Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað er Vaðhorn á Strondum, ið hevur gjørt leiguavtalu við Faroe Origin, sum eigur saltfiskavirkið á Toftum, og tað er soleiðis Vaðhorn, sum nú rekur virksemi á Toftum. Jens Martin Knudsen, virkisleiðari hjá Vaðhorn, sigur, at partarnir hava gjørt nógv fyri at uppdatera saltfiskavirkið á Toftum, og nú virkið er komið uppaftur at koyra, eru fólk sera glað. Góður hýrur Virkisleiðarin vísir á, at eini 30-35 fólk nú arbeiða á virkinum. - Tað er greitt, at vit hava merkt eina stóra arbeiðsgleði hesar fyrstu vikurnar, vit hava havt havt virksemi koyr­andi. Tað eru fólk, sum hava starvast her í fleiri ár, og sum nú eru sloppin aftur til arbeiðis. Tey hava lagt kensl­ur í hetta virksemi, og nú gongd er komin á aftur, er náttúr­­ligt, at stemningurin er góður, og fólk eru ógvuliga glað. Jens Martin Knudsen vísir á, at av teimum 30-35 fólkunum, sum nú eru grund­ ar­lagið undir virksemi­num á saltfiskavirki­num á Toftum, eru fleiri, sum hava arbeitt her áður – og síðan eru nøkur, sum fyrstu ferð eru til arbeiðis á virkinum. - Vit miðja eftir at arbeiða umleið 2.000 tons av ráfiski til saltfisk á Toftum um árið, og vit hava góðar vónir um, at hetta fer at eydnast. Hetta skuldi givið rímiliga støðugt arbeiði til tey fólk, vit nú hava á virkinum, leggur hann aftrat. Vaðhorn óbroytt Virkisleiðarin vísir á, at Vaðhorn á Strondum í fjør keypti umleið 4.800 tons av ráfiski, og hann væntar ikki, at nøgdirnar verða minni í ár. - Alt bendir á, at vit fara at arbeiða nøkur tons fleiri á Strondum í hesum árinum, og annars er at siga, at saltfiskaframleiðslan á Hulki verður júst hin sama, sum hon hevur verið undanfarin ár. Tað merkir, at virkisemið, sum vit hava á Strondum, í so máta ikki verður ávirkað av, at vit nú eisini reka saltfiskavirkið á Toftum, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari hjá Vaðhorn. Vilmund Jacobsen Bæði í endanum av síðstu viku og í byrjanini av hesi vikuni hava fleiri línuskip landað á Toftum. Flestu skipini hava roynt á Íslandsrygginum og hava fingið væl av fiski. Harry Benjaminsen, sum starvast hjá Landingar­mið­ støð Føroya, sigur, at Stapin, Vesturhavið og Morgun­ stjørnan hava landað hesa vikuna, og Sigmundur og Mascot landaðu í enda­num av síðstu viku. Sigast kann um veiðina, at skipini hava ligið millum 80.000 pund, sum var veiðan hjá Morgunstjørnuni og upp í eini 175.000 pund, sum var veiðan hjá Stapanum. Leggjast kann aftrat, at Vesturhavið hevði 140.000, og Sigmundur hevði 130.000 pund. Harry Benjaminsen sigur, at tað eru serliga línuskipini, sum geva nógva landing, men eru veður-og streymváninar góðar, og nógvur útróður er, gevur eisini útróðurin Landingarmiðstøð Føroya væl av arbeiði. Tað er serliga, tá línuskipini eru inni, at nógv landingarvirksemi er á Toftum. Soleiðis hevur verið seinastu dagarnar, nú fleiri línuskip hava verið inni og landað Einir 20-25 mans á tveimum landingarliðum eru til arbeiðis á Toftum, tá nógv landing er Mynd: Vilmund Jacobsen Línuskip geva nógv arbeiði 35 fólk hava fingið arbeiði aftur á Toftum - Tað er náttúrligt, at tey fólk, sum hava starvast á hesum virki gjøgnum fleiri ár og hava lagt sínar kenslur í hetta virksemi, eru ógvuliga glað, nú tey aftur eru sloppin til arbeiðis aftur á saltfiskavirkinum á Toftum, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari