Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum Nógv hjartasjúka Í familjuni hjá Gunnar Hjelm eru fleiri hjartasjúk fólk, og nøkur eru deyð av hjartasjúkuni. Tað var kanska ein orsøk til, at hann fór at hugsa so nógv um sín kropp, at styrkja seg og liva sunt, heldur hann. Lagnan hevur verið hørð hjá familjuni. Ein beiggi Gunnar Hjelm doyði sum trý ára gamal, helst av tuberklum. Systirin doyði 30 ára gomul frá einum 14 daga gamlari dóttur, einum 10 mánaða gomlum soni og eini 12 ára gamlari dóttur. Deyðsorsøkin var ein legionella bakteria, sum finst í vatni, og hon hevði vri sunnuanfyri og ferðast. Pápin doyði 74 ára gamal av blóðproppi, og tað sama ein 49 ára gamal beiggi.