Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 30 - 13. februar 2004 Nr. 30 - 13. februar 2004 5 At ivamál nú er reist um, at Jógvan á Lakjuni er vorðin landsstýrismaður í kirkjumálum, er eitt rættiliga gott dømi um tann trupulleika, ið yvirtøkan av fólkakirkjuni kann føra til, sigur Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum FÓLKAKIRKJAN OG LANDSSTÝRIS- MAÐURIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta vísir bara, hvørjar trupulleikar, ið kunnu standast av at yvirtaka fólkakirkjuna. Tað heldur Jákup Reinert Hansen, formaður í presta- felag Føroya um avgerðina at seta Jógvan á Lakjuni, sum ikki er limur í fólka- kirkjuni, at umsita kirkju- mál í landsstýrinum. Endamálið við Prestafel- agnum er at verja fakligu áhugamálini hjá prestunum og felagið fæst ikki so nógv við kirkjupolitisk mál. Men nógvir spurningar eru sjálvsagt samanhang- andi og formaðurin í prestafelagnum hevur eisini sína hugsan um støðuna, sum hevur tikið seg upp, eftir at Jógvan á Lakjuni varð settur í starvið sum landsstýrismaður í kirkju- málum, hóast hann er limir í brøðrasamkomuni, sum er grundleggjandi ósamd við kirkjuna um nógv viður- skifti. Men hann leggur dent á, at spurningurin er ikki við- gjørdur í Prestafelagnum, so hetta stendur fyri hans- ara egnu rokning. Vísir ein grund- leggjandi trupuleika Og formaðurin í Prestafel- agnum sigur, at ivamálið, sum nú hevur tikið seg upp um landsstýrismannin, vísir ein rættiliga grundleggj- andi trupuleika í arbeiðnum at yvirtaka fólkakirkjuna. – Hann sigur, at drotning- in er føddur limur í fólka- kirkjuni. Og tað er eisini drotningin, sum tilnevnir biskupar eftir at prestarnir og kirkjuráðini hava valt teir. Og tað er eisini drotn- ingin, sum loysir biskup- arn-ar úr úr starvi aftur. – Somuleiðis er tað drotningin, sum setir nýgg ritual í gildi. Eitt nú ritual fyri barnadóp og konfirm- atión. Jákup Reinert Hansen sigur, at hesi ritualini eru ein mynd av tí, vit trúgva uppá. Men hann spyr, hvussu verður, tá ið øll ábyrgd fyri fólkakirkjuna verður yvir- tikin. – Hvør skal tá koma ístaðin fyri drotningina, spyr hann. Hvør skal so seta ritual í gildi og hvør skal so seta biskupar og loysa teir úr starvi aftur. Jákup Reinert Hansen heldur ikki at tað ber til at krevja, at ein landsstýris- maður ella at ein løgmaður skal vera limur í fólka- kirkjuni. – Vit hava áður havt løg- mann, sum ikki hevur verið limur í fólkakirkjuni (Jógv- an Sundstein, blm.) – Men tað er eitt sindur margháttligt, at tað kanska framyvir skal vera ein landsstýrismaður, ella ein løgmaður, sum ikki er lim- ur í fólkakirkjuni, sum nú skal seta ritual í gildi í fólkakirkjuni. Hann væntar tó ikki, at ein landsstýrismaður hevði farið og gjørt broytingar í innaru viðurskiftunum í kirkjuni. – Tað hevði neyvan kom- ið fyri, men reint teoretiskt er vandin til staðar, og tí hevur tað alstóran týdning at hava púra greið viður- skifti, leggur hann afturat. – Tað er alneyðugt at hava púra greitt mark ímíll- um tey ytru og innaru við- urskiftini hjá fólkakirkjuni, tí tað skal ikki bera til hjá einum politikara at legga seg út í viðurskifti, sum viðvíkja okkara trúgv og trúarjáttan. Jákup Reinert Hansen sigur, at sostatt kunnu vit seta okkum tann grund- leggjandi spurningin, um tað er rætt, at politiski myndugleikin hevur slíkt vald yvir fólkakirkjuni. – Ein annar møguleiki kundi verið at at lagt hend- an myndugleikan í onkran annan stovn. Í hesum sam- bandi hevur tað onkuntíð verið nevnt, at kirkjan sjálv skuldi valt sær eitt evstaráð, sum so fekk myndugleikan, sum drotningin hevur nú. Í sambandi við fullveld- isætlanina varð viðhvørt nevnt, at vit skuldu hava felags drotning við Dan- mark, hóast vit fingu full- veldið. Kann drotningin so ikki framhaldandi hava hendan formliga myndug- leikan yvir kirkjuni, hóast hon verður yvirtikin? – Tað er sjálvandi ein politiskur spurningur. Men skal drotningin framhald- andi hava myndugleikan at seta biskupar í starv, loysa teir úr starvi og at seta ritu- al í gildi í fólkakirkjuni, verður jú ikki talan um eina fullkomna yvirtøku. Tað er heldur onki samband ímill- um drotningina og lands- stýrið og Løgtingið, eins og tað er samband ímillum drotningina og fólkatingið í Danmark. Formaðurin í Prestafel- agnum sigur, at júst hesin spurningurin hevur verið ein spurningurin, sum hev- ur ligið í buktini í samráð- ingunum ímillum Føroya og Danmark um yvirtøku av kirkjuni. Umfatar øll trúarsamfeløg Formaðurin í Prestafelagn- um vísir eisini á, at ætlanin er helst at yvirtaka alt máls- økið sum tað er og ikki bara sjálva fólkakirkjuna. Hann hugsar um, at uppi í hesum málsøkium eru eis- ini øll tey trúarsamfeløgini, sum eru uttanfyri Fólka- kirkjuna. – Í Føroyum eru ikki nógvar reglar fyri hesi trú- arsamfeløgini, men aðra- staðni skulu trúarsamfeløg lúka ávísar treytir og so verða tey góðkend sum trúarsamfeløg. Men men tað hava vit ikki í Føroyum. – Hetta merkir, at tað limagjald, sum fólk lata til hesi trúarsamfeløg, sum tey hoyra til, kunnu tey heilt ella partvís draga av frá í skatti. Men tá ið so staturin samstundis, við hesum, frá- sigur sær rættin til ein part av skattinum, er tað óbein- leiðis talan um almenna studning til hesi trúarsam- feløg. Jákup Reinert Hansen sigur, at eitt, sum vit eiga at hava í huganum í sambandi við ætlanina at yvirtaka málsøkið, er, at vit hava fingið eina nýggja hjúna- bandslóg. – Eftir henni kunnu trúar- samfeløg uttanfyri fólka- kirkjuna, sum lúka ymsar treytir, fáa góðkenning til at gifta fólk. – Spurningurin er nú, um tað framyvir verður menta- málaráðið, sum skal geva slíkt loyvi. Og tað ber ikki til, uttan so, at ávísar reglur eru á økinum. Formaðurin í prestafel- agnum sigur, at tá ið nú nýggi landsstyrismaðurin í kirkjumálum ikki er limur í fólkakirkjuni, setur tað eis- ini kikaran á tey viðurskift- ini, at tað er alt málsøkið, sum verður yvirtikið. Formaðurin í Prestafel- agnum ivast eisini í, um tað er rætt at leggja kirkumál undir ein annan landsstýris- mann, soleiðis sum Biskupur hevur skotið upp. – Verður tað gjørt, kann kirkjan skjótt gerast ein kastibløka ímillum ymsar landsstýrismenn, sigur hann. Vísir ein stóran trupuleika við at yvirtaka fólkakirkjuna Vit mugu spyrja, hvussu stórt vald, politiski myndugleikin skal hava yvir kirkjuni, sigur Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum í Føroyum Bíggjar Sóknar Kommuna umvælir skúlan í Gásadali, sum skal virka sum samkomuhús fyri fólkið í bygdini KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Gásadali: Gásadalsfólk fáa nú egið bygdar- ella samkomuhús. Tað er ein treyt fyri, at bygdarsamfelagið yvir- høvur kann vera til, sigur borgarstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu, sum Gásadalur hoyrir til. Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri, greiðir frá, at farið er undir eina størri umvæling av skúlanum í Gásadali, sum í framtíðini skal brúkast til samkomuhús í bygdini. Veggklædningurin innan er tikin niður, og klætt verður aftur við timburi, eins og nýtt trægólv verður lagt í. Somuleiðis verður eisini nýtt wc lagt inn og nýggj oljufýring og miðstøðuhiti innlagdur. Tað hevur ikki verið fyrr, sigur borgarstjórin. Hann roknar við, at kommunan fer at brúka einastaðni millum 100.000,- og 150.000,- krónur til umvælinginga av skúlanum í Gásadali. Pengarnir eru ikki so nógvir hjá eini lítlari kommunu sum hesari, sigur hann, og tá so hugsað verð- ur um, at nýggj vatnveiting er gjørd í Bø, eru hetta rættiliga nógvir pengar, ið nú verða brúktir. Bíggjar bygd hevur fingið heilt nýggja vatn- veiting við reinsiverki og øllum sum hoyrir til, so har eru eisini nakað væl av pengum brúktir, sigur Jógv- an Páll Joensen, borgar- stjóri í Bø og Gásadali. Arbeiðið við at leggja Bíggja Sóknar- og Sørvágs Kommunur saman er komið so mikið áleiðis, at fólkaatkvøða verður í Bø og Gásadali í næstu framtíð KOMMUNUSAMANLE GGING Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Bø: Ein kommunusamanlegg- ing í Vágum tykist eftir øllum at døma at vera heilt nær. Fólkaatkvøða verður í næsta mánað í Bø og Gásadali um at leggja kommununa saman við Sørvágs Kommunu. Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggja Sókn- ar Kommunu, sigur, at á bygdarráðsfundi týskvøldið varð avtalað, at finnast skal fram til eitt uppskot, sum sendast skal í hvørt hús í Bø og Gásadali, so fólk fáa kunnað seg um málið, áðr- enn tey skulu taka støðu. Seinni verður so ein kunnandi fundur hildin fyri borgarunum í kommununi. At enda verður so ein veg- leiðandi fólkaakvøða, har borgararnir skulu siga, um teir eru fyri ella í móti samanlegging. Borgarstjórin í Bø sigur, at fundast hevur regluliga verið um samanleggingina, og nú er komið hartil, at hann væntar, at málið kann avgreiðast í mars mánað. Ætlanin er so, at saman- leggingin skal fá gildi frá nýggjárinum. Kommunuval verður í heyst, og tá verður ætlandi valt eitt samlað bygdarráð. Tað er eitt sindur ymiskt, hvat fólk halda um hesa samanleggingina. Borgararnir hava hug at halla báðar vegir, og bygdarráðið hevur gjørt av, at eingin endalig avgerð verður tikin, fyrr enn ein vegleiðandi fólkaatkvøða hevur verið um málið. Hóast tað, at bygdarráðið hevur fullan rætt til at taka ta avgerðina einsamalt. Verður úrslitið, at fólk vilja leggja saman við Sør- vágs Kommunu, verður beinanveg farið í gongd við tær fyrireikingarnar, sum krevjast. Verður tað hin- vegin so, at meiriluti er í móti samanlegging, er einki at fyrireika, sigur Jógvan Páll Joensen, borg- arstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu. Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvágs Kommunu, sigur, at har er eingin av- gerð tikin í málinum enn. Bygdarráðsfundur verður í komandi viku, og tá fer bygdarráðið at viðgera málið og helst taka eina støðu, sigur hann. Kommunusamanlegging í Vágum Bøur er saman við Gásadali í Bíggjar Sóknar Kommunu. Verður úrslitið av fólkaatkvøðu í kommununi tað, at borgararnir vilja leggja saman við Sørvági, verður bara ein kommuna Uttan fyri Vatn Mynd: Edvard Joensen Samkomuhús í Gásadali Skúlin í Gásadali, vinstrumegin, verður umvældur fyri millum 100.000,- og 150.000,- krónur og skal brúkast til samkomuhús, tá umvælingin er liðug Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4