Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 30 - 13. februar 2004 Nr. 30 - 13. februar 2004 11 Óli Hans Biskopstø Bárður Nielsen hevur nú fingið formannin Jørgin Niclasen fyri hin sam- bandsflokkin í samgong- uni, til at hjálpa sær at for- telja veljaranum, hvat teir ætla við skattalættanum, og teir eru á einum máli um, at tann bólkurin sum stendur veikast í hesum samfelag- num ikki skal fáa lut í skattalættanum, sum teir í loynikrókinum hava snikk- að saman, men skal gjalda heldur meira um tað stóð til teirra. Har kemur so Hans Pauli Strøm og gevur eina hjálpandi hond, vit hækka bara sammhaldsfasta gjald- ið, so taka vit tað sindrið tey fáa, frá teimun. Hvussu ætla hesir menn at byggja landið, og hvør skal gjalda fyri hettar, sum hesir klóku menn hava hugsa um at fremja í verki. Sambandsflokkurin hevði tvey orð, sum varð nógv brúkt síðst í 80 inum. »Pro- duktiv vinna« og »ópro- duktiv vinna«, hvar eru tey farin, báðir sambands- flokkanir hava í síni stremban eftir at sleppa at brúka danskar pengar gloymt, hvar teir veruligu virðini koma frá, og tað sigur Bárður Nielsen bein- leiðis í samrøðu við Sosial- in. – Men hann sigur, at upp- skotið er snikkað saman sum tað er, fyri at eisini handverkarar, lærarar, sjúkrasystrar, pedgogar og onnur, sum ikki kunnu sigast vera hálønt, somu- leiðis skulu fáa nakað burturúr. – Somuleiðis skulu fáa naka burturúr ljóðar sum at hesin bólkur skal fáa nakað, men ikki so nógv sum tann hægrið bólkurin. Hesir bólkar eru ikki í tí vinnuni, sum skapar kapital til landið, men í tí vinnuni, Í oddagreinini í gjár skrivaðu vit um tær manglandi alarm- klokkurnar, tá undanfarna samgonga skar blokkin við einari upphædd, ið svara til eina góða millión um dagin. Her gjørdu vit Búskaparráðnum og formanni tess partvíst órætt. Formaður Búskaparráðsins er í blað fyri tíð síðani endurgivin fyri at siga, at tilsvarandi upphædd eigur at verða spard á fíggjarlógini. Eisini er hann endurgivin fyri at ávara móti følskum tryggleika, tí at viðrákið var so gott. Ikki kann tó sigast, at hesin boðskapur er komin fram á rætta stað og kann man so loyva sær at spyrja, um hann varð settur fram týðiliga nokk. Tað er ikki víst, at man kann lasta formannin í Búskaparráðnum fyri tað, men í fjølmiðlum og ikki minst í politiska umhvørvinum, var uppfatanin, at fremstu búskaparfrøðingarnir í landinum ikki hildu, at blokkniðurskurðurin á nakran hátt kollrennir føroyska búskapin, men at bert yvirskotið á fíggjarlógini var í vanda. Við øðrum orðum var hetta ein spurningur um at minka um yvirskotið á fíggjarlógini. Um ein sparing í almennu útreiðslunum uppá 367 milli- ónir um árið, ið hevði kostað nógv størv í miðfyrsitingini, var sett sum eitt alneyðugt krav fyri blokkniðurskurðin, so er ivasamt, um undirtøkan fyri alt ov stóra blokkniður- skurðinum, ið ironiskt nokk er størst í Suðurstreymoy, hevði verið so stór. Tað sum er meira alvorligt er so, um hetta er kosturin nýggja samgongan skal í holt við. Spar- ingin uppá 367 milliónir er ongantíð gjørd í almennu útreiðslunum, og tí má hetta framvegis verða eitt krav fyri at búskapurin skal hanga saman. Ella hvat sigur Búskaparráðið nú? Í okkara verða er eitt slíkt inntriv sera umfatandi, og kann hava sera keðiliga ávirkan á nógvar mannalagnur, men hetta var eftir øllum at døma væntandi, ella hvat sigur serfrøðin nú? Vil hon nú lasta undanfarnu samgongu fyri ikki at hava tikið ávaringarnar ella ráðini í nóg stórum álvara. Og vóru ávaringarnar gjørdar á rætta stað og nóg væl? Í seinastu búskaparfrágreiðing, ið var útgivin fyri fáum mánaðum síðani, stendur um blokkniðurskurðin, at tað faktum at javnavág er við viðurskiftini við umheimin boðar frá, at búskapurin kann tilllaga seg blokkniður- skurðin uppá 367 milliónir uttan umfatandi bygn- aðarbroytingar. Nú vita vit ikki, hvat meinast við umfatandi bygnaðarbroytingar, men ein sparing í almennu útreiðslunum uppá 367 milliónir eftir einum ári er umfatandi í okkara verð. Tað verður enntá nevnt um tiltøk, sosum helst at skerja almennu útreiðslurnar, um blokkurin skal skerast enn meir, sum um tað var ein møguleiki, ið var realistiskur. Hví orðið helst stendur har er ikki gott at vita, og okkum lysti at frætt, hvussu vorðið er við teimum 367 milliónunum, ið skuldu sparast í almennu útreiðsl- unum. Búskaparligi arvurin eftir seinastu samgongu sær út til at gerast tyngri og tyngri fyri hvønn dag, ið fer, og ikki kann sigast at Bárður Nielsen er komin í skorin klæði. Hann og samgongufelagar hansara hava sanniliga eina stóra avbjóðing frammanfyri sær. Eitt av bløðunum hevur tikið upp táttin "Hvar gongur leiðin, Føroyar…" Spennandi verður at síggja, um leikluturin hjá undanfarnu samgong- unum eisini verður tikið við í henda spennandi tátt og hvørjar avleiðingar hann hevur á leiðina fram. DAGSINS MEINING Sosialurin Blokkniðurskurðurin og alarmklokkurnar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jákup Lindenskov Málið um limaskap í Norð- urlandaráðnum er nú aftur á breddanum. Tjóðveldisflokkurin er firtin, tí teir fáa ikki sess í ráðnum. Føroyar vóru ikki um- boðaðar í Norrøna Ráðnum fyrr enn í 1973. Tað var tí, at vit dugdu ikki at síggja veruleikan í eyguni. Ikki fyrr enn formaður Javnaðarfloksins P. M. Dam gjørdi vørr í sjógvin á fundi í Reykjavík í 1963 og skar út í papp fyri Norður- landafundinum, hvørji krøv og hvørja støðu føroyingar høvdu til málið, tá fór at bragda. Petur Mohr Dam var tá fólkatingsmaður og møtti í Norrøna Ráðnum sum varamaður í donsku sendinevndini. Í 1969 leggur løgtings- formaðurin J. Fr. Øregaard fram uppskot til samtyktar um, at løgtingið góðkennir, at Føroya umboð í Norrøna ráðnum verða vald soleiðis: Føroya Løgting velur millum limir sínar tveir limir og tveir tiltakslimir, og Føroya Landsstýri velur ein av sínum limum sum umboðsmann. Hesir limir og umboð verða partur av sendinevnd Danmarkar og fáa sama status sum aðrir limir og umboð. Í 1966 hevði løgtingið samtykt: »Løgtingið heitir á ríkisstýrið um at skipa so fyri, at Føroya løgting og Føroya Landsstýri fáa um- boðan í Norrøna ráðnum, soleiðis at umboðini verða vald ávikavist av Føroya Løgtingi og Føroya Lands- stýri. Men hóast landsstýrið legði málið fyri ríkisstýrið og danski forsætisráðharrin síðani legði málið fyri ráðharrafund í Helsingborg í apríl í 1967 við tilmæli, at Føroyar fingu eins sjálv- støðug umboð, sum hini limalondini, varð spurning- urin hjá Álandsoyggjunum bundin saman við føroysku umboðanina og samtykt varð, at øll londini skuldu verða samd. Síðani varð samráðst um eina loysn, hesi uppskot vóru tá frammi undir samráðingun- um: a. tey sjálvstýrandi um- ráðini – Álandsoyggjar- nar og Føroyar fáa somu støðu sum Dan- mark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki. b. Limir av Føroya Løg- tingi og landstingi Á- lands fáa tryggjað rætt- in at vera partur av donsku og finsku sendi- nevndunum. Hin vegin skuldi kanska eisini limir av Føroya Lands- stýri og landsstjórn Álands kunna knýtast at donsku og finsku sendi- nevndunum. c. Álensku og føroysku limirnir í fólkatingi Danmarkar og ríkisdegi Finnlands skuldu við internari danskari og finskari lóggávu tryggj- ast rættin til permanent at vera partur í við- komandi sendinevnd. d. Áland og Føroyar fáa onkran observatørstatus t. d. á tann hátt, at limir av fyrisitingarligu og lóggevandi myndug- leikunum fáa talu- og umenn ikki uppskots- og atkvøðurætt undir viðgerðunum í ráðnum. Tingnevndin mælir ein- mælt ríkisstýrinum til at taka undir við, at løgtingið velur tveir limir av ráðnum og tveir tiltakslimir, og at landsstýrið velur ein um- boðsmann. Hesir tríggir saman við teimum, sum fólkatingið og ríkisstýrið velur, er sendinevnd Dan- markar. Teir føroysku limir- nir og umboðið fyri lands- stýrið hava somu støðu sum teir tilsvarandi donsku lim- irnir og umboð. Við atkvøðugreiðsluna 14. oktober í 1969 samtykti løgtingið uppskotið við 14 atkvøðum, seks atkvøddu nei, tað var Tjóðveldis- flokkurin og Kjartan Mohr, og seks atkvøddu ikki, tað var Fólkaflokkurin. Okkara limaskapur í Norrøna Ráðnum var so- statt samtyktur av Javn- aðarflokkinum, Sambands- flokkinum og Sjálvstýris- flokkinum. Orðaljóðið, at vit skuldu vera partur av donsku de- legasjónini varð eftir upp- skoti frá Javnaðarflokkin- um í landsstýrinum broytt nakað – og ljóðar: Konge- riget Danmarks Delegation består af 16 repræsentanter, hvoraf 12 vælges af Folketinget, 2 af Færøernes lagting og 2 af Grønlands landsting. At tjóðveldismenn vena seg, er ikki tí at teir at- kvøddu fyri limaskapi í Norrøna Ráðnum, tvørtur- ímóti… Veruleikin Tann loyniligi skattalættin Framhald á síðu 11 VIÐMERKINGAR Heri Simonsen og Jóhan Petur Johannesen (Endurtøka av Týsklands- heimadystinum má ikki koma fyri) Í heimadystinum ímóti Týsklandi í fjør hendi tað, sum ikki mátti henda. Mong trúgv viðhaldsfólk hjá føroyska landsliðnum, sum hava stuðlað lands- liðnum í viðgongd, og kanska mest mótgongd fingu ikki atgongumerki til størsta heimadyst føroyinga nakrantíð, heimadystin ímóti Týsklandi. Talan er um fólk, sum hava staðið "last og brast" - "Through thick and thin" við landsliðnum síðan fyrsta heimadystin ímóti Belgia í juni 1992. Hesi fólk hava sitið í øllum hugsandi veðri og stuðla okkara monnum, meðan onnur bert hava sitið heima, og í besti føri hugt eftir dystunum í SVF. Tó blivu nógvir trúføstir áskoðarar ikki løntir við einari stórari uppliving tá Týskland vitj- aði klettarnar. Nei! Tá komu allir passivu rygg- klapparnir og VIParnir undan, og skuldu hava at- gongumerki til Týsklands- dystin! Men komu somu fólk eisini til heimadyst- irnar ímóti Skottlandi og Litava á Svangaskarði og dystin ímóti Íslandi á Tórsvølli. Fyri ikki at tala um vinardystirnar ímóti Liktinstein og Kasakstein? Svarið er nei! Bert tá okkurt serligt er! Nei hesi koma bert tá okkurt serligt er. Tey komu til dystin ímóti Spania í 96´, Danmark í 2000 og til Týsklandsdystin í fjør. Og hesi ætla kanska bara at koma til Fraklandsdystin í hesari undankappingini. Vit eru ikki tað minsta ímóti at hesi sleppa til landsdyst. Tað, sum býður okkum ímóti er, at trúfastir lands- liðsstuðlar verða forfjón- aðir tá stórdystirnir eru. Men vit hava eitt ítøkiligt uppskot, um hvussu nýggja FSF-nevndin við Frithleifi Olsen á odda kann loysa hetta málið á ein virðiligan hátt. Sesongkort! Loysnin er eitt sesongkort til allar 5 heimadystirnar hjá Føroyska landsliðnum. Fyri t.d. 750 kr. (t.e. eitt gjøgnumsnitt á 150 kr) kundu trúgv landsliðsvið- haldsfólk ogna sær eitt sesongkort, um vit siga at 2.500 sesongkort vóru lýst til sølu so hevði tað givið FSF 1.875.000 kr. í kassan her og nú. At løna trúfestr er ein góð dygd, og átti hetta eisini, at verið ein dygd hjá FSF. Hini tøku plássini, sum eru eftir til teir einsæris landsdystirnar høvdu so kunna verið seld við undansølu! Írland og Landsdowne Road Hesuferð eru vit í bólki við Írlandi, og skulu vit leika ímóti teimum á Lands- downe Road í Dublin. Her hava vit eitt gylt høvi at læra av mistøkunum hjá írska fótbóltsambandinum, FAI. Tá tað byrjaði at ganga væl hjá írska landsliðnum blivu mong trúgv við- haldsfólk hjá Írlandi troðk- aði burtur, og fingu/fáa ikki atgongumerki til heima- dystirnar hjá Írlandi. Tey flestu plássini eru nú yvir- tikin av sponsorum, við tí úrsliti, at tey, sum stuðlaðu Írlandi tá tað gekk illa í hond nærum ikki sleppa til landsdyst longur. Hetta má ikki hendai Føroyum! Ansa eftir spekulasjón! Ein vandi er tó við sesong- kortum, og tað er børs- ing/spekulasjón. Men har kann FSF tryggja sær, at eingin fær loyvi at keypa meir enn t.d. 2 sesongkort pr. persón. Um FSF ikki setir skipanina við sesong- kortum í verk sleppa teir at ásanna, at mong av teim- um, sum koma til Frak- landsdystin ikki fara at vísa seg til heimadystirnar ímóti Sveis, Ísrael og Kýpros, og kanska ikki eingang Írland. So háttvirdu menn! Gerið tað virðiliga og rætta, og bjóði okkum trúgvu lands- liðsstuðlum, sum eru til hvønn dyst møguleikan at keypa eitt sesongkort til HM-undankappingina! Tað koma tit ikki at angra! Jógvan Jacobsen Yvirskriftin er ein stað- festing, sum sigur seg sjálv. Men eg kenni meg ofta noyddan at greiða frá hes- um sjálvsagda veruleika. Niels Kári sigur í við- merking til mín, at 54,5% til loysingarflokkar á løg- tingsvali ikki er tað sama sum 54,5%. Eg eri so púra samdur. Eitt løgtingsval er ikki ein fólkaatkvøða. Mær vitandi hava bara sambandsfólk roynt at gjørt løgtingsvalið farna til eina fólkaatkvøðu. Men veruleikin er, at 54,5% av atkvøðunum fóru til loysingarflokkarnar. Og ein styrktur meiriluti av tinginum (18 av 32) hevur loysing og fullveldi sum mál. Vinstrivongurin kom eisini styrktur burtur úr valinum. Hóast at sjálv- stýrisvongurin og vinstri- vongurin í føroyskum politikki komu styrktir burtur valinum, so er nýggja samgongan ein høgravend sambandssam- gonga. So man kann brúka løgtingsvalið til tað, man vil. Niels Kári førir eisini fram, at meirilutin á einari fólkaatkvøðu um loysing má vera 75% ella meira, fyri at hetta skal setast í verk. Hetta haldi eg vera ræðuligt. Ja beinleiðis and- styggiligt. Hevur ein sam- bandsatkvøða veruliga størri virði enn ein loys- ingaratkvøða? Eru sam- bandsfólk betri enn loys- ingarfólk? Er Niels Kári Nielsen betri enn eg? Eg eri ikki samdur við Niels Kára, at summi fólk eru betri enn onnur. Øll fólk hava sama virði og allar atkvøður hava sama virði. Skal meirilutin fyri loysing veruliga vera 75% ella meira fyri at kunna setast í verk, so má tað sama vera galdandi hin- vegin. Men trupulleikin er, at ein meiriluti uppá 75% hevur ongantíð verið í Føroyum fyri at landið skal limast inn í Danmarkar ríki. Ikki eingang vanligur meiriluta hevur verið á nakrari fólkaatkvøðu, sum hevur verið. Á øllum fólkaatkvøðum um ríkisrættarliga spurn- ingin, sum hava verið í Før- oyum, hevur svarið verið loysing ella nei til danska grundlóg. Niðurstøðan kann bara vera, at Føroyar ikki eru partur av Danmarkar ríki. Men tíverri er tað so- leiðis, at Danmark ikki hevur fólkaræðisligan hjálandapolitikk. Eiheldur vil Sambandsflokkurin ella Niels Kári Nielsen hava fólkaræði í Føroyum. Er framtíðin eitt sam- felag, har sambandsfólk eru betri enn onnur, so stúri eg fyri framtíðini. Vit kunnu ikki nevna okkum rættarsamfelag ella vælferðarsamfelag um øll fólk ikki eru líka góð. Eitt orð er eitt orð og ein atkvøða er ein atkvøða. Men Niels Kári Nielsen er eftir øllum at døma ikki samdur. Jóhan Heri Joensen býráðslimur, stýrislimur í Eysturoyar Ellis og Røktarheimi Hóast eg havi havt mínar avgjørdu meiningar á stýrisfundi í Eysturoyar Ellis og Røktarheimi, so hevur tað ongantíð verið mín ætlan at koma út í bløðini at tjakast, men tá ið formaðurin í stýrinum brúkar fjølmiðlarnar til at manipulera við, kann eg ikki annað enn svara aftur. Bleiv ikki sørt skakkur, tá ið formaðurin í stýrin- um fyri ellisheimið í Runavík í Degi og Viku segði frá, at eldrasambýl- ið hjá Runavíkar komm- unu nú fór at taka ímóti fólki av Røktarheimin- um. Dement úr Eystur- oynni kundu nú koma inn á heimið hjá Runavíkar kommunu. Sjálvur siti eg í stýrin- um og veit einki um hesa avgerð. Eg veit bert, at stýrið so dyggiliga segði nei takk til, at Eysturoyar Ellis og Røktarheim skuldi leiga húsið frá Runavíkar kommunu. Tað skal heldur ikki verða nøkur loyna, at stýrislimirnir nú hava fingið nokk av tí loyni- liga virkseminum, sum fer fram aftan hurðabak. Eg undrist eisini stór- liga yvir, hvussu Runa- víkar kommuna kann bjóða nakað sum helst til onnur, teir klára so langt frá at loysa sína egnu uppgávu.. Sum dømi kann eg taka, at í mun til fólka- talið, so eigur Runavíkar kommuna at hava 13 fólk á heiminum og hevur 15. Fuglafjørður eigur at hava 8 og hevur 3. Er nakað at siga til, at vit reisa okkum upp á bak- beinini, nú Runavíkin bjóðar seg fram sum tann miskunnsami sa- mariubúgvin. Eisini varð sagt, at tá ið eldrasambýlini í oynni vóru liðugt bygd, so varð tørvurin í Eysturoynni nøktaður. Sjálv veitst tú fullvæl, at hetta er mani- pulatión, sum skal tæna einum ávísum endamáli, sum bæði tú og eg vita, hvat er. Bert í Fuglafirði hava vit minst 12 + 3 fólk, sum eiga at vera á røkt- arheimi og ikki á sam- býli. Sama skili er eisini í øðrum bygdum. Sambýl- ini eru ikki bygd sum røktarheim, men verða tíverri nýtt til tað. Nei takið tit fyrst á- byrgdina av tykkara gomlu á egnar herðar - loysið egnar trupulleikar - komið so og bjóðið burtur av avlopinum, tá skulu vit eisini taka ímóti við virðing og gjalda fyri tað. Í heyst bjóðaði de- mensfelagið kommunu- stýrislimum til ein sera góðan fyrilestur í komm- unuskúlahøllini í Havn. Har varð millum annað sagt, at tey dementu skuldu so vítt møguligt ansast í nærumhvørvin- um og helst í smáum eindum. At øll tey dementu í Eysturoynni nú skulu goymast burtur úti við Toftavatn, eiga vit øll at seta okkum ímóti. (Skeytið er tinglisið við servituttinum, at tað bert skal nýtast til eldrarøkt.) Økið, byggjast kann á, er eisini stórt. Við at lesa skjalatil- farið, sum hoyrir til sakina um Vistarheimið, kann ein ikki annað enn undrast yvir avgerðirnar, sum tiknar eru. Al- mannamálaráðið (Sámal Petur í Grund), hevur sjálvt/sjálvur við sak- kønari hjálp so inniliga biðið um at verða drigið upp á tráð í hesum máli. Moralur: Eru vit líka fyri lógini - ella eru summi meira líka?????? Eldrarøkt í Eysturoynni Hesuferð: sesongkort til trúgv landsliðsviðhaldsfólk! Eitt orð er eitt orð Viðmerking til Niels Kára Nielsen sum eru tænastuvinnur sum fáa kapital frá einari vinnu, sum skapar kapital til landið. Skulu hesar fáa størri skattalætta, so vil hettar seta størri press á landskassan, so hesin má fáa meira kapital, men frá hvørjum?. Tann vinnubólkurin sum veruliga skaffar virðini til landið »produktivi« bólk- urin skal einki fáa av hes- um. Tann maður og tann kvinna sum standa á flaka- virkjum kring landið og stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, bæði hjá sær og landi okkara frá morgum til kvøld dag út og dag inn. Teimun skal verða tikið frá og givin teimun, sum hava nógv í forvegin. Hvar er tann forkvinnan fyri tann bólkin blivin av, hon sum hevur staðið á hægstu tindum og rópt um lønarhækkan betri kor til arbeiðaran, hvar er hon nú. Flokkur hennara er komin at sita við valdinum, bíðar hon til hon fær loyvi at úttala seg frá formanni hennara, hevur hon gloymt, hvat hon er vald til? vendir hon nú limun sínum bakið? Ella er hon sum lús í mill- um tvær negl, nei eg spyrji. Føroyingurin má standa spyrjandi. Eg geri. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10