mikudagur 12. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Arge
Myndir: Eirikur Lindenskov
Føroya landsstýri er ein sem
ingsstovnur fyri politisk ser
áhugamál, og tann sosiali
álitissáttmálan, sum fólk ofta
hava við sína stjórn, hava
nógvir føroyingar ikki við
landsstýrið. Hann hava teir
í staðin gjørt við Danmark
gjøgnum Sambandsflokkin.
Soleiðis
tók
Ronnie
Thomassen, samfelagsfrøð
ingur, samanum, hvussu før
oyska heimastýrið í grundini
virkar. Hann duldi ikki fyri,
at hann er loysingarmaður
og vísti á, at Føroyar 15. hvørt
ár við vissu fara at enda í
kreppu og kegli við Dan
mark, tí tað hava tær gjørt
søguliga.
Í sínum fyrilestri hevði
hann fingið til uppgávu at
siga, hví Danmark er falskur
tryggleiki hjá Føroyum. Og
tað gjørdi hann so. Danskar
ar eru líkaglaðir við Føroyar,
tí teir eru bara ernir av Grøn
landi, nevndi hann. Bara
danski staturin vísir Føroy
um ans, tí hann vil eiga tær.
Rolf
Guttesen
skuldi
grundgeva fyri, hví hann
helt, at ríkisfelagsskapurin,
ið Ronnie Thomassen helt
vera ein eindarstat heldur
enn ein felagsskap, skuldi
varðveitast. Hann vísti m.a.
á, at føroyingar hava lætta at
gongd til útbúgving og aðrar
fyrimunir í Danmark.
Eisini helt hann, at Føroyar
eru ov lítlar at gera mun í
altjóða samráðingum og tí
skulu styðja seg til Danmark.
Gott er at hava sterkan vilja
á øllum økjum, men ofta er
viljin ikki nóg mikið, segði
hann og helt, og Danmark
annars hevði givið Føroyum
evropeiskt dannilsi.
Spurningar vórðu settir
teimum báðum, tá teir vóru
lidnir við sínar fyrilestrar, og
Rolf Guttesen varð spurdur,
um ikki føroyingar kundu
fara undir útbúgving, um
Føroyar fingu fullveldi. Jú,
men í t.d. Onglandi og USA er
dýrt at fara undir útbúgving,
svaraði hann.
Oyggjar doyggja
Jóannes Jacobsen, búskapar
frøðingur, og Sámal Matras
Kristiansen, samfelagsfrøð
ingur, umrøddu mótsetning
in millum útjaðara og mið
staðarøkið. Jóannes Jacobsen
vísti á, at útjaðarin minkar
støðugt, men miðstaðarøkið
veksur ikki samsvarandi.
Hetta er ein stórur trupul
leiki, helt hann, tí skulu Før
oyar hava eina framtíð, er ney
ðugt, at miðstaðarøkið er stórt
og sterkt. Við miðstaðarøkið
meinti hann Streym-oynna,
Eysturoynna og Vágar.
Sámal Matras Kristiansen
helt ikki, at Havnin er nakar
metropolur, sum mong ofta
kalla hana, og tað verður hon
ongantíð. Hann helt eisini,
at
útjaðaramenning,
t.d.
við almennum stovnum, er
ein spurningur um rættvísi
mótvegis ymsu plássunum.
Í síðsta enda snýr tað
seg um at skapa livikor
fyri allar føroyingar og ikki
bara nakrar idealføroyingar,
segði hann. Jú, kanska, helt
Jóannes Jacobsen, men t.d.
Suðuroyggin og Sandoyggin
doyggja spakuliga út kortini,
segði hann.
Hetta vísti hann við tøl
um yvir fólkaminkingina
í oyggjunum síðan 1985.
Talið á fólki undir 50 ár
minkar við miklari ferð.
Jóannes Jacobsen helt, at
Suðuroyggin heilt vist fer
at falla av hesi gongd, men
at ein tunnil møguliga kann
bjarga Sandoynni.
500 milliónir aftrat
Soleiðis fullu niðurstøðurnar
við kontantari avrokning
uttan partapolitisk fyrilit
fyri ymsu plássunum, og
tað gjørdu tær eisini, tá
Johnny í Grótinum, búskap
arfrøðingur, Marita Rasmus
sen, stjóri í Vinnuhúsinum,
og Heri á Rógvi, búskapar
frøðingur, høvdu síni inn
legg.
Johnny í Grótinum tos
aði um konjukturpolitikk
og strukturpolitikk. Hann
helt, at smáar fínstilling
ar í sambandi við konjuk
turpolitikkin muna lítið og
onki búskaparliga. Tað, sum
veruliga krevst, er at um
skipa stóru strukturarnar,
ikki minst í fiskivinnuni, har
óvissan er stór.
Marita Rasmussen segði,
at um toskurin og hýsan
vórðu
veidd
burðardygt,
kundi hetta skapt eitt meir
virði í fiskivinnuni upp á 500
milliónir krónur. Tað helt
fyriskiparin og orðstýrarin,
Heini í Skorini, vera áhuga
vert, tá nú almenna hallið er
500 milliónir.
Heri á Rógvi greiddi frá
prísstøðinum
í
Føroyum,
sum er 14 prosent hægri
enn í Danmark, ið annars er
dýrasta land í Evropa. Hann
undirstrikaði, at Føroyar eru
ikki ov lítlar til at hava lægri
prísir, men politisk átøk
krevjast at venda gongdini,
m.a. eftirlit.
Her er skjótt farið ígjøg
num ymiskt av tí, ið sagt
varð á miniráðstevnuni í
gjár. Mangt annað áhugavert
kom fram, ið ivaleyst verður
at hoyra um í valstríðnum.
Hvør loysnin er at skapa eitt
betri land, finst onki einfalt
svar uppá, men tankagóðsið
finst.
Tankagóðs til valstríðið
Valstríðið til løgtingsvalið er tamt, men hugsanirnar um, hvagar Føroyar fara, og hvussu tær skulu
skipast, eru mangar. Hetta vísti fakliga ráðstevnan í Norðurlandahúsinum í gjár, har serfrøðingar
løgdu fram tankagóðs til politisku flokkarnar, nú teir skerpa klórnar undan valinum
Rolf Guttesen og Ronnie Thomassen
Heri á Rógvi, Marita Rasmussen og Johnny í Grótinum
Sámal Matra Kristiansen og Jóannes Jacobsen
Nógv fólk var til fakliga ráðstevnu í Norðurlandahúsinum týskvøldið