Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 30 - 13. februar 2004 Nr. 30 - 13. februar 2004 7 Klaksvíkar Sjónleik- arafelag leggur í hes- um døgum ta sein- astu hondina á fyri- reikingarnar til skemtileikin Kaktus- blóman, sum hevur frumframførslu leyg- ardagin tann 21. februar TÍÐINDASKRIV post@sosialurin.fo Eftir eitt sera stilt 2003, er Klaksvíkar Sjónleikarafel- ag á veg á pall við einum skemtileiki ella einari farsu, sum tað eisini verður nevnt. Kaktusblóman, Fleur de cactus, er skrivaður av Jean Pierre Gredy og Pierre Barrliet. Leikurin er eisini gjørdur til film í Hollywood. Í Cactus flower, ið er enska heitið, spældi Goldie Hawn saman við millum annað Walter Matthau og Ingrid Bergman. Leikurin Við einari ørgrynnu av mis- skiljingum og skjóttkoyr- andi dialogum fúkandi um oyruni - og ikki minst væl- sitandi og tvíkenda upp- runasavninum "Kaktus- blóman", er lagt upp til eina sera stuttliga farsu. Julius er ímyndin upp á tann fullfíggjaða trussu- tjóvin. Tannlækni, væl fyri fíggjarliga, við villa og nýggjari elskarinnu hvørt vikuskifti. Fyri at sleppa undan pátreingjandi elskar- innum, sigur hann seg hava konu og 3 børn. Hettar gevur trupulleikar, tá hann hittir tí eggjandi Antoniu, sum hann leggur ást á. Antonia tekur synd í konuni og børnunum, sum Julius sigur seg hava, og vil hitta tey fyri at vissa seg um, at tað ikki er hon, ið leggur seg ímillum hjúnar- band teirra. Fyri at ganga ynskinum hjá Antoniu á møti, fær hann kvinnuliga assistentin hjá sær, sum í duldum er skotin í Juliusi, vinfólk og klientar at hjálpa - og so er lagt upp til ein spennandi, og fyri okkum áskoðarar, sera stuttligan leik. Spennandi andlit Nú Kaktusblóman, Fleur de cactus, er týddur til før- oyskt, av Andreas Justesen, Viðareiði, hava vit fingið nøkur kend andlit við. Hyggja vit eftir hvørjir leikarar eru við, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat er í væntu. Adelborg Linklett, Jan Gardar, Petur Simonsen, Durita Samuel- sen, Ann Mari Jóhannesen, Bjarni Z. Dahl, Hans Hjalti Skaale og Aðalbjørg Lin- klett. Klaksvíkar Sjónleik- arafelag er kent fyri sínar farsur og er kaktusblóman enn eitt boð uppá hetta. Leikstjórnað hevur Egi Dam, og hevur hann enn einaferð megnað at víst síni kynstur sum leikstjóri. Edward Fuglø er pall- stjóri. Tað er altíð spenn- andi at koma til ein leik, har ið Edward hevur havt ein fingur við í spælinum. Kaktusblóman hevur frumframførslu leygardag- in 21. februar kl. 20 í At- lantis. Meira fæst at vita um leikin og felagið við at vitja heimasíðuna hjá Klaks- víkar Sjónleikarafelag, sum er www.kls.fo. Kaktusblóman Aðalbjørg Linklett er ein av nýggju leikarunum í sjónleikinum Kaktusblóman Edward Fuglø hevur staðið fyri pallmyndini til leikin MáF skipar fyri skeiðum Sangløta á flogvøllinum Meginfelag Áhuga- leikara fer nú aftur undir ymisk skeið, og eru fleiri spenn- andi skeið á skránni hesa komandi árshálvuna SKEIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Meginfelag Áhugaleikara skipar fyri fleiri skeiðum hesa fyrru árshálvuna. Fleiri skeið í raddarvenj- ingum verða og eitt skeið í pallmynd og ljóssetan. Eitt sjónleikaraskeið verður somuleiðis í døg- unum 19. til 21. mars. Skeiðslærarar verða í sjónleiki Katarina Nolsøe og Kristina Hansen. Í raddarvenjingum Egi Dam og í pallmynd og ljóssetan eru tað seno- grafurin, Snorri Freyr Haldórsson og ljósmaður- in, Árni Baldvinsson, sum verða lærarar. Teknikkin fyri raddar- skeiðunum er Nadine George. Skeiðini verða hildin í høvuðsstaðnum uttan skeiðið vikuskiftið 7.-9. mai, sum verður í Klaksvík. Kostnaðurin fyri hvørt skeiðið, sum varar íalt 14 tímar hvørja ferð, er 600 krónur, og tá er maturin íroknaður. Øll sjónleikaráhugað yvir 17 ár kunnu tekna seg til skeiðini við at seta seg í samband við MáF. Yngrakvartettin í Betesda fer at hava eina sangløtu í kant- inuni á flogvøllinum í morgin, leygardagin SANGLØTA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Skipað verður fyri sangløtu í kantinuni á flogvøllinum leygardagin klokkan 21, har vágafólk fáa høvi til at syngja við. Tað er yngra kvartettin úr Betesda í Klaksvík, sum skipar fyri hesari sangløtuni. Á skránni verður felags- sangur, Kvartettsangur, filmbrot, leikur og tala. Aftaná verður bjóðað kaffi við onkrum afturvið. Yngra kvartettin hevur framført á fleiri sangløtum í seinastuni, og hevur undirtøkan verið góð. Sangtiltakið á flogvøllin- um er líknadni tiltak, sum kvartettin hevur skipað fyri í Mentannarhúsinum í Fuglafirði og Ítróttarhøllini í Klaksvík fyrr í ár. Heri tiltøk vóru sera væl vitjaði og vóur t.d 800 fólk í Ítróttarhøllini í Klaksvík. 28 februar verður eitt sovorðið tiltak eisini í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Annars er tað at siga um yngru kvartettina úr Betesda í Klaksvík, at hon hevur 3 ár á baki, og kallast yngra kvartettin, tí ein onnur kend kvartett úr Betesda var á markini í sjeyti og áttati árunum, og er aftur aktiv fyri tíðina. Sangløtan byrjar sum sagt klokkan 21 í annað- kvøld. Yngra kvartettin úr Bestesda í Klaksvík fer at hava sangløtu í kantinuni á flogvøllinum leygarkvøldið klokkan 21 Frystivirkið í Kolla- firði skyldar fyrrver- andi tekniska leiðar- anum, Christiani Oluf Simonsen, 230.000 krónur í løn og frítíðarløn. Lands- stýrismenninir, Johan Dahl og Bárður Niel- sen, noktaðu báðir at rinda uppsøgdu starvsfólkunum løn og frítíðarløn STRÍÐSMÁL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Goymslu- og frystivirkið, Kollafjord Pelagic, er aftur í andglettinum. 8-10 fyrr- verandi starvsfólk stríðast við at fáa sína løn og frí- tíðarløn útgoldna. Starvs- fólkini vórðu øll uppsøgd í tíðarskeiðnum 2001-2002, men tey fingu ongantíð partar av lønini og frítíðar- lønina útgoldið, sum tey sambært løgtingslóg hava krav upp á. Fleiri av starvsfólkunum, sum Sosialurin hevur verið í samband við, ynskja ikki at úttala seg alment, tí flestu teirra eru um at finna semju ella hava fingið semju við virkið í Kolla- firði. Flest øll teirra fáa hjálp frá fakfeløgum og sakfør- ara í málinum. Ein teirra, ið ikki vil verða nevndur, sigur, at serliga eftir, at Kollafjord Pelagic fekk nýggja leiðslu, hevur ging- ið lættari at fáa glið á og nú røkist fyri, at málini verða avgreidd. Sum skilst er tað serliga lønarparturin sum ósemja er um. Fyrrverandi starvs- fólkini á Kollafjord Pelagic og leiðslan á virkinum eru ikki á einum máli um, hvussu nógv løn skal rindast. Stjórin á Kollafjord Pelagic, Sofus Poulsen, váttar, at virkið er í sam- ráðingum við fleiri av fyrr- verandi starvsfólkunum – Tað er rætt, at nøkur mál koyra. Vit hava gjørt semju við nøkur av fyrr- verandi starvsfólkunum, men tað er framvegis ósemja við nøkur av teim- um, sigur Sofus Poulsen í stuttari viðmerking 230.000 krónur Ein teirra, ið framvegis ikki hevur fingið semju við Kollafjord Pelagic er Christian Oluf Simonsen. Í løtuni hava hann og sakfør- ari hansara eina sak koyr- andi við Kollafjord Pelagic, har teir krevja 230.000 frá virkinum í Kollafirði fyri vantandi løn og frítíðarløn 27.september í 2002 fekk Christian Oluf Simonsen boðini um, at hann var upp- sagdur á Kollafjord Pela- gic. Sum tekniskur leiðari á virkinum hevði hann krav upp á at fáa tríggjar mán- aðir við løn. Hesa løn fekk hann kortini aldrin. Christian Oluf arbeiddi á Kollafjord Pelagic í góð ár og hesa tíðina vann hann sær eisini nógva yvirtíð. Hann hevur kortini ongan- tíð sæð eitt oyra av yvir- tíðini, sum hann hevur krav upp á. Hann sigur, at Kollafjord Pelagic skyldar honum góðar 200.000 krónur í løn og frítíðarløn, men í samráð við sakførari hansara hava teir valt at leggja 30.000 afturat í rentum og mistum inntøkur síðan uppsøgnina. Í tíðini eftir, hann varð uppsagdur, hevur tað ging- ið sera striltið at fáa peng- arnar útgoldnar og nú vit skriva februar í 2004, hevur hann framvegis ikki fingið sínar pengar. Í juni mánaði í fjør fekk Christian Oluf Simonsen nakað av frítíðar- lønini útgoldið, men fram- vegis restar nógv í. Landsstýrismenn í miðdeplinum Nýggju landsstýrismennin- ir við ávikavist fiskivinnu- og fíggjarmálum, Johan Dahl og Bárður Nielsen hava báðir havt týðandi størv á Kollafjørð Pelagic seinast tvey árini. Johan Dahl varð settur sum stjóri á virkinum á heysti í 2002 og Bárður Nielsen hevur seinastu árini verið rokn- skaparleiðari á Kollafjord Pelagic. Hóast Kollafjord Pelagic hevði skyldu at rinda upp- søgdu starvsfólkunum løn og frítíðarløn, sýttu kortini Bárður Nielsen og Johan Dahl fyri at gjalda. Nýggju landsstýrismenninir vóru løgtingslimir um tað mundi, men kortini valdu teir sum lóggevarar at bróta lógina við at sýta fyri at rinda frítíðarløn og løn til fyrrverandi starvsfólkini. Fyrrverandi roknskapar- leiðarin á Kollafjord Pela- gic og nýggi Fíggjarmála- ráðharrin, Bárður Nielsen, sigur í stuttari viðmerking, at málið um frítíðarlønina varð avgreitt í fjørsummar. – Kassin var snøgt sagt tómur og tí var einki at gjalda við. Eg var við til at finna semju um frítíðarløn- ina í fjørsummar og hvat viðvíkur lønini, kann eg ikki úttala meg um, tí eg eri ikki partur av virkinum longur. Eg havi ikki hoyrt annað til frítíðarlønina síð- an, og eg dugi ikki at siga tær, hvat er hent aftaná, sigur Bárður Nielsen. Johan Dahl var settur sum stjóri á virkinum eftir, at starvsfólkini vórðu søgd úr starvi. Hann var kortini stjóri á virkinum 1.mai í 2003, tá frítíðarlønin til starvsfólkini skuldi útgjald- ast. Tað eru greiðar ásetingar í løgtingslóg um, at starvs- fólk altíð hava rætt til frí- tíðarløn og løn, men kortini sýtti Johan Dahl sum stjóri at útgjalda pengarnar. Vit royndu í morgun at fáa fatur á Johan Dahl til eina viðmerking, men tað eydn- aðist ikki, áðrenn blað-ið fór til prentingar. Langt úti Forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag, Ingeborg Vinther, kennir væl til málið. Fleiri av fyrrverandi starvsfólkunum á Kolla- fjord Pelagic eru limir í Føroya Arbeiðarafelag og tí hevur málið eisini verið umrøtt í felagnum. Inge- borg Vinther er alt annað enn fegin um, at tveir landsstýrismenn hava verið við til at sýta at gjalda løn og frítíðarløn – Tað sum er hent á Kollafjord Pelagic er niður- gerandi fyri arbeiðaran. Tað er eisini langt úti, at tveir mans í landsins leiðslu vóru við til at snýta starvs- fólkini. Hvussu skulu vit hava álit og trúvirði á slík- um monnum, spyr Ingeborg Vinther. Kollafjord Pelagic stríðist við fyrrverandi starvsfólk Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag heldur tað er langt úti, at Johan Dahl og Bárður Nielsen sum eru í landsins leiðslu, vóru við til at snýta starvsfólkini á Kollafjord Pelagic. Hon spyr, hvussu føroyingar kunnu hava álit á slíkum monnum. Mynd: Savnsmynd Kollafjørð Pelagic stríðist fleiri av fyrrverandi starvsfólkunum um løn og frítíðarløn. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6