Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stór bót til skipara 100.000 krónur í bót fyri at sløkkja fylgi­sveina eftirlits­ eindina meðan fiska var ólóg­liga í ís­lendsk­um sjógvi. Sambært før­ oysk­ari lóggávu, skulu øll skip sum dríva vinnuligan fiski­skap, hava Fylgi­sveina eftirlits­ eind (VMS) umborð, og tað kann verða dýrt at sløkkja, með­ an ein er til fiskarí. Brimil tók skip, fyri at fiska ólógliga í íslendskum sjógvi, og hevur sakin verði fyri í Føroya Rætti. Føroya Rættur hevur hevur givið skipara 100.000 kr. í bót fyri at sløkkja VMS-in.Skiparin hevði harafturat blaka Plottarin í hav­ið, fyri at sletta spor­ini hvar hann hevði fiskað. Onnur brot vóru eisini, og hevur Før­-oya Rættur giv­ið skip­ar­an­um eina saml­aða bót á 265.000 krónur, með­an hald var lagt á veiði og reið­skap til eitt mett virði á 304.463. Leo Poulsen Hugnalig móttøka var í Hoy­víkar skúla í morgun áðrenn rennitiltakið. Allir næmingarnir møttu sam­ an við lærarunum, har varð sungið og spælt, og sjálv­ur borg­ar­stjórin Heðin Mort­ en­sen var komin at handa ognarsteyp. · »Ein dagur á floti« er ein fiskitúrur við sluppini West­ward Ho, ið er ætlaður næmingum í 6. flokki í fólka­ skúlanum í Tórshavnar komm­unu. Endamálið við túri­num er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa sam­band við sjógvin og at royna seg á sluppdekki, og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni og møguleika sleppa á flot. Foreldur kunnu koma við saman við næm­ing­ unum, og tað eru fleiri, sum hava verið við í ár, greiddi borgarstjórin Heðin Mort­ ensen frá. Túrurin er eisini skipaður sum ein fiskikapping millum flokkarnar, sum hava verið túrin »Ein dagur á floti«. Tann flokkurin sum fiskar mest, – hevur fingið flest fisk­ar – fær eitt steyp til ognar. Umframt, at túrurin við sluppini er ein uppliving í sjálvum sær, verður dentur lagdur á, at næmingarnir royna ymsan fiskireiðskap, kenna vanligu fiskasløgini, kanna fisk, kryvja, avhøvda og greipa. Næmingarnir fáa fongin við. Summir flokkar hava valt at taka fiskin við í skúlan og gera onkran leskiligan rætt burtur úr fiskinum, meðan aðrir hava tikið hann við heim. Onkur hevur greipað fiskin og hongt hann upp at ræsa, onkur hevur gjørt frika­ dellur, knettir og annað gott. Góðan fong – Í ár hava næmingar úr øllum 11 kommunalu fólka­ skúl­unum í Tórshavnar komm­unu verið fiskitúrin við Westward Ho, og tað er at fegnast um. Hetta er triðja árið, at fiskitúrurin er skipaður sum ein kapping, og vinnarin í ár gjørdist 6.a í Hoyvíkar skúla. Túrurin hjá teimum var 7. september, og lærarin, sum var við teimum er Vinnie Toftegaard, sum hevur 6.a í náttúru tøkni, segði borgarstjórin. Næmingarnir í 6. a fingu 73 fiskar, so ikki kann sigast annað enn, at fongurin var góður. – Tórshavnar kommuna takkar skúlunum, at teir hava tikið so væl undir við til­tak­ inum og vónar, at túrurin hevur gjørt sítt til, at onkrir næmingar verða sluppvinir og um nøkur ár verða við sluppini sum manning, tá 6. flokkar ella onnur fara túrar við sluppini. Eisini takkaði borgarstjórin teimum, sum dag­lig reka sluppina, og sum fleiri vóru møttir til hátíðar­ haldið í Hoyvíkar skúla. 6.a vann fiski­ kappingina 6.a í Hoyvíkar skúla vann fiskikappingina millum teir 11 kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu í kappingini »Ein dagur á floti« 6. a í Hoyvíkar skúla avmyndaðir saman við Borgarstjóranum og flokslæraranum Sunnukvøldið byrjar Dinero bingospælið hjá Rás2 aftur. Spælið byrjaði fyrr í ár, og eftir ein summarsteðg, er nú klárt at fara undir spælið aftur, og onkrar broytingar verða við spælinum. – Tað vísir seg, at før­oy­ ingar vilja vinna pengar í slíkum spølum, og tað hava vit tikið hædd fyri nú. Vit hava valt at broyta spælið, so at møguleiki eisini verð­ ur at vinna stórar pen­inga­ uppæddir í Dinero spælinum, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2. Pengar at vinna Dinero er eitt bingospæl við plátum, sum kunnu keyp­ast á sølustøðum kring land­ið. Spælið verður fram­eft­ir skip­ að soleiðis, at trý spøl verða spæld hvørt sunnu­kvøld. Í fyrsta spælinum verður spælt ein rekkja. Vinningurin er tá eitt flogferðaseðil við Atlantsflogi ella eitt gávu­ kort frá Bowlinghøllini í Havn. Lurtarin, sum vinn­ ur hetta spælið, skal velja A ella B vinning, tá ið hann kemur ígjøgnum til send­ ingina, og harvið er 50-50 kjansur fyri at vinna flog- ferðina ella gávukortið frá Bowlinghøllini í Havn. Tað er tilvildarligt hvørt sunnu­ kvøld, hvat er ein  A ella B vinningur. Í øðrum spæli verður eisini spælt ein rekkja. Tá er vinningurin ein fartelefon frá Føroya Tele. Í triðja spælinum verður spælt heil pláta. Vinnarin av triðja spælinum sleppur ígjøgnum til sendingina. Nú sunnukvøldið er møguleiki er at vinna 10.000 krónur. Tann sum ringir inn skal velja eitt tal millum 1 og 40, og onkrastaðni harímillum eru tær 10.000 krónurnar. Um vinnarin ikki vinnur p e n ­i n g a u p p h æ d d i n a , vinnur hann eitt viðskifta­ kort frá Effo á 1.000 krónur. Peningahæddin verður so flutt til næstu ferð, og upphæddin hækkar fyri hvørjaferð, um eingin vinnur hana.   Dinero bingospælið verður spælt á Rás2 hvørt sunnukvøld kl. 19.30. 10.000 krónur standa upp á spæl Rás2 fer nú undir  bingospælið aftur, og sum nakað nýtt ber nú til at vinna stórar peningaupphæddir í spælinum.