fríggjadagur 13. februar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 30 - 13. februar 2004
Nr. 30 - 13. februar 2004
19
Húsini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag R. C. Effersøesgøta 30 í Tórshavn verða
lýst til sølu.
Húsini eru bygd í 1968 og eru uml.290 m2 i trimum hæddum kjallara,miðhædd
og loft. Í húsinum eru 7 skrivstovur og 2 fundarhøli.Teldunet er innlagt í húsið.
Húsini liggja mitt í býnum. Parkeringsøki, sum rúmar 8-10 bilum er aftanfyri
húsini. Húsini er vælegnaði til skrivstovuhølir, men niðasta hæddin kann eisini
brúkast sum handilshølir.
Áhugað, sum ynskja at síggja húsini, kunnu venda sær til umsitingina í Vinnu-
húsinum.
Møgulig boð upp á húsini skulu latast skrivliga til Vinnuhúsið, umvegis fax ella
teldupost á industry@industry.fo
Myndir av húsinum innan og uttan eru at síggja á heimasíðu okkara
www.industry.fo
________________________________________________________________
Vinnuhúsið · Boks 1038 · R. C. Effersøesgøta 30 · FO-110 Tórshavn
Tlf. +298 31 18 64 · Fax +298 31 72 78 · E-mail: industry@industry.fo
Niðanfyri prenta vit
røðuna, sum Jóannes
Eidesgaard helt í løg-
tinginum, tá hann
varð valdur til løg-
mann 3. februar
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
Eg takki hjartaliga fyri tann
stóra heiður og tað stóra álit,
sum mær er vístur í dag, nú
løgtingið hevur valt meg til
Føroya løgmann.
Olof Palme, sáli segði
nógv gott og hugvekjandi
um politikk. Umframt at
siga kendu orðini, at poli-
tikkur var at vilja, so segði
hann eisini: "Politikkur
merkir, at vit finna saman til
tess at loysa felags upp-
gávur. Politikkur merkir, at
vit seta okkum mál fyri
samfelagsgongdina. Hesi
mál skulu fevna um eitt gott
samfelag, sum vit skulu
byggja í felag" .
Hesi orð Palmes runnu
mær í huga, nú tað eydnað-
ist
Sambandsflokkinum,
Fólkaflokkinum og Javn-
aðarflokkinum at finna eina
breiða semju um eitt gott og
mennandi
samgongu-
grundarlag.
Orðini hjá Palme eru í
grundini sera einføld orð.
Ikki serstakliga høgtflúgv-
andi, men tey eru so sonn,
sum tey eru søgd, og tey
lýsa sera rámandi støðuna í
okkara samfelag.
Vit standa við eitt vega-
mót í føroyskum politikki
og í føroyskari samfelags-
menning, har tað er avger-
andi neyðugt, at vit í breið-
ari semju seta okkum nøkur
nýggj mál, sum skulu leiða
til eitt uppaftur betri sam-
felag.
Henda støða krevur, at vit
á breiðum støði finna eina
semju um, hvar vit standa í
løtuni, hvørjir teir stóru
spurningarnir
eru,
og
hvussu vit herfrá koma víð-
ari til tað góða samfelagið,
sum vit øll innast inni
ynskja fyri okkum sjálvi og
fyri okkara eftirkomarar.
Vit hava í okkara sam-
gonguskjali roynt at lýsa og
greina teir týdningarmestu
spurningarnar,
vit
hava
roynt at eyðmerkt trupul-
leikarnar, og vit eru samd
um, hvussu vit loysa teir.
Tað verður eingin lættur
róður, men vit skulu so
rógva hann, og vón mín er,
at áralagið verður gott, og at
semjan innanborðað verður
góð.
Vit hava, hvør flokkur út
frá sínum hugsjónarliga
støði, sett okkum nøkur
mál. Vit hava í samgongu-
skjalinum greitt frá, hvussu
vit ætla at sameina hesi mál,
og hvussu vit ætla at røkka
hesum málum. Nøkur av
hesum málum snúgva seg
um ein betri gerandisdag
fyri øll í Føroyum - onnur
snúgva seg um eina breiða
tjóðskaparliga semju um
sjálvstýrisspurningin
og
viðurskiftini millum Før-
oyar og Danmark.
Uppaftur onnur mál fevna
um búskap, vinnulív, út-
búgving og mentan, ábyrgd
fyri umhvørvi og einum
umheimi, har neyðin nógva-
staðni er gerandiskostur.
Tað sigst, at Palme royndi
at finna tann gylta millum-
vegin millum utopiina og
gerandisdagin. Hetta man
vera galdandi fyri okkum
øll - vit mugu seta okkum
høg og bjørt mál, men vit
eiga samstundis at ansa
eftir, at vit við okkara
politiska virksemi ongantíð
gloyma, at gerandisdagurin
hjá fólki er tað týdningar-
mesta í politikki.
Allir partar hava í sam-
gongusamráðingunum sýnt
ein sterkan vilja til at finna
saman um at loysa nakrar
felags uppgávur og felags
mál, sum eru av alstórum
týdningi fyri tjóðina. Í hes-
um sambandi vil eg takka
øllum teimum, sum bein-
leiðis luttóku í sjálvum sam-
ráðingunum og teimum,
sum vóru rundanum.
Eg loyvi mær at halda, at
loysnirnar eru bæði hald-
góðar og skilagóðar. Hesar
loysnir eru sjálvsagt merkt-
ar av, at teir tríggir sam-
gonguflokkarnir
standa
hugmyndaliga langt frá
hvørjum øðrum, eins og
teira hava ymiskar áskoð-
anir á búskaparligu skipan-
ina. Hetta nýtist ikki at
gerast ein forðing - tvørtur-
ímóti. Men henda støðu
setir krøv til sínamillum
virðing og krevur ein støð-
ugan semjusøkjandi poli-
tikk. Samráðingarnar hava
víst, at flokkarnir megna
hetta, og eru tí allar grundir
til at hava bjartar vónir um
hesa samgongu, sum vón-
andi kann borga fyri stabili-
teti, arbeiðssemi og arbeiðs-
friði.
Gaman í, eru hetta tríggir
ymiskir flokkar, sum á
fyrsta sinni skipa sam-
gongu, men eg síggi ljóst
upp á tað, sum bíðar okkum.
Fyri at brúka eina mynd,
sum trælborni Booker T
Washington, ið stríddist fyri
útbúgving til tey littu í USA
fyrst í seinastu øld, brúkti:
"Vit kunnu vera so eyð-
sýnliga
atskildir
sum
fingrarnir, men ein sum
hondin í øllum lutum, sum
eru alneyðugir fyri felags
framstig".
Nú leggja vit so til brots
við lutvíst nýggjari manning
og lutvíst nýggjum hug-
sjónarligum førningi um-
borð. Hetta merkir ikki, at
øll mál og mið hjá undan-
farnu
bátsmanning
eru
blakað fyri borð. Nógv gott
varð sett í verk av undan-
farnu samgongu, og vit fara
sjálvsagt at varðveita nógv-
ar av teimum lunnum, sum
tá vórðu lagdir. Eg vil í hes-
um sambandi bjóða and-
støðuni við til at loysa teir
stóru samfelagsspurning-
arnar, sum skulu loysast í
hesum valskeiði.
Tann góði bátsfomaðurin
ráðleggur við bátsmanning-
ina, áðrenn hann leggur á
fjørðin. Vil hann sær og síni
manning væl, so boðar hann
eisini hinum bátinum frá,
hvussu hann ætlar at sigla
og lurtar væl og virðiliga
eftir báðum manningum,
áðrenn hann setir seg aftur í
rong at stýra. Tað er neyð-
ugt, tí á ferðini, sum vit nú
byrja, skal siglast í øllum
veðri.
Takk fyri og Harrans
signing yvir land og fólk!
Fyrsti arbeiðsdagur í Tinganesi. – Tann góði bátsfomaðurin ráðleggur við bátsmanningina, áðrenn hann leggur á fjørðin. Vil hann sær og síni manning væl, so boðar hann eisini hinum bátinum
frá, hvussu hann ætlar at sigla og lurtar væl og virðiliga eftir báðum manningum, áðrenn hann setir seg aftur í rong at stýra. Tað er neyðugt, tí á ferðini, sum vit nú byrja, skal siglast í øllum
veðri, segði Jóannes Eidesgaard m. a., tá hann varð valdur til løgmann týsdagin 3. februar 2004
Mynd: Jens Kristian Vang
»Politikkur merkir, at vit seta okkum
mál fyri samfelagsgongdina«
C
M
Y
K
19
18