fríggjadagur 13. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 13. februar 2004
21
Greiðari flytingarreglur
StÍF-Neistin 23-24 (9-12):
Við bit og slit
Miðjað verður nú
eftir, at hendingin frá
dystinum millum AB
og Sumba ikki skal
endurtaka seg. Ikki
færri enn tvær
lógarbroytingar skulu
forða fyri hesum
LEIKARASKIFTI
Jákup Mørk
Øgiligt rumbul tók seg upp
í fjør heyst, tá AB og
Sumba fóru at klandrast
um, hvørt ein leikari hjá
AB hevði leikt ólógliga ella
ikki, tá liðini bæði hittust.
AB vann dystin úti á
Argjum, men tað vórðu at
enda sumbingar, sum fingu
stigini við sær, tá dóms-
nevndini gjørdi av, at leik-
arin hevði fingið leikloyvi
útflýggjað undir skeivum
fortreytum. Hetta hóast tað
í útgreiningunum til kapp-
ingarreglurnar var staðfest,
at er leikloyvi útflýggjað,
so kann spurnartekin ikki
setast við hetta.
Trupulleikin ta ferðina
var, at AB helt leikaran vera
leysan av vanligu flytingar-
reglunum, tá hann eitt skifti
hevði verið í Danmark,
men júst hetta verður nú
lýst neyvt í kappingarregl-
unum. Her kemur at standa,
at skráseting og loyvisbræv
er í gildi, til felag gevur
kappingarevndini skrivliga
fráboðan um, at viðkom-
andi leikari ikki longur
leikara fyri felagið.
Hartil verður nú eisini
lagt uppfyri teimum støð-
um, sum fleiri ferðir eru
komnar fyri, tá kappingar-
nevndin í evstu løtu verður
biðin um at avgreiða eitt
leikloyvi. Dømi um hetta
var eisini hendingin við AB
og Sumba, har argjamenn í
evstu løtu komu við umbøn
síni, sum soleiðis varð við-
gjørd, uttan at alt tað neyð-
uga skjalatilfarið fyrilá ella
varð fingið til vega.
Grein 15 í kappingarregl-
unum kemur nú at stað-
festa, at kappingarnevndin
kann áseta í kunngerð nærri
reglur millum innlatan av
umsókn og frávik hesum
viðvikjandi.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at um kappingar-
nevndin ynskir tað, so kann
nú ásetast, nær nevndin í
seinsta lagi skal hava eina
umsókn um leikloyvi. Eis-
ini verður í viðmerkingini
staðfest, at við »umsókn«
skal skiljast, at alt viðkom-
andi skjalatilfar fyriliggur í
málinum, soleiðis at nevnd-
in hevur haldgott grundar-
lag at byggja sína støðu á.
Neistin var um reppið
at vera fyri einum
sera óvæntaðum tapi,
tá tær vitjaðu á Skála
leygardagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Í mikudagsútgávu okkara
skrivaðu vit, at talan í stóran
mun var um avgreiðslu-
spurningar, tá tríggir hond-
bóltsdystir í bestu kvinnu-
deildini skuldu leikast um
vikuskiftið. Hjá Stjørnuni
og VÍF var heldur ikki stór-
vegis roks, tá tær skuldu
vinna sær síni stig, men hin-
vegin stóð heilt nógv á hjá
Neistanum.
Neistin vitjaði á Skála
hjá StÍF, og júst sum í
grundspælinum var tað um
reppið, at Neistakvinnurnar
máttu fara stigaleysar til
hús aftur.
Spennandi hálvur
tími
Fyrra hálvleik sá annars út
til, at Neistin skuldi fáa alt
við sær aftur. Munurin var
kanska ikki tann heilt stóri,
men Neistin helt alla tíðina
fast um leiðsluna, men um
miðjan seinna hálvleik kom
stígur í.
StÍF stríddi seg upp á
javnt, og fimm minuttir fyri
leiklok stóðu 22-20 á
stigatalvuni. Neistin fekk
tey bæði næstu málini, men
hóast heimaliðið royndi at
venda gondini við einum
time-out, so eydnaðist hetta
ikki, og so var seinsta málið
í dystinum bara ein fátøk
troyst. Stig komu eingi, og
so er spurningurin, hvørt
hetta togar huglagið hjá
strandakvinnunum
enn
meira niður, enn tað hevur
verið í seinastuni, ella um
liðið nú hevur fingið styrkt
um vónirnar undan dystin-
um móti Kyndli, sum væl
kann gera av, hvørt liðið fer
at søkka heilt niður á botn
ella ikki.
Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 23-24 (9-12)
Málskjúttar
StÍF: Milica Ergic 8(2),
Ninna Katrin Johansen 6,
Anna B. Danielsen 5, Ann-
Mari Østerø 1, Sunfríð B.
Jacobsen 1, Beinta Joensen
1, Paula B. Høgnesen 1
Neistin: Simona Dziugyte
11(2), Marjun Tróndarson
4, Lina Andriulyte 4, Ása á
Neystabø 2, Lív Sørensen
2, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin
3
Útvísingar: StÍF 4, Neistin
6
Dómarar
úr
Kyndli:
Hannis Wardum & Uni
Wardum
Føroyskt
transfer-
vindeyga
Eins og flestu av londun-
um kring okkum hava
gjørt tað, ætlar FSF nú
eisini, at leikaraskifti í
føroyskum fótbólti skulu
fara fram innan eitt so-
nevnt transfer-vindeyga.
Í uppskotinum verður
lagt upp til, at føroysku
fótbóltur kemur at fáa
ein vetrar- og ein summ-
armarknað, har feløgini
hava møguleika at keypa
ella selja leikarar, meðan
tað annars skal vera
friður á marknaðinum.
Skotið verður upp, at
tað verða átta vikur í tíð-
arbilinm millum kapp-
ingarár, har leikaraskifti
kunnu fara fram, eins og
tað verður loyvt at knýta
leikarar at felagnum frá
seinsta leikdegi undan
summarsteðin til tveir
dagar undan uppaftur-
tøku av landskappingini.
Í viðmerkingunum til
uppskotið sigur FSF, at
hetta fer at virka til, at
feløgini undir kappingini
fáa nýtt orkuna til aðrar
lutir enn at ansa eftir
egnum leikarum ella
leita sær eftir nýggjum
leikarum, eins og tað
gevur venjarunum ein
møguleika
at
vita,
hvussu hópurin sær út,
longu tá farið verður
undir fyrstu venjingar-
nar.
Hartil metir FSF, at
hetta í ávísan mun kann
virka til at skapa stabil-
itet hjá feløgunum, eins
og feløgini við hesum
eisini verða meira javnt
stillað.
-jm
Við ellivu av Neista-málunum var Simona Dziugyte enn einaferð týdningarmesta álopsvápnið
hjá Neistanum
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
5
4
-
0
-
1
449
344
105
19
2 VB
4
4
-
0
-
0
425
322
103
16
3 VÍF
5
3
-
0
-
2
439
357
82
15
4 Neistin
4
3
-
0
-
1
409
362
47
14
5 StÍF
4
0
-
0
-
4
357
420
-63
5
6 Søljan
4
1
-
0
-
3
301
399
-98
4
7 Kyndil
4
0
-
0
-
4
260
436
-176
1
Máltindurin:
Simona Dziugyte
Neistin
140
(23)
Nicoleta Radu
Søljan
117
(22)
Aukse Vysniaskaite
VB
117
(30)
Ioana Rápa
VÍF
104
(25)
Katarina Stepanov
Stjørnan
97
(20)
Sóley Mikkelsen
VÍF
91
(20)
Daiva Tuomaite
VB
87
(15)
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
VÍF
82
Irina Rodevici
VÍF
81
Milica Ergic
StÍF
81
(10)
Gurið Mortensen
VB
79
(6)
Annika Ljósstein
Stjørnan
73
(18)
Heidi Maria Akselsen
Søljan
71
(5)
Joan M. Djordjevic
Stjørnan
70
(24)
Lina Andriulyte
Neistin
64
21
Nr. 30 • fríggjadagur • 13. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Guarini heldur nógv av
føroyskum spælarum
– Føroyskir spælarar
hava ov langan vetr-
arsteðg, og tað merkt-
ist, tá ið vit byrjaðu
venjingina her í fel-
agnum, sigur venjarin
hjá Fremad Amager,
sum tó heldur, at
føroyskir spælarar
hava rætta hugburð-
in. Hann hevur fýra
føroyskar spælarar í
sínum hópi
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Føroyingar hava rættiliga
gjørt innrás í Fremad Am-
ager í danska høvuðsstaðn-
um.
Føroyingar hava í nógv ár
hildið til í stórum tali á
Amager – ikki minst á
Oyrasundskolleginum
–
men nú eru teir eisini at
síggja á vøllinum hjá lokala
fótbóltsfelagnum.
Jann Ingi Petersen, Hjal-
grím Elttør, Andrew av
Fløtum og John Heri Dam
eru allir við í 1. liðhópinum
hjá Fremad Amager, og
allir uttan John Heri hava
sáttmála við felagið fyri í
minsta lagi í eitt ár.
–
Føroyskir
spælarar
hava rættan hugburðin til
fótbóltsspælið. Teir eru
ídnir og vilja gera alt fyri at
vinna. Harafturat er tað ein
stórur fyrimunur fyri okk-
um, at teir kempa fyri at
verða við á føroyska lands-
liðnum,
sigur
Michele
Guarini, venjari í Fremad
Amager.
– Felagið fær kanska
tríggjar spælarar við til
HM-dystin ímóti Fraklandi,
og tað er neyvan komið fyri
fyrr her í felagnum.
Arbeiðaraklassin
Fremad Amager er eitt sið-
bundið felag og hevur altíð
verið tvinnað saman við
fólk í arbeiðaraklassanum.
Men soleiðis er ikki longur.
Venjarin vil gera upp við
gomlu traditiónina, tí hann
heldur, at felagið kann
gerast offur fyri sínari egnu
mytu, og hetta hevur skapt
órógv á Amager.
Á heimasíðuni hjá fel-
agnum verður dúgliga kjak-
ast um samleikan hjá
Fremad Amager, sum ikki
er til at kenna aftur – mill-
um annað tí at venjarin hev-
ur skift allar teir gomlu
spælararnar út og hevur
brúkt heilar 61 spælarar á
liðnum seinastu tvey árini.
Føroyingar í fokus
Í Tipsblaðnum fríggjadagin
er drúgv grein um Fremad
Amager og ta uppgerð, sum
hevur verið í felagnum, og
her verða eisini føroyingar-
nir drignir fram.
Tí trúgvu áskoðararnir á
Sundby Idrætspark, har
Fremad Amager spælir
sínar dystir, kenna næstan
ikki spælararnar á liðnum
longur, og nú skulu teir
venja seg við fýra nýggjar
føroyskar spælarar.
Men venjarin verður ikki
tikin av fótum av atfinning-
unum.
– Við okkara fíggjarligu
møguleikum eru føroyskir
spælarar áhugaverdir. Tað
eru nógvir spælarar, sum
hava talent, men ikki allir
hava tann hugburð, sum
føroyskir spælarar hava,
sigur Michele Guarini.
Verri fyri enn danir
Í hesum døgum venja spæl-
ararnir hjá Fremad Amager
til seinnu hálvu í donsku
kappingini, sum byrjar um
hálvan annan mánað.
Venjingin hesa ársins tíð
skal byggja upp formin,
sum skal bjarga Amager í
næstbestu deildini, og tað
verður gjørt við harðari
venjing og venjingardyst-
um.
–
Føroyskir
spælarar
hava ov langan vetrarsteðg,
og tað merktist, tá ið vit
byrjaðu venjingina her í
felagnum. Teir føroysku
spælararnir vóru eitt sindur
verri fyri kropsliga, enn
hinir spælararnir í felagn-
um, sum hava vant allan
vetur, men teir eru við at
koma seg, sigur Michele
Guarini.
– Eg haldi, at føroyingar
skuldu umhugsa at longt
kappingarárið ella í minsta
lagi at vant meira um vetur-
in, so at spælararnir ikki
missa so nógv av forminum
um veturin, heldur hann.
Sleppa at royna seg
Fremad
Amager
hevur
spælt fimm venjingardystir
í hesum árinum, og før-
oysku spælararnir hava
roynt seg í hesum dystum.
Enn ber ikki til at siga
nakað um, hvørt føroysku
spælararnir fáa fast pláss á
liðnum, tí í venjingardyst-
unum verða nógvar upp-
stillingar royndar, og flestu
spælararnir fáa spælitíð.
Jann Ingi Petersen hevur
spælt á sentrala miðvøllin-
um, meðan Hjalgrím Elttør
og Andrew av Fløtum hava
roynt seg í álopinum. Enn
eru tað ikki blivin til
mongu málini, sum teir
báðir skoraðu í Føroyum,
men Hjalgrím skoraði eitt
mál fyri einari góðari viku
síðani.
Í
gjárkvøldið
skuldi
Fremad
Amager
spæla
ímóti Lyngby, og tá varð
John Heri Dam, sum hevur
vant við 1. liðshópinum,
men hevur spælt við 2. liði
hjá Frank Skytte, tikin út til
dystin.
Týdningarmikil
dystur
Fremad Amager er ikki
nakað stórfelag, og um-
støðurnar í felagshúsunum
á Amager eru einki betur,
enn flestu føroysku feløgini
kunnu bjóða sínum spælar-
um. Men fótbóltsliga av-
bjóðingin hjá teimum før-
oysku spælarunum er eitt
vet størri enn í Føroyum, og
so er møguleikin altíð at
gera vart við seg í donskum
fótbólti og koma víðari til
eitt størri felag.
Tá ið landskappingin
byrjar aftur seint í mars
mánaði, leggur Fremad
Amager fyri við einum
týdningarmiklum
dysti,
sum antin kann geva teim-
um luft í botnstríðnum ella
blanda teir enn meira upp í
kampin fyri at yvirliva í
næstbestu donsku deildini.
Og tað skal gerast við fýra
føroyskum
spælarum
í
felagnum.
– Við okkara fíggjarligu møguleikum eru føroyskir spælarar áhugaverdir. Tað eru nógvir spælarar, sum hava talent, men ikki allir
hava tann hugburð, sum føroyskir spælarar hava, sigur Michele Guarini, venjari í Fremad Amager
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
20