mikudagur 12. oktober 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna hevur
brúkt
milliónaupphæddir
til vinnuligar karmar og
havnaøki til eitt nú uppi
sjóvarvinnuna, og tað kann
tí ikki koma uppá tal, at bara
inntøkurnar av hesi vinnu
skulu javnast til aðrar komm
unur, ið ongar íløgur hava
gjørt í økið.
Ein dýr satsing
hjá kommununi
Tá ið oljuvinnan fyri árum
síðan kom fram, boðaði
Klaksvíkar Kommuna frá, at
hon heldur fór at satsa upp á
fiskivinnuna.
Kommunan hevur brúkt
milliónaupphæddir til útbygg
ingar av Klaksvíkar Havn
og til gerð av vinnuligum
útstykkingum og karmum
til vinnuna.
Henda
satsing
hevur
kostað kommununi ómeta
liga nógvan pening, sum
skattaborgarin í Klakvíkar
Kommunu hevur goldið fyri.
Tað hongur tí ikki saman,
sum Páll á Reynatúgvu,
tingmaður, og Aksel Johanne
sen, landsstýrismaður, nú
leggja upp til, at inntøkurnar
av hesi vinnu, sum eitt nú
Klaksvíkar Kommuna hevur
brúkt hundraðtals milliónir
uppá, nú bara skulu javnast
til aðrar kommunur, sum
einki hava gjørt við økið.
Hvør skal so ynskja
at skapa karmar?
Um inntøkurnar av uppisjóv
arvinnuni verða javnaðar út
til allar kommunur í landi
num, so fer tað í longdini at
fáa avleiðingar fyri vinnuligu
menningina.
Orsøkin til hetta er, at tað
tá ikki longur fer at loysa
seg hjá kommunum at satsa
upp á vinnuna og gera íløgur
í karmar og havnir, tí allar
inntøkur hjá einstøku komm
unum verða javnaðar út á
allar kommunur í landinum.
Góðar grundir eru at
spyrja, hvør tá skal ynskja og
tíma at skapa og víðarimenna
vinnuligu karmarnar her á
landi. Tað verður so neyvan
Fíggjarmálaráðið ella lands
stýrið, sum fer at taka sær
av tí.
Vit mugu minnast til,
at
okkara
vinnulívsfólk,
sum gera íløgur og menna
virksemi á ávísum økjum,
gera hetta eisini, tí tey hava
kenslur fyri hesum økjum, og
ynskja at skapa nakað har.
Skjótt er til, at hesin menn
ingar- og íverksetarahugur
hjá
vinnulívsfólkunum
verður køvdur, tí hetta skjal
javnast út á onnur øki, har
onki verður gjørt, men har
man bara situr og tekur ímóti
og krevur.
Ein javning av komm
unalu inntøkunum av uppi
sjóvarvinnuni kann sostatt
í longdini gerast ein forðing
fyri víðari menning av vinn
uni í landinum, og eg fari tí
staðilig at mæla frá, at henda
ætlan verður framd í verki.
Takast upp í
breiðari høpi
Spurningurin um javning
millum
kommunur
eigur
at verða tikin upp í nógv
breiðari høpi, har kriteriini
fyri javning millum komm
unur verða ásett eftir tí ítøki
liga tørvinum og umstøð
unum hjá teimum ymsu
kommununum kring landið.
Her eiga viðurskifti sum
útoyggjar, inn- og útflutn
ingsinntøkur, borgarasaman
seting og eventuelt eisini
inntøka pr. íbúgva at takast
við í skipanina, sum tó eigur
at avmarkast mest møguliga,
so vit her heima ikki fáa eina
fløkta skipan, sum okkara
grannalond
hava
ringar
royndir av.
Álvarsamur ágangur á
privata fyritakssemið
Privata fyritakssemið eigur lívið í føroyska samfelagnum, og hevur gjørt, at landið og økini eru í menning.
Tað kann fáa sera álvarsligar fylgjur, at myndugleikin við “spontanum politiskum hugskotum” ger seg inn á
hesi øki við at útjavna til alt landið, eftir at kommunurnar hava gjørt millióna íløgur í karmar til vinnulívið
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Lutfallið
ímillum
tað
almenna og privata er fari
av lagið. 80 % av føroyska
búskapinum er almennur.
Eg ímyndi mær sam
felagið,
sum
ein
heilt
vanlig føroysk sethús, har
fyrsta hæddin er stoypt
grund. Onnur hædd og
loft, eru úr timbri. Grundin
er tað privata. Timbri tað
almenna.
Tað skal ikki nógv hug
flog til at síggja at yvirbygn
ingurin á húsinum er alt
ovstórur. Hann skal ikki
vaksa nógv um vindin, so
kunna húsini fara um koll.
Tað hevur verið, eitt sindur
av vindi lágt seinastuni
(altjóða fíggjarkreppan), so
húsini standa skelva og tað
braka í hvørjari sperru. Hann
er kanska makaður eitt lítið
sindur í løtuni, men veður
forsøgnirnar eru ikki góðar.
Hann lovar storm.
Hvat er so at gera, jú vit
muga fáa nakað tí tunga av
loftinum
og
miðhæddini
niðuri í kjallarin. Hvussu
gera vit so tað. Jú:
Tað privata skal bjóða
tænastur, har tað almenna
ikki røkkur.
Summar almennar tæn
astur
skulu
harafturat
útveitast.
Almennar
fyritøkur
skulu einskiljast, har tað
loysir seg.
Kanska ríða vit stormin
av á hesum sinni við at flyta
sumt niður í kjallarin, men
vit vita av góðum royndum,
at ódnirnar av vestri javnan
vitja okkum í Føroyum. So
vit kunna ikki steðga á her.
Vit muga beinanvegin byggja
grundina størri og sterkari.
Lutfallið millum alment
og privat skal broytast – tað
privata skal vaksa.
Men
fyri
at
stoypa
grundina størri og sterkari,
muga vit grava út og planera.
Havt er so útgravingin og
planeringin. Jú tað eru teir
tryggu karmarnir og lógar
grundarlagið
sum
tann
privata vinna kann byggja
sítt virksemi á, og kappingar
førir skattir. Tað er funda
menti undir øllum. Uttan
góða planering blívur grundi
skeiv, og húsið kann koppa.
Men vit muga hava
byggiloyvi, og tað er har
tú kæri veljari kemur inn í
myndina. Gott í teg, fara á
val tann 29. og set krossin
við Framsókn og gev okkum
byggiloyvi, til at byggja
tað føroyska hús størri og
rúmligari. Men fyrst av
øllum biðja vit teg, um at
loyvi at vera flytumenn, so
vit kunna fáa eitt sindur av
tí tung niður av loftinum.
Karlot
Hergeirsson
Valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Sethúsið Føroyar