mikudagur 12. oktober 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Eg fái altíð illgruna, tá ið
onkur bjóðar sær til at bjarga
mær, hóast eg ikki eri í neyð!
Jákup Petersen, yvirlækni
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er
speiskur, tá ið hann skal siga
sína hugsan um ætlanina
hjá landsstýrinum at leggja
øll trý sjúkrahúsini saman
undir eina felags leiðslu.
Ført hevur verið fram,
at hetta er fyri at bjarga
teimum báðum smáu sjúkra
húsunum, tí tey eru so lítil, at
tað gongst illa at fáa læknar
at arbeiða har.
Aðrar grundgevingar eru,
at læknarnir á smáu sjúkra
húsunum hava so lítið at
gera, at teir klára ikki at varð
veita sínar sergreinar og
tískil er tað neyðugt at mið
savna viðgerðirnar á einum
sjúkrahúsi ístaðin fyri at
spjaða tær.
Gravgangur
Jákup Petersen sigur, at hetta
er tað bera møsn.
- Tað er gravgangur hjá
læknum eftir at sleppa á
Klaksvíkar
Sjúkrahús
at
arbeiða, sigur hann.
Sjálvur er hann ortopedur
og afturat sær hevur hann
fimm ortopedar sum hava
arbeitt á Klaksvíkar Sjúkra
húsið regluliga hesi seinastu
10-15 árini.
-Í tøttum samstarvi við
teir verður arbeitt á høgum
stigi og hetta tryggjar, at
kanningar og viðgerðir verða
so tætt við støðið í hinum
norðurlondunum,
sum
gjørligt.
Jákup Petersen sigur, at
nógvir læknar vilja sleppa
til Klaksvíkar, men at hetta
er nokk av manning til at
nækta tørvin á ortopedi á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum
er tvífaldað seinastu árini.
Hvussu ber tað til, at tað
er gravgangur eftir at sleppa
á
Klaksvíkar
Sjúkrahús,
tá ið tað altíð verður ført
fram, at tað gongst so illa at
fáa manna læknastørvini á
smáum sjúkrahúsum?
- Trivnaður! Tað er so
øgiliga ymiskt frá sjúkrahúsi
til sjúkrahús, hvussu stemn
ingurin og trivnaðurin er.
Men hann heldur, at neyv
tilrættislegging
er
eisini
rættiliga avgerðandi.
- Tá ið útlendskir læknar
koma higar, hava vit lagt alt
sera væl til rættis fyri teir so
at teir vita akkurát, hvussu
nógvar sjúklingar, hvussu
nógvar skurðviðgerðir og
hvussu nógvar móttøkur teir
hava hvønn einasta dag.
- Tað dámar læknunum
so mikið væl, at tað stendur
ikki á at fáa teir higar og sam
stundis loysir tað seg væl
fíggjarliga, tí tað er bíligt.
Passar ikki
Yvirlæknin í Klaksvík sigur,
at tað passar ikki, at ser
læknarnir á teimum smáu
sjúkrahúsunum
hava
ov
lítið at gera til at teir kunnu
varðveita sínar sergreinar.
- Tað er tvørtur ímóti.
Yvirlæknarnir á smáu sjúkra
húsunum hava meiri at
gera enn teir á Landssjúkra
húsinum.
- Eitt er, at tað eru so fáir
yvirlæknar á smáu sjúkra
húsunum, at teir eru í eldi
num alla tíðina. Eitt annað
er, at smáu sjúkrahúsini hava
ta skipan, at yvirlæknarnir
fara burtur á stór sjúkrahús
uttanlands at arbeiða minst
tríggjar mánaðir um árið.
- Hetta gevur læknunum
eina dygga barlast, tí teir
fáa nógv at gera í sínum
sergreinum.
Jákup
Petersen
sigur,
at ein Sjúkrahúsdeild skal
hava minst 40 tilburðir av
hvørji sjúku um árið fyri
at varðveita eitt nøktandi
viðgerðarstig.
Hann
biðjur
lesaran
legga til merkis, at hann
nevnir ikki, at ein lækni skal
hava 40 tilburðir, men at øll
deildin skal hava, tí hvør
sjúklingur verður kannaður
og viðgjørdur av einum liði
av læknum, sjúkrarøktarfrøð
ingum o.s.fr. og skal úrslitið
verða gott, skal alt liðið
samvirka sum ein heild.
- Hetta hevur Landssjúkra
húsið ikki tikið í álvara, tí
har eru heilt niður í trý,
fýra tilburðir av einstøkum
sjúkum um árið.
- Tað merkir, at á Lands
sjúkrahúsinum verða sjúk
lingar viðgjørdir, sum áttu at
farið uttanlands og tískil er
tað ein vandi fyri sjúklingin.
Sum dømi nevnir hann,
Tey vilja bjar
hóast eg ikki
HEILSUVERKIÐ Tað má vera
skemt, tá ið sagt verður,
at ein samanlegging er tað
einasta, sum kann bjarga smáu
sjúkrahúsunum, sigur Jákup
Petersen, yvirlækni í Klaksvík
Tað gongst rættiliga
illa at dagføra serlækn
arnar á Landssjúkra
húsinum
- Á Landssjúkrahúsinum gera vit eftir forskriftunum
frá danska Heilsustýrinum.
Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsin
um, vil ikki rættiliga kennast við páhaldið hjá Jákup
Petersen, yvirlækna í Klaksvík, í aðrari grein her á
síðuni um, at skurðviðgerðir verða gjørdar á Lands
sjúkrahúsinum, sum ikki eiga at verða gjørdar, tí
sjúklingagrundarlagið er ov lítið til at serlæknin
kann varðveita sín serkunnleika.
Tummas í Garði leggur dent á, at Landssjúkrahúsið
fylgir krøvunum frá danska Heilsustýrinum.
- Tað eru tey greiðu boðini frá leiðsluni til læknar
nar, leggur hann dent á.
Men so stendur tað til tann einstaka læknan at
taka støðu til, í hvørjum einstøkum føri, um hann
kann viðgera sjúklingin sjálvur í samsvari við áseting
arnar frá heilsustýrinum, ella um sjúklingurin skal
sendast uttanlands.
- Eru so onkir tilburðir, har tað ikki gongur, sum
ætlað, er talan um einstakar tilburðir.
Tummas í Garði vísur á, at leiðandi yvirlæknin
á skurðdeplinum er í Oslo hvønn mánað, har hann
arbeiðir á einum stórum sjúkrahúsið, fyri at varð
veita sín serkunnleika.
Men hann leggur afturat, at í ávísum førum koma
eisini útlendskir serlæknar á Landssjúkrahúsið at við
gerða sjúklingar, heldur enn at senda sjúklingarnar
av landinum, men tað er alt í samsvari við krøvini
frá Heilsustýrinum og í samrá við samráð við Danish
Breast Cancer Group, DBCG.
Hann nevnir bróstkrabba sum eitt dømi, har ein
íslendskur yvrlækni kemur á Landssjúkrahúsið
einaferð um mánaðinm her hann so er í eina viku
og viðgerð teir tilburðir at bróstkrabba, sum eru.
Fær ein kvinna staðfest bróstkrabba beint
áðrenn yvirlæknin kemur higar, verður eisini hon
sett á listan yvir tær kvinnur, læknin skal viðgerða
á føroyavitjan síni.
Fær nøkur kvinna staðfest bróstkrabba beint
eftir at hann er farin av stað aftur, verður hon send
til Íslands til viðgerðar.
- Hetta er alt fyri at tryggja, at kvinnur við bróst
krabba verða settar so skjótt í viðgerð, sum tilber,
sigur Tummas í Garði.
Vit fylgja
krøvunum