fríggjadagur 13. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 30 - 13. februar 2004
Nr. 30 - 13. februar 2004
13
Zakarias Wang
Ríkiseindin
Eg eri spurdur, um vit
eru í einari ríkiseind.
Tað eru vit.
Í hesum er einki nýtt.
Tað hava vit nevnliga
verið síðan 29. august
1450,
tá
norska
og
danska ríkisráðið við
Marcellus erkibiskuppi á
odda gjørdu ein sam-
bandssáttmála.
sum
ásetti at Noreg og Dan-
mark, sum longu høvdu
valt sama mann til kong,
eisini skuldu vera saman
á jøvnum føti í kríggi og
friði. Tá hildu Noreg og
Danmark uppat at vera
sjálvstøðug ríki og gjørd-
ust partar av eini nýggj-
ari fólkarættareind, sum
bæði ríkini høvdu eins
nógv ræði á. Tí ber til at
siga, at talan er um eina
ríkiseind, so sum gjørt
verður í heimastýrislóg-
ini.
1814
Harumframt eri eg
spurdur, um vit í 1814
gjørdust ein partur av
Danmark.
So er ikki.
Í 1814 læt okkara
norski kongur Eystur-
noreg frá sær, men var
framvegis kongur í Vest-
urnoreg (Grønlandi, Før-
oyum og Íslandi). Hvørki
í 1814 ella seinni er tað
komið upp á tal at niður-
leggja deilríkið Vestur-
noreg og gera tað til ein
part av deilríkinum Dan-
mark. Tað stendur nevn-
liga í samríkjasáttmálan-
um frá 1450, at tey inn-
bornu í hvørjum ríki sær
stýra tí. Skulu vit inn-
limast í Danmark, skulu
vit, sum búgva í Vestur-
noreg (t.e. Grønlandi og
Føroyum og til 1918
eisini íslendingar), undir
einum samtykkja hetta.
Vit vita væl, at tað ofta
er komið fyri, at tað
sambandsríki ella unión,
sum vit gjørdust ein part-
ur av í 1450, í sáttmálum
við onnur ríki hevur
verið nevnt Danmark.
Orsøkin til hetta er, at
henda uniónin ikki hevur
nakað alment navn. Sam-
bandssáttmálin
ásetir
ikki
hvussu
henda
nýggja uniónin skal eita.
Sum kunnugt góvu vit í
1661 kongi alt lóggávu-
vald,
gerðarvald
og
dómsvald, og tí fekk
hann eisini rætt til at gera
sáttmálar við onnur ríki.
Tá gjørdist tað alt meir
vanligt, at henda navn-
leysa fólkarættareindin í
slíkum sáttmálum varð
nevnd Danmark. Men
sjálvt um slíkir sáttmálar
fevndu um hertogadøm-
ini Slesvík og Holstein,
so blivu tey ikki inn-
limaði í Danmark fyri
tað, og tíansheldur varð
kongsríkið Noreg inn-
limað av slíkum sáttmál-
um.
Í hesum hendi eingin
broyting í 1814. Vit eru
framvegis í unión við
Danmark, men eru ikki
partur
av
Danmark.
Kongur hevur rætt at
gera sáttmálar við onnur
ríki, har hann sigur seg
umboða
Danmark
í
týdningi
av
uniónini
millum Vestnoreg og
Danmark. Men fram-
vegis liva vit undir tí
sama sambandssáttmála,
sum sigur at vit, ið her
eru innborin, stýra ríki
okkara, og at stig, sum
skulu takast í uttanríkis-
politikkinum, bert kunnu
takast um báðir partar
eru samdir um tey.
Tey
vandamál,
ið
kunnu taka okkum av
fótum, eru hin vegin
knýtt til arvaeinaveldis-
lógina frá 1661, sum
varð samtykt einmælt á
einum eykaløgtingi í
Tórshavn tann 14. august
1662. Hetta er stjórnar-
skráin ella grundlógin
fyri Grønland og Føroy-
ar, og hon sigur, at vit
lata frá okkum alt lóg-
gávuvald, gerðarvald og
dómsvald til kong. Tí
hava vit ikki rætt til at
gera sáttmálar við onnur
ríki, og vit hava einki
mark sett fyri, hvørjar
ásetingar
ið
kunnu
standa í slíkum sáttmál-
um.
So leingi vit liva undir
hesi stjórnarskrá hava vit
onga trygd fyri, at okkara
sambandsríki ikki ger ein
sáttmála við onnur ríki
um at tað vald, vit hava
givið kongi, verður latið
frá honum til útlendskar
stovnar, sum vit yvirhøv-
ur ikki hava tomur á.
Tað er hetta, sum nú er
upp á tal, tí nú skal ein
nýggjur ríkjasambands-
sáttmáli gerast millum
nógv lond í Evropa.
Tað er hesum, vit skulu
vera á varðhaldi fyri, og
tí er tað umráðandi neyð-
ugt hjá okkum at fáa tað
vald aftur, sum vit við
1661-stjórnarskránni
lótu kongi upp í hendur.
Jón Ellendersen
"Fyri fyrstu ferð hevur ein
kvinna í føroyskum poli-
tikki megnað at leitt ein
flokk úr politiskum stór-
trupulleikum til at verða
størsti flokkur á tveimum
fylgjandi løgtingsvalum.
Sjálv megnaði hon eisini at
gerast toppskorari í flokk-
inum báðu ferðirnar - og í
fyrra førinum fekk hon
enntá flest atkvøður í øllum
landinum. Kortini varð
kritikkurin av henni so
ógvusligur, at hon segði seg
taka
valúrslitið
til
eftirtektar og valdi at leggja
frá sær, sum forkvinna í
flokkinum.
Í prosentum varð flokk-
urin nr. 1
Lurtaði ein bara eftir kri-
tikkinum og lat verða við at
fylgja við tølunum, skuldi
ein trúð, at flokkurin varð
endaður á 4. plássi. Men í
prosentum varð flokkurin
nr. 1. Ein skuldi eisini trúð,
at forkvinnan kom inn sum
vara ella sum eykavald.
Men hon varð hinvegin 1.
vald við yvir 600 atkvøð-
um." Annita á Fríðriks-
mørk, 31.01.2004 á heima-
síðuni hjá Tjóðveldisflokk-
inum. Eg haldi hetta er ein
tragisk hending, men sam-
stundis ein flott gestus frá
Annitu, at hon tekur Lis-
beth til sín á ein so stór-
sinnaðan hátt.
Tað var ógvusligt at lesa,
hvussu Lisbeth var úrlatin
aftaná, at hon hevði sagt
seg frá sum formann. Eg
skal ikki mótmæla, at hon
"dummaði" seg, men hon
hevði als ikki uppiborið at
verða úthongd á ein slíkan
vamlisligan hátt. Men sum
Annita vísir á, tað er legalt
í Føroyum at fremja karak-
termorð á eina kvinnu, bert
tí hon er kvinna. Og tað
løgna er, at aftir eru tað teir
persónar, sum rópa seg
sjálvar frílyntar, sum ganga
á odda. Og niðanfyri er enn
eitt dømi um, hvussu mál-
burðurin hjá hesum "frí-
lyntu" er ein rein "ekskur-
sion i underverdenen".
Og so fær Sjálvstýris-
flokkurin av at vita
" …. ringasta, ið kann
henda, er, um Sjálvstýris-
flokkurin umskapast til ein
Kristiligan Fólkaflokk í
fáraklæðum, ið soleiðis
kemur at kappast við Mið-
flokkin
um
at
grava
fanatiskan lort upp úr
kristinfundamentalistiska
moraðsinum, og soleiðis at
framelska tað ringasta í
sinnum teirra føroyingum."
Sámal Matras Kristiansen,
Dimmalætting 22.01.2004.
Aðrastaðni hevur hesin
sami
Sámal
nýtt
enn
sjendskari orðaval, tá hann
lýsir Miðflokkin.
Nú ivist eg stórliga í, at
Miðflokkurin megnar at
yvirhála Sámal Matras
Kristiansen í at "framelska
tað ringasta í sinnum teirra
føroyingum", tí Miðflokk-
urin, appellerar hóast alt
ikki til rasureinsan, eins og
hesin maður støðugt hevur
eggjað til í valstríðnum.
Aftur til Annfinn
Kallsberg!
Høgni Hoydal skýrdi fleiri
ferðir Annfinn Kallsberg at
vera kriminellan, og kanska
fólk ikki veruliga ímynda
sær, hvussu álvarsamt hetta
er. At ein vanligur lesari í
t.d. Dimmu skýrir Anfinn
sum kriminellan, er sín søk,
men tá varaløgmaður skýrir
løgmann at vera krimi-
nellan, tá eru vit strax úti
har vit hav ilt við at grynna.
Var Annfinn ikki so mikið
at sær komin, kundi hann
drigið Høgna í rættin og,
fingið hann dømdan fyri
bæði hetta og onnur út-
talilsir, hann hevur sett
fram um Annfinn. Og tað
skal Høgni vera ógvuliga
glaður fyri, at Annfinn ikki
gjørdi.
Eg veit ikki, hvørt Høgni
Hoydal, formaðurin í ting-
bólki
Tjóðveldisfloksins
v.fl. halda seg hava polit-
iskan immunitet. Men so er
ikki tá tað snýr seg um
lógarbrot, tí í roynd og
veru, eru tílík úttalilsir
lógarbrot, og tað eru ikki so
fá dømi úr donskum poli-
tikki, har politikarar eru
dømdir fyri tílíkt. Best
kenda dømið er Glistrup.
Og nú kom so túrurin til
Johan Dahl.
Ikki meiri enn setstur í
landsstýrissessin, verður
hann hunddálkaður við, ja
ikki prógvandi tilfari, men
illgitingum, avundsjúku-
kendum brigsli og líknandi.
Eisini her verður farið aftur
í 80ini, og neyvan skulu vit
bíða leingi til næsta álopið
kemur úr undirgrundini. "Í
Útvarpi Føroya í gjár kom
fram, at serliga Fólkaflokk-
urin setur spurnartekin við
leiklutin hjá Johan Dahl og
um hesin er skikkaður til
ein landsstýrissess. Fólka-
flokkurin hevur undir sam-
gongusamráðingunum
stríðst við Javnaðarflokkin
og Sambandsflokkin um at
tryggja Anfinni Kallsberg
ein landsstýrissess, men
bæði Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin søgdu
seg ikki hava álit á Anfinni.
Undir samgongusamráð-
ingunum heitti Fólkaflokk-
urin staðiliga á Sambands-
flokkin taka fyrilit fyri
ivasomu fortíðini hjá Johan
Dahl, tí fekk fyrrverandi
stjórin á Vágs Skipasmiðju
ein landsstýrissess, kundi
Sambandsflokkurin verða
við til at seta samgonguna,
løgmann og Johan sjálvan í
eina trupla støðu. Fleiri
vilja vera við, støðan hjá
Johan Dahl minnir nógv
um støðuna hjá Anfinni
Kallsberg. Fólk seta spurn-
ing við, hvørt Johan Dahl
er skikkaður til ein lands-
stýrissess, tá Anfinn Kalls-
berg ikki er tað. Er hetta
hevnd, ella er hetta bara
vorðið ein keðiligur og
skitin
háttur
at
dríva
føroyskan politikk.
Smáir feilir gerast
"stórar skandalur"
Skal hetta vera eyðkennið
fyri føroyskan politikk
framyvir, verður neyvan
nakar egnaður at sita í
einum landsstýrissessi, tí
øll hava vit okkurt drass-
andi aftaná okkum úr for-
tíðini. Og tað nýtist ikki at
vera stórt, tað smáa verður
blást upp, so eisini tað er
"ein stór skandala". Tak nú
Jógvan á Lakjuni, eisini
hann fær sítt í eini við-
merking í bløðunum: Eg
(greinskrivarin í blaðnum)
vil minna John Johannesen
á, at hann fyri tveimum
vikum síðan lovaði okkum c-
vitaminir til tónleikin. Tí
tykist tað heldur ódámligt,
at hann hevur avreitt
tónleikaviðurskiftini til ein
flokk sum er ímóti eini
frælsari mentan, til ein
flokk sum kann finna uppá
at seta ein mann sum
Jógvan á Lakjuni at umsita
mentamál. Jógvan hevur
fyrr úttala seg ímóti tolsemi
og fyri avmarkan av tali-
frælsinum
VIÐMERKINGAR
Ríkiseind og 1814
Karaktermorð í nýggjari tíð 4:
Ekskursión i undirgrundini
Kristian Magnussen
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin.
Tjóðveldismenn eru so
súrir blivnir, at teir detta um
hvønn annan í bløðunum,
við viðmerkingum og rætt-
leiðingum til Guð og hvønn
mann.
Sum formaður í tingbólki
Javnaðarfloksins, varð eg
biðin um viðmerking av
Sosialinum, um umboðan-
ina í Norðurlandaráðnum, í
samband við at Tjóðveldis-
flokkurin á tingfundinum
síðsta hósdag bað um at fáa
valið av umboðum átsett.
Eg segði blaðnum, at eg
metti orsøkina til, at tað
altíð hevur verið so, at sam-
gonga og andstøða hava
valt hvør sítt umboð, meira
hevur verið tilvild enn
siðvenja, tí samgongunar
hava havt so smalt parla-
mentariskt grundarlag.
Nú er Heðin M. Klein,
eisini gallsúrur, komin á
vøllin við rættleiðing í
Sosialinum hósdagin 12.
februar, og sigur meg bein-
leiðis siga ósatt. Hann sig-
ur, at hann sat í løgtingin-
um tá samgongan í 70'un-
um millum Javnaðarflokk-
in, Fólkaflokkin og Tjóð-
veldisflokkin, nettup, út frá
eini demokratiskari áskoð-
an, valdi at lata andstøðuni
annað umboðið í Norður-
landaráðnum, hóast sam-
gongan hevði so stóran
parlamentariskan meiriluta,
at hon kundi havt valt bæði
umboðini úr samgonguni.
Hvør ið sigur ósatt ella
ikki mugu onnur meta um,
men sum tað framgongur
av notati í núverandi løg-
tingslimir hava fingið frá
umsitingini, sæst at "demo-
kratiska" samgongan, ið
Heðin sipar til, tvær ferðir,
bæði í 1976 og 1978 valdi
bæði umboðini í Norður-
landaráðnum úr samgong-
uni, nevniliga Jákup Fr.
Øregaard og Erlend Paturs-
son.
At enda í rættleiðing síni
roynir Heðin seg við søgu-
ligari málisku fyri at sáða
iva um mítt politiska trú-
virði. Men kanska hevur
hann við hesum fingið
máliskuna,
sum
eina
boomerang, aftur í høvdið.
Til rættleiðaran Heðin M. Klein
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Høvuðsstýrið hjá
Heimamissiónini
hevur sett Vagn
Foldbo úr Leirvík
sum nýggjan aðal-
skrivara hjá Heima-
missiónini. Hann
tekur eftir ætlan yvir
eftir Tom Skaale frá 1.
mars
Vagn er í løtuni fyrstilærari
við Eiðis skúla. Hann var
liðugt útbúgvin lærari frá
Føroya Læraraskúla summ-
arið 1995. Eftir hetta ar-
beiddi hann eitt ár á Heima-
missiónsforlagnum fyrst og
fremst við Missiónssang-
bókini.
Árið eftir fekk Vagn lær-
arastarv við Eiðis skúla.
Síðan summarið 1998 hev-
ur Vagn røkt fyrstalærara-
starvið í skúlanum.
Frá barnaárum av hevur
Vagn verið virkin í Leirvík
innan skótarørsluna og frá
ungum árum í missións-
húsinum. Nú er Vagn limur
í stýrinum, og er hann ein
teirra, sum hevur ábyrgd
fyri
yngra
sunnudags-
skúlaflokkinum í húsinum.
Harafturat hevur hann
regluliga havt møti og spælt
undir til felagssang bæði í
kirkju og til møti. Í nøkur ár
hevði
Vagn
Leirvíkar
streingjakór, og í nøkur ár
sangkórið Trinitas, sum var
mannað við fólkum úr
Leirvík og bygdunum har
um vegir.
Í síni frítíð hevur Vagn
eisini tikið hond í uppgávur
innan Bláa Kross, og í
nøkur tíðarskeið starvaðist
hann á Heimamissións-
skrivstovuni bæði í Leirvík
og Nesvík millum annað
sum blaðmaður á Trú-
boðanum.
Formaður í sangnevndini
hjá Heimamissiónini var
hann í eini fimm ár, og
limur í Heimamissións-
forlagnum í tvey ár.
Vagn er 34 ára gamal,
sonur Maritu, f. Tróndheim
við Keldu í Leirvík, og
Jóhan Chr. Foldbo av Toft-
um. Hann er giftur Sólrun,
f. Christiansen, sum er
sjúkrasystir og eisini úr
Leirvík, tey eiga tvey børn -
Kristinu, 6 ár og Ólivar, 3
ár.
Vagn fer í fyrsta umfari í
farloyvi frá fyrstalærara-
starvinum í eitt ár.
Ætlandi byrjar hann í
aðalskrivarastarvinum 1.
mars. Tá fer Tom Skaale í
starvið
sum
missións-
skrivari - hálva tíð út frá
Meinigheitshúsinum
og
hálva tíð á útimissións-
økinum.
Í sambandi við aðal-
skrivaraskiftið verður mót-
tøka í Leguhúsinum í Nes-
vík týsdagin 2. mars frá
klokkan 16 - 18.
Kelda: Trúboðin
Vagn Foldbo, Leirvík:
Nýggjur aðalskrivari
í Heimamissiónini
Fríggjadagin 13. februar fyllir Lena
Gerðalíð í Klaksvík 55 ár. Hon er gift
við Jákup Gerðalíð, tey eiga tvey børn,
Astrid 35 ár, sum býr í Esbjerg, og
Jógvan 17 ár, sum býr heima hjá for-
eldrunum.
Lena eigur tvey ommubørn, sum
bæði búgva í Esbjerg. Lena er í Esbjerg
á hvørjum ári, á jólum ella um summ-
arið og vitjar. Tað eru túrar, hon gleðir
seg nógv til.
Lena hevur arbeitt á Barnatann-
røktini hjá Klaksvíkar kommunu í 38
ár. Tá tannklinikkin flutti frá ovaru
hædd á Sjóvinnubankanum og niðan í
hølið, har hildið verður til í dag, var
Lena flutti við, og har hevur hon verið
síðani.
Ikki kann sigast annað enn, at hon
hevur verið trúgv ímóti sínum starvi og
starvsfeløgum. Hon kennir hvønn krók
á tannklinikkini og veit, hvar alt liggur.
Lena bakkar ikki fyri teldutøknini, hon
sær nýggjar møguleikar hvønn dag
koma undan kavi.
Onki er at taka feil av at morgunfólk
er hon. Tá vit onnur koma rennandi til
arbeiðis um kapp við klokkuni, situr
hon við báðum beinunum uppi á stólin-
um og drekkur kaffi og er klár at byrja
arbeiðsdagin.
Hjartaliga til lukku við degnum
Starvsfelagarnir
Dagurin
13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum
mátti tola deyðan sum pínslarváttur.
Lena Gerðalíð, Klaksvík:
Bóndakona og
klinikkassistentur 55 ár
C
M
Y
K
13
12