Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 13. februar 2004 15 Kvinnurnar í Afghanistan vórðu illa kúgaðar undir Taliban-stýrinum, men umstøður teirra eru uppaftur verri nú MANNARÆTTINDI Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá Taliban-stýrið ráddi fyri borgum í Afghanistan, máttu medarbeiðararnir hjá kvinnufelagsskapinum RAWA arbeiða í loyndum fyri ikki at verða avdúkað- ar. Men hóast tvey ár eru liðin, síðani talibanararnir vórðu riknir frá, er einki broytt. Tær noyðast fram- vegis at fjala seg og at virka í loyndum, tí stýrið í Kabul góðtekur ikki atfinningar teirra. - Sjálvt um Taliban-stýrið nýttu tær strongu sharia- lógirnar, høvdu kvinnur, sum hildu seg til teirra lógir og reglur, eina ávísa trygd. Tá fingu kvinnur, sum gingu í burka, frið, soleiðis er ikki longur. Nú eru eisini tær fyri ágangi. Fleiri verða burturfluttar, og neyðtøk- urnar økjast eisini, sigur Sahar Saha hjá RAWA við indiska blaðið The Asian Age. Kvinnmufelagsskapurin vil vera við, at serliga menn hjá fyrrverandi krígsharr- anum Abdul Rashid Dost- um fara illa við teimum afghansku kvinnunum. Sjálvur situr Dostum í stjórnini hjá Hamid Karzai, forseta, og hann verður roknaður sum trúgvur stuð- ul hjá USA. Í RAWA eru kvinnurnar sera vónbrotnar av Karzai, forseta. Tær siga, at hann hevur ikki víst arbeiðinum hjá felagsskapinum nakra virðing, síðani hann tók við. Tær fýlast eisini á, at amerikanski verjumálaráð- harrin, Donald Rumsfeld, herfyri umrøddi tann is- lamska krígsharran Ismail Khan við vøkrum orðum, sjálvt um mannarættinda- felagsskapurin Human Rights Watch sigur hann vera ein fígginda hjá mannarættindunum. - Ismail Khan er sekur í teimum flestu álopunum á kvinnur í dagsins Afghan- istan, sigur Sahar Saba við The Asian Age. Flogfør mundu stoytt saman Tvey rutuflogfør hjá norsku flogfeløgunum Braathens og Widerøe vóru nær við at stoyta saman uppi yvir Brandbu norðan fyri Oslo seinasta summar. 148 ferðafólk vóru við teimum báðum flogførunum. Tilburðurin var tann 3. juni. Eitt flogfar hjá Braathens var á veg úr Gardermoen-floghavnini í Oslo til Molde, meðan Widerøe-flogfarið var á veg úr Varnes til Torp. Sambært galdandi reglum skuldu í minsta lagi 9200 metrar vera ímillum flogførini, men ta einu løtuna vóru bara 3600 metrar ímillum tey, og tað er alt ov lítið, tá talan er um flogfør, sum flúgva fleiri hundrað kilometrar um tíman. Eftirlitsmaðurin, sum hevði eftirlit við teimum báðum flogførunum, varnaðist sambært myndug- leikunum ov seint, hvat var hent, men tað eydnaðist honum kortini at forða fyri einum samanstoyti. Undir kanningunum er komið fram, at eftirlitsmaðurin tosaði í telefon, meðan hann skuldi halda eygað við teimum báðum flogførunum. Læknatrot hóttir sjúkrahús Tað gongst so illa at fáa læknar til tey donsku sjúkra- húsini, at sambært teimum serkønu verða ímillum 40 og 45 sjúkrahús í Danmark um eini seks ár. Í dag eru tey 70. Ein kanning hjá heilsustýrinum vísir, at næsta ár verður tørvur á 2.000 serlæknum á teimum donsku sjúkrahúsunum. Í dag er talið 800. Tað eru serliga tey smáu sjúkrahúsini, sum hava ilt við at fáa læknar, og læknatrotið rakar tí tey serliga meint. Um orsaøkina til tað stóra læknatrotið sigur heilsustýrið, at ógvuliga fá fingu sær læknaútbúgving í áttatiárunum, og í dag er frágongdin líka stór sum tilgonmgdin. Flestu læknar eru samdir um, at einasti máti at sleppa burtur úr trupulleikunum er at leggja smá sjúkrahús niður og at savna læknakreftirnar á nøkrum stórum sjúkrahúsum. Men hesin spurningurin er sera eymur politiskt, tí fólk vilja fegin varðveita tað sjúkrahús, sum tey hava. Nýggjur høgraflokkur Tá val verður til ES-tingið í summar, fáa sviar høvi at velja ein nýggjan høgraflokk, sum fær heitið Junilistin. Flokkurin er fyri, at Svøríki verður verandi í ES, men krevur, at fleiri avgerðir skulu takast í Stockholm heldur enn í Bruxelles. Millum teirra, sum longu hava sagt seg stuðla tann nýggja flokkin, eru fyrrverandi tjóðbankastjórin Bengt Wohlin, búskaparfrøðingurin Stefan de Vylder og vinnulívsmaðurin Sven Hagstromer. Sambært Stefan de Vylder vísti svenska fólkaatkvøðan í fjør um evruna, at sviar eru ímóti at lata ES fáa ov stórt vald á svenska búskaparpolitikkinum. Nýggi svenski høgraflokkurin heldur eisini, at svensku myndugleikarnir skulu hava rætt til at seta passeftirlit aftur í gildi fyri at steðga rúsevnis- og tubbakssmugling ella mannahandli. Arafat leggur inn undir seg Ísraelska blaðið Haaretz vil vera við, at palestinski forsetin, Yasser Arafat, hevur flutt einar 70 milliónir krónur á eina konto, sum kona hansara, Suha Arafat, eigur í einum fronskum banka. Suha Arafat býr í Fraklandi. Fyrr hevur altjóða gjaldoyragrunnurin IMF sagt, at teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir fluttu meiri enn hálva sætu milliard krónur til kontur í útlendskum bankum í árunum frá 1997 til 2003. Av hesum skal Suha Arafat hava fingið einar 70 milliónir krónur. Ein part av pengunum hevur hon brúkt til eitt og annað, men tað mesta stendur á bók, skrivar Haaretz. Ameriksnaka sjónvarpið CBS heldur seg kunna prógva, at Yasser Arafat flytir konuni einar 600.000 krónur um mánaðin, og at pengarnir verða tiknir av búskaparhjálpini, sum teir palestinsku sjálv- stýrismyndugleikarnir fáa frá altjóða samfelagnum. Palestinski fíggjarmálaráðharrin, Salam Fayad, hevur sagt, at málið skal kannast til botns. Ófriðurin á Haiti hevur kravt meiri enn 50 mannalív, men forsetin vil ikki leggja frá sær HAITI Árni Joensen fartekst@mail.dk -Eg fari úr forsetaborgini tann 7. februar í 2006. Tað er tað greiða svarið frá Jean-Bertrand Aristide, forseta, eftir at uppreist- rarmenn hava tikið fleiri býir við kravi um, at for- setin skal fara frá. Upp- reistrarmenninir halda upp- á, at svik var uppií, tá forsetin vann valið í 2000, og teir skuldseta hann fyri umfatandi korrupsjón. ST hevur sent eitt lið av eygleiðarum til Haiti at fylgja við gongdini, tí vandi er fyri, at ein partur av fólkinum kann líða hungur, heldur ófriðurin fram. UTTAN ÚR HEIMI Afghansku kvinnurnar verri umstøður nú enn undir Taliban Sýtir fyri at fara frá Hamid Karzai, forseti, hevur einki gjørt fyri at bøta um korini hjá afghansku kvinnunum, sum tvørturímóti eru verri enn undir Taliban-stýrinum Mynd: Reuters 15 14 Nr. 30 - 13. februar 2004 Eyðvør Dam tók 1. februar 2004 við sum nýggjur deildarleiðari hjá Føroya Sparikassa í Sandoy. Eftir at deildin í Skopun letur aftur í dag, verður bert ein deild í oynni Í sambandi við at Eyðvør Dam í Húsavík er sett sum nýggjur deildarleiðari á deildini hjá Føroya Spari- kassa í Sandoy, var móttøka á deildini mikudagin 11. februar. Móttøkan var almenn, og nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið. Eyðvør tók við eftir Sverra Mohr Edvinsson, ið herfyri fór í annað starv hjá Føroya Sparikassa. Eyðvør er 41 ára gomul og hevur starvast í Spari- kassanum síðan 1. juni 1984. Hon hevur skriv- stovu- og sparikassaút- búgving og er eisini farin undir Finansiel Videre- uddanelse. Deildin á Sandi lat fyrstu ferð upp í 1971 við Eyðun Viderø sum deildarleiðara. Eisini hava Jóan Petur Vest, Jónsvein Mortensen og Sverri Mohr Edvinsson verið deildarleiðarar. Um- framt deildarleiðaran eru trý onnur starvsfólk á deildini. Eina tíð vóru fýra deildir í oynni. Umframt deildirnar á Sandi og Skopun hava eisini verið deildir í Skála- vík og Húsavík. Tá deildin í Skopun í dag letur aftur, verður deildin á Sandi fyri viðskiftafólkini í allari oynni. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føroya Sparikassi, Sandur: Móttøka fyri nýggja deildarleiðaranum Eyðvør Dam er sett sum deildarleiðari hjá Føroya Sparikassa í Sandoy. Fyrrverandi deildarleiðarin, Sverri Mohn Edvinsson, hevur tikið við øðrum starvi í sparikassanum Mynd: Oskar Oskarsson Nógv fólk stukku inn á gólvið hendan dagin, hesir eru: f.v. Hanus Clementsen, Sverri Mohr Edvinsson, fyrrverandi deildarleiðari, Eyðfinn Dam, maður nýggja deildarleiðaran, og Evald Sólvitsson Mynd: Oskar Oskarsson Millum tey sum lýða á meðan Bjarni Olsen heldur røðu eru fyrrverandi og núverandi deildarlaiðarin Mynd: Oskar Oskarsson Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, heldur røðu í samband við deildarleiðaraskifti Mynd: Oskar Oskarsson C M Y K 14