fríggjadagur 13. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 13. februar 2004
Nr. 30 - 13. februar 2004
17
Nú eru tveir av bygn-
ingunum hjá T. F.
Thomsen A/S á Tvør-
oyri so illa farnir, at
teir neyvan yvirliva
ein vetur afturat.
Ognin er friðað, og tí
kann eigarin ikki
sjálvur avgera, hvat
skal henda við
bygningunum. Men
systkini bæði, ið reka
virkið, hava ætlanir
um at staðið skal vera
til ungdóm, mentan
og harafturat eitt
vertshús. – Á henda
hátt fáa vit øll møgu-
leika at ferðast í hes-
um hugnaliga um-
hvørvi, sum er ein so
sermerktur og týð-
andi partur av
bygdini
MENTANARLÍV
Anna P. Mortensen
Um vit ímynda okkum T. F.
Thomsen A/S fyri 100
árum síðan, so var lívligt
virksemi her. Gongd og
málageipan var millum
stásiligu bygningarnar mitt
í bygdini og næst sjóvar-
málanum. Á fiskaplássin-
um omanfyri varð hópurin
av fiski turkaður og síðan
pakkaður og seldur av
landinum. Virkið átti útvið
10 fiskifør um hetta mund-
ið, her var bakarí, krambúð
v. m. Og fara vit longur
aftur – áðrenn 1856 – var
hetta kongligi einahandilin
í Suðuroynni, so her komu
fólk bæði úr Sumba, Sand-
vík og heilt úr Skúgvi til
handils. Í Gestastovuni – tí
minsta av bygningunum –
kundu
uttanbýggjagestir
gista, um ikki líkindi vóru
at rógva heim.
Tað var íslendski keyp-
maðurin, Tummas Frederik
Thomsen, sum í 1856
keypti ognina frá danska
statinum. Og í dag, anno
2004, er tað T. F. Thomsen
sjálvur 3. og 5. ættarlið, ið
rekur virkið. Men her tað
áður var handilsmiðdepil
og angaði av baksturi og
fiski, ull og kryddaríum,
hevur friðurin lagt seg yvir
bygningarnar.
Í einum horni í Kram-
búðini standa menn og fáa
sær eina øl, balla og práta.
Yvir um stásiliga diskin
verða matvørur og arbeiðs-
klæði seld. Ein kramba-
kona gongur til og frá.
Uttan fyri Krambúðina
standa
tveir
Shellbilar
parkeraðir. Bilstjórarnir eru
í pakkhúsi nr. 5 til kaffi. T.
F. Thomsen A/S umboðar
Shell í Suðuroynni, og her
er eisini kontór. Í kjall-
aranum selja tey Restorffs
øl. Eisini standa tey fyri
sølu av salti, sum hevur
størsta
eftirspurning
í
grindatíð.
Hetta er í høvuðsheit-
inum virksemi teirra í dag –
grovt skert síðan kreppuna
fyrst í 90’unum, tá T. F.
Thomsen A/S taldist mill-
um tey virki, ið harðast
vórðu rakt. Og illa hevur
gingið at fóta sær aftur. Tey
hava roynt seg sum skips-
handil, men hava ikki verið
kappingarfør við flakavirk-
ini og onnur, ið eisini selja
arbeiðsklæðir.
Í 1992 varð ognin friðað,
og hetta opnaði ikki júst
fyri stórum nýhugsanum
handilsvegin, so tað er
eyðsæð, at ongin stór
handilsframgong
heldur
virkinum uppi. Heldur er
tað umhvørvið og andin, ið
sermerkir staðið, ið fáa
hjólini at mala... og so
visiónirnar og trúgvin uppá
framtíðina.
Verkætlanin
Eg sessist saman við Onnu
Kirstin Thomsen – systirin,
sum saman við Tummasi
rekur virkið. Hon tosar við
eldhuga um verkætlanina.
Fyrst um vertshúsið og
síðan um ungdóms- og
mentanarhús, og hugskotini
um framtíðarvirksemi ger-
ast til myndir í huganum.
Hesi gloymdu pakkhús fáa
aftur lív, sum tey so
sanniliga hava uppiborið:
– Her skal vera vertshús í
gamla bakarínum, pakhús
nr. 6. Drykkimentanin er
ein partur av okkara sam-
felag, og tað er sera umráð-
andi, at vit royna at skapa
eina góða drykkimentan.
Hesum vil eg fegin arbeiða
fyri! Eg haldi ikki, at bann
á hesum øki er til tað góða,
heldur hinvegin! Tey, ið
drekka ov nógv, gera tað,
líkamikið, hvørjar lógirnar
eru. Tí er tað so týdningar-
mikið at vísa gestunum á,
at ein øl ella eitt glas av víni
– í einum góðum og hugna-
ligum umhvørvi - ikki
hevur nakað við misnýtslu
at gera. Tað vil eg vísa við
hesum vertshúsi, bjóða øl
og vín eins væl og ein
góðan
kopp
av
kaffi.
Gestirnir fáa høvi at velja
millum fleiri sløg av kaffi,
og okkurt gott til matna
verður eisini at fáa. Her
fara fólk at hittast til eitt
prát ella ein fund, í viku-
skiftinum koma fólk fram-
við, áðrenn tey fara í býin,
og um summarið fara vit
óivað at síggja onkur ferða-
fólk. Stóra fiskaplássið
uttan fyri verður kanska
terassa onkran summardag.
Hvønn dag vit so velja til
summardag
avgera
vit
sjálvi, sigur Anna Kirstin
flennandi.
– Kári Thomsen, arki-
tektur, hevur gjørt tekning-
ina, her er hon, fix og ferd-
ig! Og Yvirfriðingarnevnd-
in hevur góðtikið. Trupul-
leikin er bert, at bygning-
urin neyvan yvirlivir ein
vetur afturat. Umsóknin um
bjálvingarstuðul gongur á
sínum sjeynda ári nú, og
ongin peningur er komin
enn. Vit hava tvey pakhús,
ið mugu bjálvast sum skjót-
ast, onnur tvey, ið trongja
til ábøtur innan, meðan
Krambúðin er í fínum
standi. Eg veit, at Yvirfrið-
ingarnevndin letur eina lítla
upphædd árliga til friðaðir
bygningar í Føroyum, so í
okkara part verður tað
neyvan til seym. Havi eisini
fingið at vita um stuðul, ið
verður latin til friðað hús og
fornminni, men tað er
framvegis ikki tað stóra, ið
verður latið til friðaðir
bygningar
í
landinum.
Høvdu vit nú verið eitt slag
av fornminnissavni, hevði
landið latið 60% av kostn-
aðinum.
Ná, men høvdu vit fingið
bjálvingarstuðul, hevði tað
verið eitt stórt stig á leiðini,
og so manglar bert at fáa
eitt skeinkiloyvi í hús, so
vit kunnu fara undir fyribils
vertshúsvirksemi í Kram-
búðini. Inntøkan hagani
skal fara til at gera pakhús
nr. 6 innan. Arbeiðseftir-
litið hevur góðtikið Kram-
búðina
sum
fyribils
skeinkistað. Vit hava leingi
havt umsókn um skeinki-
loyvi liggjandi, og hava
eisini – til stuttleika – sent
seinasta loyvið sum vit
høvdu frá 1907, og biðið
um at fingið tað endur-
nýggjað. Men vit fingu
bara svarið, at kvotan til
bygdina var uppi!
Og meðan Anna Kirstin
bíðar eftir bjálvingarstuðuli
og einum skeinkiloyvi, fara
vit ein túr niðan í pakhús
nr. 6.
– Hetta er so vertshúsið,
og ein stóran part av in-
ventarinum eiga vit. Vaski-
borðini hjá fiskagentunum
skulu fram í ljósið, somu-
leiðis
flekiborðini
frá
sluppunum - hetta verður
eitt slag av eini forn-
minniscafé, tí tað er ikki
sørt av fornum lutum, vit
eiga. Hava alt møguligt í
varðveitslu!
Hølini eru stórsligin -
brettir og bjálkar er stór-
sligið, og so sýnið oman í
pakhús nr. 4. Ein smoga
bindur hesi bæði húsini
saman - vertshúsið og
mentanarhúsið. Hin part-
urin av verkætlanini er
ungdóms- og mentanarhús.
Ungdóms- og
mentanarhús
Vit fara ígjøgnum smoguna
og standa á triðju hædd í
pakhúsi 4. Hetta eru ment-
anarhølini,
vøkur
og
hugnalig. Her er vítt til
veggja, men ikki so høgt til
loft. Ætlanin er at skera út
millum nakrir av bjálkun-
um, so ein partur av yvir-
hæddini kann vera nýtt til
framsýningar av ymiskum
slag. Mentanarhølini fara
eitt nú at verða nýtt til tón-
leikaframførslur, fyrilest-
rar, skeiðvirksemi, útleigan
til privatfólk v. m. Hotel og
gistingarhús er í bygdini,
og hugsast kann, at man í
felag skipaði fyri onkrum
skeiði, har fólk eisini komu
norðanífrá.
Einar trappur í vestara
enda leiða okkum niður á 2.
hædd. Her, og í kjallaran-
um, fer ungdómsklubburin
at halda til. Tey ungu skulu
fyrst av øllum hava eitt gott
høli/umhvørvi at ferðast í,
eitt høli sum er teirra stað
at hittast aftan á skúlatíð og
hugna sær. Møguleiki skal
vera at keypa sær okkurt at
eta og drekka, her skal vera
ein jukebox, spøl og annað
ítriv. Ein vaksin fer at vera
knýttur at staðnum alla
tíðina, so tað altíð er onkur
at heita á.
– Hetta pakhúsið er sum
so í góðum standi, men
sjálvandi skal okkurt gerast
innan. Tað skulu nógvir
pengar til verkætlanina,
men eg fari í næstum at
søkja stuðul úr ymiskum
grunnum, eitt nú úr Nord-
isk Kulturfond, Maersk-
fondinum, Carlsbergfond-
inum o. s. fr. Og eg vænti,
at alt byrjar at líkjast um
tvey ár!
Anna Kirstin er avgjørd,
og eg hugsi við mær sjálv-
ari, at hon hevur í øllum
førum møguligu megina at
gjøgnumføra eina slíka
verkætlan, men tað verður
so ikki uttan peningajátt-
anir!
... Og tá eg fari niðan kai-
brekkuna, støðgi eg á
framman fyri gestastovuni.
Júst tað, ein maður í bygd-
ini hevur leigað hana. Hann
ger gravsteinar. Men hóast
nýggjasta virksemi í ognini
hjá Thomsen er gravsteinar,
so boðar framtíðin frá lívi!
Ungdóms- og mentanarstað ella friðaðar toftir
Verkætlanin fevnir um eitt ungdóms- og mentanarhús og harafturat eitt vertshús. Her stendur Anna Kirstin Thomsen í gamla
bakarínum, komandi vertshúshurðini
Gestastovan er útleigað til gravsteinarvirksemi! Tó boðar framtíðin frá lívi!
T. F. Thomsen A/S bíðar eftir einum skeinkiloyvi, so tey kunnu fara undir fyribils vertshúsvirksemi í Krambúðini.
Bygningarnir hjá T. F. Thomsen A/S liggja mitt í
bygdini. Krambúðin (longst til vinstru) og fýra
pakhús. Tvey av pakhúsunum eru í so ringum
standi, at tey neyvan yvirliva ein vetur afturat
C
M
Y
K
17
16