Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 30 - 13. februar 2004 Nr. 30 - 13. februar 2004 9 5 árini (1998-2002), hóast raksturin vísti stórt hall. Orsøkin er partvís, at tvey skip, ið høvdu negativa eginogn, ikki eru við í tølunum fyri 2002, tá ið tey fóru á húsagang. Somu- leiðis eru uppskrivingar av kapitalpørtum førdar yvir eginognina í 2002. Greiningin vísir, at okk- urt av feløgunum hevur stóra eginogn, ið stendst av stórum inntøkum frá dóttirfeløgum. Hetta er við til at halda eginpeniginum hjá rækjuflotanum uppi. Jóhan Martin Jacobsen, sum legði roknskapargrein- ingina fram, vísti á, at rækjuskip eru virðisásett til útveganarvirði við frádrátti av av-og niðurskrivingum – og ikki til handilsvirði. - Tað er ivasamt, hvørt handilsvirðið svarar til bókaða virði. Rasmussen & Weihe metir tí í greiningini, at bókaða eginognin hjá rækjuskipunum er hægri enn veruliga ognin. - Hóast eina bókaða egin- ogn uppá stívliga 138 mil- jónir krónur í 2002, sum er hin størsta hesi 5 árini, er álvarsamur vandi fyri, at rækjuflotin ikki megnar at yvirliva. Av knóranum Skuldin hjá rækjuflotanum øktist munandi árini 1998 til 2000, tá ið hon var 406,8 miljónir krónur. Síðan er hon minkað nakað aftur, og var við árslok 2002 332 miljónir krónur. Sambært talvunum, var talið av rækjuskipum í greiningini 7 (1998), 8 (1999), 8 (2000), 8 (2001) og 6 í 2002. Jóhan Martin Jacobsen vísti á, at ognaravkastið, sum er úrslitið av primera rakstrinum og aktivum tilsamans, er vánaligt fyri rækjuskipini. Tað sama er galdandi fyri rentingina av eginognini. Soliditeturin er ikki serliga góður, tó at hann er øktur. Aftrat hesum eru, sum tað eitur á fak- máli, gjaldførislyklatølini fallin ógvusliga nógv sein- astu fýra árini. Niðurstøðan í greiningini av rækjuskipaflotanum er, at flotin hevur havt nøkur trupul ár, og støðan er alt annað enn góð við árslok 2002. - Tað er eisini alt, sum bendir á, at rækjuvinnan hevði eitt vánaligt ár í 2003. Okkurt skip er farið av knóranum, og okkurt er farið úr flotanum. Henda ikki munandi broytingar í rakstrinum, má roknast við, at fleiri skip fara av knóran- um í næstum, segði Jóhan Martin Jacobsen, sum starvast hjá grannskoðara- fyritøkuni, Rasmussen & Weihe. Rækjuskipini, sum eru við í greiningini, eru South Island, Sólborg, Napoleon, Høgifossur, Arctic Viking, Hvilvtenni, Atlantic/ Kappin og Borgin. – Hóast eina bókaða eginogn uppá stívliga 138 miljónir krónur í 2002, er álvarsamur vandi fyri, at rækju- skipaflotin ikki megnar at yvirliva, sigur Rasmussen & Weihe í roknskapar- greining, sum grann- skoðarafyritøkan hevur gjørt RÆKJUSKIPAFLOTIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í roknskapargreiningini av fiskiskipaflotanum, árini 1998-2002, sum í fyrsta lagi byggir á almennu rokn- skapirnar hjá avvarðandi feløgum, sigur grannskoð- arafyritøkan, Rasmussen & Weihe, at øll hesi fimm árini hava verið vánalig hjá rækjuskipaflotanum. Fallandi prísir - Í 1999 "bjargaðu" óvan- ligar inntøkur úrslitinum, men seinastu trý árini hevur raksturin víst hall, sum er tvífaldað á hvørjum ári. Víst verður á, at miðal- prísurin fyri rækjur hevur verið støðugt fallandi sein- astu trý árini. Í 2000 var miðalprísurin 18,49 krónur fyri kilo; í 2001 14,72 og í 2002 bert 13 krónur fyri kilo. Ársverkini í rækjuskipa- flotanum vóru 225 í tali í 2001 og 50 færri í 2002. Hyggja vit at fiskidøgunum hesi bæði árini, sæst, at hesir í 2002 vóru 1.844 í tali og heilir 2.754 í 2001. Samlaða tonsatalið í 2001 var 17.254 ímóti 11.869 tonsum í 2002. Miðalaldurin á rækju- skipunum er 13 ár, og er hetta sostatt yngsti skipa- bólkur í flotanum. Aðrar inntøkur Í talvuni yvir "aktiv", sæst, at stórar íløgur eru gjørdar í skipini í 2000, og somu- leiðis eru kapitalpartarnir við meira, sum tað eitur í greiningini, nógv øktir í 2002. Hesin postur er lut- falsliga stórur. Í talvuni yvir "passiv" sæst, at eginognin hjá rækjuskipunum er økt hesi Henda ikki munandi broytingar fer rækjuskipaflotin av knóranum Henda talvan, sum grannskoðarafyritøkan, Rasmussen & Weihe hevur gjørt, lýsir raksturin hjá rækjuskipaflotanum, árini 1998- 2002 Niðurstøðan hjá Rasmussen & Weihe er greið: Rækju- skipaflotin hevur hall, støðan er álvarslig, og roknast má við, at fleiri skip fara av knóranum Rækjuskipareiðarar vóru eisini við til framløguna um fiskiskipaflotan Mynd: Jens Kristian Vang Tað var Jóhan Martin Jacobsen, sum vegna Rasmussen & Weihe legði roknskapargreiningina av vinnuni fram Mynd: Jens Kr. Vang Nøkur skip hava tó klárað seg frægari enn onnur, men sum heild, skinklar botnurin undir øllum okkara rækjuskipaflota C M Y K 9 8