Martini. Tað var
Jákup, sum greiddi frá, at
umborð á Skarhaug vóru
tveir mans, sum kendu
hann og fegin vildu hitta
hann.
Teir høvdu verið saman í
Ný Foundlandi fyri 30
árum síðan og høvdu ong-
antíð sæst síðan.
- Eg fór oman á bryggj-
una beinanvegin, og har
hitti eg teir báðar. Tá ið vit
komu í prát, kendi eg teir
aftur, men eg mintist ikki
nøvnini. Tað var sera
hugnaligt at hitta menninar
aftur nú tríati ár seinni.
Kristian Martin sigur, at
norðmenninir vóru umleið
19 ára gamlir, tá ið hann var
saman við teimum umborð
á
norska
línubátinum,
Koralhav í 1974-1975.
- Eg minnist, at hetta
vóru allir fryntligir menn.
Aðrir føroyingar vóru eisini
umborð á Koralhav, men
eingin hiðani á leiðini.
Hinir vóru úr Leirvík og
Kollafirði.
Kristian Martin sigur, at
hann sigldi eini sjey ár við
reiðarínum, sum átti Koral-
hav.
Heim við
- Umborð á Skarhaug tos-
aði eg mest við annan av
hesum monnum, og hesin
kom heim við mær hetta
kvøldið. Vit prátaðu væl og
leingi, og klokkan var farin
av midnátt, áðrenn norð-
maðurin fór umborð aftur.
Í dag eru gomlu starvs-
felagarnir
hjá
Kristian
Martini umborð á Skarhaug
49-50 ára gamlir – og
sjálvur er hann nú 65 ár.
Til stuttleikar kann nevn-
ast, at meðan Skarhaug lá í
Saltangará, vórðu nærm-
astu
kioskirnar
næstan
tømdar fyri sigarettir og
tubbak, tí hesar vørur eru
vorðnar rættiliga dýrar í
Noregi.
Sjómenn hittust aftur eftir 30 árum
Norski línubáturin,
Skarhaug, sum var í
Saltangará eftir agni fyrst í
vikuni. Vitjanin førdi til, at
fyrrverandi skipsfelagar
hittust aftur eftir ikki at hava
sæð hvønn annan í tríati ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
3
2