Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Truplari hjá roykjarum Norska stjórnin fer nú at gera tað truplari hjá teimum, sum framvegis festa sær í. Millum annað ætlar stjórnin at banna fólki at roykja á útimatstovum, og tey sokallaðu roykirúmini verða heldur ikki loyvd longur. Ein onnur broyt­ ing er, at pakkarnir við 10 sigarettum hvørva. Herumframt ætlar stjórn­in at áleggja starvs­ fólkinum í skúlum og barnagørðum tubbaks­ fría arbeiðstíð, sum sagt verður. Tað sama skal galda tey, sum arbeiða í heilsuverkinum. Tey skulu heilt einfalt ikki roykja í arbeiðstíðini, sigur stjórnin. Á tí umsitingarliga økinum hevur stjórnin uppskot um, at handlar og onnur skulu hava loyvi frá kommununi til at selja tubbaksvørur, og at tey, sum innflyta tubbaksvørur, skulu skrá­ setast hjá tí almenna. Prestarnir farnir at eldast Tveir triðingar av prest­ unum, sum arbeiða í teirri íslendsku tjóð­ kirkj­uni, eru farnir upp um tey fimmti, og fjórði hvør prestur er oman fyri seksti. Bara 14 pro­ sent av prestunum eru niðan fyri 40. Hetta hevur fingið onkur fólk at spyrja, um íslendska kirkjan kann koma í somu støðu sum kirkjur aðrastaðni, har onnur enn prestar standa fyri tí, sum prestar vanliga gera. Í einari grein í Morgun­ blaðnum nú um dagar­ nar varð víst á, at í meðal eru prest­ar­nir nógv eldri enn eitt nú lærararnir í fólka­skúlanum, og teir eru eisini væl eldri enn tey, sum undirvísa á lærda háskúlanum í Reykjavík. Grønlendingar ov feitir Eins og í fleiri øðrum londum er fiti vorðið ein av teimum størstu hóttan­unum ímóti fólka­ heils­uni í Grøn­landi. Meiri enn helmingurin av teim­um vaksnu viga ov nógv, og ongantíð áður hava so mong fingið sjúkur, ið koma av skeiv­ari lívsførslu. Hetta hevur fingið myndugleikarnar at taka eitt heldur óvanligt stig. Grønlendska kring­ varpið sigur, at við ávís­ ing frá lækna kunnu fólk fara á apotekið at fáa ein sokallaðan fetteljara. Kann­ingar aðrastaðni hava víst, at fetteljarin fær fólk at ganga meiri, og ein grønlendsk kann­ ing í 2009 staðfesti, at hetta er so. Øll gransking vísir, at daglig rørsla kann leingja lívið nøkur ár og fyribyrgja hjarta- og æðrasjúkum. Hetta er fyrstu ferð, at hóttan­ in frá veðurlags­broyt­ingum hevur fingið teir svensku myndugleikarnar til at taka slík stig. Í fyrstu atløgu er forboð sett fyri allari bygging á láglendinum í Falsterbo og Skanør í Skåne, tí vandi er fyri, at sjógvurin fer at fløða so nógv í framtíðini, at økið fer at liggja undir. Falsterbo, sum er eitt væl umtókt ferðamál, er einar tveir metrar oman fyri sjóvar­ málan, men um eini 100 ár fer tað undir í illveðri. Framrokningar, sum Sverig­es meteoro­logisk og hydro­log­iska Institut, SMHI, hevur gjørt, vísa, at sjógvurin fer at standa ein metur hægri við Falster­bo orsakað av veðurlagsbroytingunum. Sambært svensku byggi- og býarskipanarlógini hava kommunurnar ábyrgdina av, at lendi, sum fólk fáa loyvi til at byggja á, er egnað og trygt at byggja á. Men er vandi fyri vatn­flóð ella omanlopi, kunnu landsmyndugleikarnir broyta tær kommunalu av­gerð­ir­nar ella taka sínar egnu. Hinumegin Oyrasund eru aðrar reglur, men komm­un­ urnar kanna sjálvandi, um nøk­ ur náttúrlig forðing er, tá fólk søkja kommununa um byggi­ loyvi, skrivar Ingeniøren. Sviar fyrireika seg til veðurlagsbroytingar Í Svøríki stúra myndugleikarnir fyri, at sjógvurin fer longri inn yvir land í komandi árum, og ti sleppa fólk og feløg ikki at byggja á láglendinum við Oyrasund longur Kostar milliardir at byggja uppaftur Enn eru tey ikki liðug at rudda inni í stjórnarbygninginum í Oslo eftir bumbuspreingingina tann 22. juli, og so er spurningurin, um bygningurin yvirhøvur kann umvælast Tað tekur tíð at rudda allar skriv­stovurnar, sum stutt sagt fóru í smildur av teirri sterku bumb­uni hjá Anders Behring Breivik. Eitt er, at alt skal tak­ ast upp og beinast burtur, men tey, sum rudda, mugu alla tíðina tryggja sær, at einki, sum hevur virði, verður koyrt í ruskbingjuna. Tí fer rudd­ ingin at taka mán­aðir aftur­at, skrivar Aften­posten. Fyri jól fáa myndug­leik­ arnir væntandi eina met­ing av, um tann stóri bygn­ing­ urin, sum eitt nú forsætis­ ráðharrin helt til í, kann umvælast. Tá verður ætlandi eisini greitt, um tær báðar ovastu hæddirnar, sum vórðu bygdar omaná í árunum frá 1988 til 1990, eru skeiklað­ar av spreingingini. Sjálvur bygningurin er frá 1958. Í fíggjarlógarupp­skot­i­ num fyri 2012 hevur stjórn­in sett knappar 300 milli­ónir krónur av til tað eyka­útreiðsl­ ur í sambandi við stjórnar­ bygn­ingar, men tað er ein dropi í havinum, um tann stóri bygningurin skal takast niður og byggjast av nýggjum. Tað fer sambært einari meting hjá stjórnini at kosta millum tríggjar og seks milliardir krónur, sigur kringvarpið NRK. Sambært blaðnum VG hava fleiri av teimum, sum arbeiddu í tí bumbaða bygn­ inginum, sagt, at tey hava ongan hug at fara aftur hag­ ar. Tey mæla heldur politik­ arunum til at taka bygningin niður og at byggja hann uppaftur.