mikudagur 12. oktober 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
vandi, og tá setti hann í seg aftur
at fara at venja.
– Spurningurin er ikki, hvussu
hart lívið fer við tær, men hvussu
hart tú upplivir slagið, og so ræð
ur um at finna mátan at koma
víðari.
Gunnar Hjelm fór at venja
í Yndi Fitness, og hann vandi
dúgliga upp undir DM-kapp
ingina.
Tá ið hann vigaði mest, var
vektin 123 kilo. Nú er hann komin
niður á 84,9 kilo.
Kappingin er farin afturum,
men Gunnar Hjelm ætlar ikki at
gevast við venjingini. Hann ætlar
at venja fýra ella fimm ferðir um
vikuna. Haraftrat gongur hann
nógv, og tað er við fullari ferð.
Hvørt einasta kvøld gongur hann
ein langan túr.
Samstundis hugsar hann altíð
um kostin.
Kanska
Gunnar Hjelm dugir ikki at
svara upp á spurningin, um
hann aftur fer at stilla upp til
DM í bodybuilding. Upp á ein
máta kundi hann hugsar sær at
roynt aftur, tá ið hann verður 50
ára gamal. Hann hevur trý ár at
hugsa seg um í og fyrireika seg,
verður tað álvari.
– Eg vil fegin vera ein góð fyri
mynd hjá teimum, sum koma
í somu støðu, sum eg var í. Eg
hevði næstan mist meg sjálvan
burtur, men kom fyri meg aftur,
setti í meg at tveita 30-40 kilo
av mær, og tað eydnaðist. Lívið
er ikki liðugt, um vektin verður
ov nógv. Tað ræður um at fóta
sær, seta sær mál og stevna móti
málinum.
– Er vit nøgd við okkum sjálvi,
verða hini nøgd við at vera saman
við okkum. Útstrála vit gleði,
verða hini eisini glað.
– Tað størsta eitt menniskja
kann gera, er at kunnu hjálpa
øðrum. Eg vil fegin rætta hondina
út til teirra, sum ikki við egnari
hjálp megna at koma víðari, sigur
Gunnar Hjelm.
Gunnar Hjelm var tíðliga á
fótum morgunin eftir, tí hann
skuldi til Føroya. Sonurin Teit í
Vági fylti 10 ár henda dagin, og
hann vildi fyri alt í verðini heim
í føðingardag hjá soninum.
Børnini hjá Gunnar Hjelm, 13
ára gamla Siv og 10 ára gamli
Teit, eru hansara eitt og alt.
Hann er eisini errin av
teimum.
Siv dámar væl at framføra,
og hon elskar at dansa. Í sein
astu viku luttók hon í einum
mótasjovi.
Teit spælir fótbólt, og hann
hevur fleiri ferðir spurt páp
an, um hann kann blíva líka
góður fótbóltsspælari sum
Ronaldo.
– Eg havi svarað, at tú
verður ikki líka góður spælari,
um tú ikki venur, sigur Gunnar
Hjelm.
Røsk børn
– Øll fáa onkuntíð persónligar truppulleikar og eru
ólukkulig, og tá er gott at hava góðar vinir at tosa við
Gunnar Hjelm, í miðjuni,
gjørdist nummar tvey til DM