Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Við tí langa bíðilistanum til barnapsykiatri í Før­ oyum, skuldi stórur tørv­ur verið á at fingið hjálp til børn og ung við autismu, asberger og øðrum sálarligum sjúk­ um. Ein avtala varð í summar gjørd mill­um Tvøroyar komm­unu og danska privat­sjúkra­ húsið Hejm­dal á Frede­ riks­berg í Keyp­manna­ havn um sam­starv, og mána­dagin koma starvs­ fólk frá sjúkrahúsinum til Føroya. Kommunan hevur út­vega teimum eini hús at vera í alla vikuna, tey verða á Tvøroyri. Hugskotið við sam­ starv­inum er, at før­oysk­ ar familjur skulu sleppa frá at fara til Danmarkar at fáa børn síni kannað. Jan Samuelsen, for­ stjóri á Hejmdal sigur, at nakrar familjur bæði á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum eru sinnað at koma til samtalu við Hejm­dal á Tvøroyri. – Vit kunnu kanna børnini í Føroyum og stað­festa, hvat bagir. Tá ið vit eru aftur í Dan­ mark, gera vit eina frá­ greið­ing. Síðani koma vit við eini tilráðing um, hvør viðgerð er best, sigur Jan Samuelsen. Fjarviðgerð Hann heldur, at tað í summum førum fer at bera til við fjarviðgerð, serliga við heilivági. Umframt samtalur og at kanna børnini eru ætlanin at hjálpa til við at stovna ein foreldrabólk, og somuleiðis verður skeið hildið fyri lærarum og pedagogum fyri at gera hesi betur før fyri at síggja tað, tá okkurt bagir einum barni. Jan Samuelsen sigur, at um áhugi eisini er norðanfjørðs fyri at koma í samband við starvsfólkini á Hejmdal, ber til at ringja ella meyla til sjúkrahúsið. – Vit koma ikki til Føroya av tí orskøk, at her er ein marknaður. Markn­aðurin er eisini stórur í Danmark, men vit halda tað vera eina spennandi uppgávu at arbeiða upp á ein ann­ an máta, sigur Jan Sam­ uelsen. Tey á Hejmdal ætla sær at koma til Tvøroyrar skjótt aftur, tí tey vilja kenna viðurskiftini í Føroym væl. Tað er eisini týdningarmikið fyri tey at hava gott samstarv við kommununa fyri at vita, hvussu arbeiðast skal víðari, sigur stjórin. Jan Samuelsen, forstjóri á Hejmdal er spentur uppá samstarvið við Tvøroyrar kommunu Koma at hjálpa sálar­sjúkum børnum Um mánaðarskiftið koma starvsfólk av danska privatsjúkrahúsinum Hejmdal til Tvøroyrar at tosa við familjur hjá sálarsjúkum børnum og at hava skeið fyri lærarum og pedagogum. Randi Jacobsen Donsku røktarheimini og bústovnarnir í Danmark fingu lemjandi ummmæli, tá ið heilsumyndugleikarnir í ár vóru á eftirlitsvitjan. Ikki ein stovnur slapp undan. So illa stendur ikki til í Før­oyum, og so langt frá. Í sínum eftir­litsfrá­greið­ ing­um um viðurskiftini í ár á samanlagt 12 røktarheimum, sambýlum og bústovnum er viðmerkingar um eitt nú, at starvsfólkini ikki mugu ganga við ringum ella uri, onkrastaðni eru journalirnar ikki nóg væl førdar, tey hava ikki nóg góðar leiðbeiningar, og summastaðni er heili­vág­ urin ikki handfarin heilt eftir bókini. Nakrir stovnar fingu álagt ikki at vaska klæðir í køld­um vatni við har til hoyrandi sápu, sjálvt um tað er umhvørvisliga rætt, tí bakteriur doyggja ikki í køld­ um vatni. Nýtslan av heilivági Einki verður sagt beinleiðis um, at ov nógvur heilivágur verður givin, men okkurt kundi bent á illgruna um ovurnýtslu. Í frágreiðingini frá vitj­ an­ini á einum eldrasam­ býli stendur, at har hava tey tosað um nýtsluna av heili­vági, t. d. vatndrívandi heili­vági og pínutablettum. Leiðslan varð biðin um at fáa at vita, hví búfólkini hava fingið hendan heilivágin. Á einum røktarheimi hava tey trupulleikar við at fáa ávís­ ingar til heilivág. – Tað er læknans ábyrgd at geva starvsfólkunum ávís– ingarnar til starvsfólkini, um røktarheimið átekur sær at geva heilivág. Um tað ikki er heilt greitt, til hvat og hvussu helivágurin er ávístur, tí her­ við átaka starvsfólkini sær fullu ábyrgdina av møgu­ lig­um mistøkum, stendur í frágreiðingini. Á fimm sambýlum vórðu viðmerkingar gjørdar til, at búfólkini fáa grind til døg­ urða. – Vart verður gjørt við, at grind kann vera óegnað sum fólkaføði, og stovnurin eigur tí at gera sær greitt, um tað er rætt at geva fólkunum henda mat, stendur í við­ merk­ingunum. Eingin leiðari Flestu atfinningarnar fær Tórshavnar Privata Vistar­ heim. Tá ið eftirlitsvitjanin fór fram, var eingin leið­ari, og ógreitt var, hvør hevði ábyrgdina av røkt­ini og um­ sorganini av búfólk­un­um. Bara tveir tímaløntir sjúkra­røktarfrøðingar høvdu viðkomandi útbúgving. Upplýsingarnar í dagbók­ ini yvir búfólk vóru ikki førdir til dags. Landslæknin mælti til, at reglur verða gjørdar um, hvør umsitir heilivágin, og hvør skal hava heimild til at taka avgerðir um keyp og brúk av handkeypsheilivági, náttúruheilivági og kost­ ískoyti. Á Vistarheiminum hava tey ikki hugsað nóg nógv um kostin, eitt búfólk var ov­urfeitt, og eingi prógv vórðu fingin fyri, at heimið fyllir almennu tilráð­ing­un­ um viðvíkjandi kosti. Døg­ urða fær heimið frá sjúkra­ húsinum, hinum máltíðunum standa starvsfólkini fyri. Slíkar eftirlitsvitjanir verða gjørdar javnan á øll­ um stovnum undir Nær­verk­ inum. Vitjanirnar verða ikki fráboðaðar frammanundan. randi@sosialurin.fo Mæla frá at eta grind á bústovnum Landslæknin hevur mælt fimm sambýlum frá at geva búfólkunum grind til døgurða Landslæknin heldur tað ikki vera rætt at borðreiða við grind á bústovnunum Randi Jacobsen Heimafturkomin úr New York skrivaði Torbjørn Jacob­ sen í drúgvum hugleiðingum, at hann kundi hugsað sær at stillað upp til løgtingsvalið. Áðure hevur ahnn annars boðað frá, at hann ikki stillar upp. Hallur Ellingsgaard, for­ maður í lokalfelagnum í Eysturoynni sigur, at felagið er liðugt við uppstillingina. – Vit meta okkum sum liðug við uppstillingina. Torbjørn Jacobsen boðaði sjálvur frá, at hann ikki stillaði upp, og eg havi ikki fingið nakra áheitan um at kalla til fundar aftur, sigur Hallur Ellingsgaard. Heldur ikki Carl Johan Jensen, formaður í felagnum í Suðurstreymoy kennir nakað til, at Torbjørn Ja­cob­ sen vil á listan. Tað hevur hann einki frætt um. Tobbi neyvan á listan