mikudagur 12. oktober 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politisk innrás
tvær vikur fyri løgtingsvalið vitja allir politisku floksformenninir sendingina. Prátað verður við teir um lagnuvalið, sum er fyri framman,
og teir sleppa eisini at kappast í øðrvísi spurnarkapping. tað verður politikkur og undirhald hvørt um annað – ella samstundis.
kom á Hvonn og lurta
... ella hoyr alt á rás2!
leygarkvøldið
15. oktober 2011
kl. 19.00
Sosialurin 341800
Gunnar stríddi
seG uPPaftur
Gunnar Hjelm hevur júst verið við í danmarks-
meistarakapping í bodybuilding, og har stóð hann seg
sera væl. Gunnar Hjelm greiðir frá, hvussu tað er at
hava kropsligar upp- og niðurtúr, og hvussu tað hevur
verið at stríða seg í toppform aftur.
steintór setir
sPurninGar til lívið
í næstu viku gevur steintór rasmussen nýggja fløgu
út. á útgávuni eru sangir um lívið, ljós og myrkur,
kærleika og kenslur, Jesus, einaran og annað. vit práta
við steintór um nýggju útgávuna, og hann spælir nakrar
sangir av nýggju útgávuni live fyri okkum.
JákuP eli
synGur um vanJu
Jákup eli Joensen hevur fingið gjøgnumbrot sum
tónleikari, nú hann hittar við sanginum um vanju.
vit hitta Jákup eli, og hann syngur stóra hittið
hjá sær live í sendingini.