mikudagur 12. oktober 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað ræður um
at seta sær mál
– Lívið steðgar ikki upp, um tú fær ein frammaná. Tað er bara at taka seg saman. Hetta er ein av boð
skapunum hjá Gunnari Hjelm, sum leygardagin gjørdist nummar tvey í sínum bólki í DM í bodybuilding
Gunnar Hjelm
Randi Jacobsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Vágbingurin Gunnar Hjelm var
ovurfegin, tá ið hann leygardagin
fyrst kom í finaluna og seinni um
dagin endaði sum numar tvey í
Danmarksmeistarkappingini
í
bodybuilding.
– Eg var bæði fegin og rørdur.
Eg hevði sett mær eitt mál, og eg
rakk tí.
Áhugin fyri kappingini var
stórur. Tað var útselt, tað blunkaði
alla tíðina frá blitsum, og serliga
var Gunnar Hjelm fegin, tá ið
hann hoyrdi føroyingar heppa og
rópa navn sítt.
– Tað var bara so ótruligt, tá
ið teppið fór frá, og tónleikurin
dundi.
Hann kendi bara ein av hinum
luttakarunum frá tíðini, hann var
bodybuildari í Danmark. Men har
vóru onkrir við sum hjálparfólk,
og teir hildu tað vera stuttligt, at
hann royndi seg aftur, nú hann er
blivin 46 ára gamal.
So skjótt sum kappingin var
av, skundaði hann sær heim til
mammuna, sum býr í Albertslund
uttan fyri Keypmannahavn. Har
komu nógv fólk at fáa sær ein
góðan bita, og tey høvdu eitt
hugnaligt kvøld.
Tað bleiv seint, men Gunnar
Hjelm var tíðliga á fótum morg
unin eftir, tí hann skuldi til
Føroya.
Sonurin Teit í Vági fylti 10 ár
henda dagin, og hann vildi fyri
alt í verðini heim í føðingardag
hjá soninum.
Og tað eydnaðist, tí skiparin
á Smyrli játtaði at útseta fráferð
ina hjá Smyrli úr Havn sunnu
morgunin í nakrar minuttir.
– Sum tað var deiligt at síggja
børnini Teit, sum nú er 10 ára
gamal, og 13 ára gomlu dóttrina
Siv aftur. Eg havi verið í Danmark
í seks vikur.
Tíðliga mánamorgunin fór
Gunnar Hjelm aftur til Havnar,
har hann býr og arbeiðir sum
varaleiðari á Sjúkraflutningstæn
astuni á Landssjúkrahúsinum.
Vit práta mest um lívið og tær
avbjóðingar, sum tað gevur.
Hann var ungur, tá ið foreldrini
fóru frá hvør øðrum, og mamman
flutti til Danmarkar. Hann fór
aftaná mammuni.
Føroyameistari í svimjing
15 ára gamal lærdi Gunnar Hjelm
seg at svimja, og beinanvegin
brann hann fyri svimjingini, og
hann bleiv føroyameistari.
Tá ið hann flutti til Danmarkar
fór hann at svimja við næstbesta
liðinum hjá Albertslund og kom
eisini á fremsta lið.
Hann fór at arbeiða sum lív
bjargari, og í hølunum sá hann
fólk í kropsvenjing.
Eg bleiv púra bitin av tí, legði
svimjingina til viks og fór í eitt
annað felag at venja bodybuiling
og styrki.
Gunnar Hjelm sigur, at hann
var sera hugtikin av Rocky-film
unum í 70-árunum og 80-árunum,
og teir filmarnir góvu honum
íblástur at hugsa meira um sín
kropp.
– Tónleikurin í filmunum hev
ur fylgt mær øll árini, og meðan
eg vandi til DM nú, hevði eg eisini
alla tíðina tónleikin í oyrunum.
Gunnar Hjelm sær seg sjálvan
eitt sindur aftur í Rocky.
Sterkur vilji
– Hann var einki, men hann hevði
ein ótrúligan vilja til at fáa kroppin
mentan. Tann hugburðurin hevur
fylt mær alla tíðina, og eg havi lisið
bøkurnar hjá Sylvester Stalone
og Arnold Schwarzenegger. Fyri
at náa málinum skalt tú venja, og
samstundis er neyðugt at hugsa
um kostin, tí alt hongur saman.
Í 1990 tók Gunnar Hjelm út
búgving sum portørur og arbeiddi
á sjukrahúsinum á Frederiksberg
líka til 2005, tá ið hann, konan og
børnini bæði fluttu heim aftur til
Føroya. Tey búsettu seg í Vági í
gamla barnaheimi hansara, sum
hann keypti og setti í stand.
Tvey tey fyrstu árini arbeiddi
hann sum portørur á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, men í 2007 fekk hann
nýggjar avbjóðingar á Lands
sjúkrahúsinum, har hann síðan
hevur verið varaleiðari á sjúkra
flutningstænastuni
á
Lands
sjúkrahúsinum.
Gott arbeiðspláss
– Eg kenni meg ógvuliga væl í
arbeiðinum. Hetta er eitt gott ar
beiðspláss. Vit kunnu tosa saman,
og tað ber væl til at hava eina aðra
hugsan enn hini, tí tú verur dømd
fyri tað fakliga.
Í 2009 fóru Gunnar Hjelm og
konan frá hvør øðrum, og tá ið
pápin bráðdoyði tríggjar mán
aðir seinni, og hann so misti ein
beiggja eisini tríggjar mánaðir
eftir, fóru beinini fullkomiliga
undan honum.
– Øll fáa onkuntíð perónligar
truppulleikar og eru ólukkulig,
og tá er gott at hava góðar vinir
at tosa við. Eg møtti stórum
forstáilsi frá mínum leiðara og
hinum starvsfeløgunum, sigur
Gunnar Hjelm.
Størstu hjálpina fekk hann
frá góðu vinkonu síni Borgný
Kjærbæk, sum gjørdi honum
greitt, at hann ikki var tann sami
longur. Hon bað hann eisini siga,
nær í lívinum, hann hevði havt
tað best.
Venjingin ger væl
Hann kom til, at bestu árini hjá
honum høvdu verið, tá ið hann
– Eg vil fegin vera ein góð fyrimynd hjá teimum, sum
koma í somu støðu, sum eg var í. Eg hevði næstan mist
meg sjálvan burtur, men kom fyri meg aftur, setti í meg
at tveita 30-40 kilo av mær, og tað eydnaðist. Lívið
er ikki liðugt, um vektin verður ov nógv. Tað ræður um
at fóta sær, seta sær mál og stevna móti málinum
í meldrinum