Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 rga mær eri í neyð at Sjúkrahúsið í Herlev slapp ikki at halda fram at skurðviðgera fyri krabba­ mein í eggjastokki tí bara 15% av sjúklingunum komu undan, sam­stundis sum 18% komu undan á Ríkissjúkra­ húsinum. Hann nevnir eisini skurð­ viðgerðir fyri krossband, sum ikki hava víst seg at vera til nakra nyttu. - Men eftir eina ógvusliga miðsavning hilnaðist tað væl betri. - Seinastu árini eru tískil ein hópur av viðgerðum savnað á sjúkrahúsum við ein­um fólkagrundarlagi upp á 100.000 til 500.000 fólk, tí tá verða úrslitini munandi betri. - Men á Landssjúkra­ húsinum tykjast tey ikki at lata hetta við seg koma, tí har verða skurðviðgerðir gjørdar, sum ikki hoyra heima har. Hann vil tó ikki nevna, akkurát, hvørjar hann hugs­ar um, men eitt nú er talan um ávísar ortopediskar skurð­ viðgerðir. Gongst illa Í hesum sambandi nevn­ir hann eisini, at tað gongst rætti­liga illa at dag­føra ser­ lækn­arnar á Landssjúkra­ húsinum. Hann heldur, at Lands­ sjúkrahúsið eigur at gera sum smáu sjúkrahúsini og krevja, at serlæknar fara uttanlands minst tríggjar mánaðir um árið og at sjúkrahúsverkið stendur fyri hesum. - Eg havi nevnt hetta fyri leiðsluni á Landssjúkra­ húsinum, men tað gjørdist ein spurningur um pening. Á smáu sjúkrahúsunum hevur tað verið siðvenja leingi, at serlæknarnir fara uttanlands í nakrar mánaðir um árið at dagføra sína vitan og síni evni og fyri at kunna seg um ta seinasta nýggja á teirra serøki, sigur Jákup Petersen. - Eg kann ikki taka tað sum annað enn skemt, tá ið sagt verður, at tað bara er samanlegging, sum kann bjarga smáu sjúkrahúsunum, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo Trygdin hjá sjúklingum - Landssjúkrahúsið skuldi gjørt sum sum Klaksvíkar Sjúkrahús, tí tað hevði tryggjað eina viðgerð á høgum stigi, sigur Jápup Petersen, yvirlækni í Klaksvík Jákup Petersen, yvir­ lækni í Klaksvík stað­ festir, at eitt sjúkrahús má hava eitt ávíst virksemi fyri at kunna virka sum sjúkrahús. - Hálvar og fjórðings­ loysnir eru burturspiltar er akkurát tað sama sum at smíða seymin í hurðina. - Men tær niðurstøður, eg eri komin til, vísa, at leggja vit smáu sjúkra­ húsini niður og flyta viðgerðirnar til Havnar, verður heilsuverkið eini 15% dýrari. - Tað kemst av, at við­gerðir­nar koma inn í eitt dýrari umhvørvi og tí kostar tað meir og at niðurleggja smáu sjúkra­ húsini, kastar sostatt onga sparing við sær. Men verða viðgerðir­ nar so ikki tað betri? Tað ivast Jákup Peter­ sen í. - At dagføra serlæknar er ein stórur trupulleiki á Landssjúkrahúsinum, men tað er tað ikki í Klaksvík og á Tvøroyri. Hann vísir á, at menn­ ingin er so stór nú og serlæknaøkini mennist so skjótt, at einasta gongda leiðin framyvir er at gera, sum tey gera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta verður umrøtt í aðrari grein her á síðunum. Samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini er ov vánaligt og tað eigur at verða betri Tað staðfestir Jákup Peter­sen, yvirlækni í Klaksvík. Men tosið um at leggja øll trý sjúkrahúsini saman, hevur ikki tænt nøkr­um endamáli uttan at stoyta bensin á bálið. Hann vísir á, at tey trý sjúkrahúsini arbeiða við eini ætlan um samstarv og hann held­ur at tað hevði tænt endamálinum at latið tey hildið fram. Leiðslunevnd við um­ boð­um fyri sjúkra­hús­ini situr og skriva niður tey sam­størv sum eru og sum fram­yvir skulu vera ímillum sjúkrahúsini. Samstarv er gott á summ­um økjum, men arbeitt verður upp á at fáa tað á skrift og at økja tað, tí tað eigur at verða nógv betri. - At tosa um saman­ legg­­ing er sum at sleppa eini bumbu, tí tað elvir til mis­nøgd, mis­álit, ótrygg­ leika og so­­statt elvir tað eisini til mótstøðu. - Hevði tosið um saman­legging ikki tikið seg upp, eri eg vísur í, at tað hevði gingið skjótari at skipa eitt samstarv ímillum sjúkra­húsini. Men Jákup Petersen held­ur, at eitt, sum ger, at tað ikki gongur skjótari, er, at yvirlæknarnir á Lands­sjúkra­húsinum hava ikki tørv á sam­ starvi við smáu sjúkra­ húsini. Hinvegin staðfestir hann, at tey smáu sjúkra­­húsini hava størri tørv á samstarvið við Landssjúkrahúsið. Men tað ber væl til hjá smáu sjúkrahúsunum at lætta trýstið á Lands­ sjúkra­húsið. Tað kunnu tey gera við at taka fleiri smáar og vanligar við­ gerðir á tey smáu sjúkra­ húsini fyri at stytta bíði­listarnir á Lands­ sjúkra­húsinum. - Smáu sjúkrahúsini hava ferð eftir ferð bjóðað sær til at átaka sær fleiri viðgerðir fyri at stytta bíðilistarnar. - Men telefonin ringir bara ongantíð, hóast tað skuldi verið so sjálvsagt, sigur Jákup Petersen. Stoyta bensin á bálið 15% dýrari Hetta hevur Lands­ sjúkra­húsið ikki tikið í álvara