Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Í farnu viku, boðaði Javnaðar­ flokkurin frá, at teir ætla at geva flestu borgarum í Føroy­um skattalætta. Eg má siga, at tað gleðir meg at síggja ítøkilig uppskot um broytingar í skattaskipanini – men tá tað er sagt, so meti eg tað neyðugt at gera vart við, at kjarnan í trupulleikanum, sum okkara samfelag dregist við, ikki verður loystur. Javn­ að­arflokkurin handlar bert upp á symptomini av trupul­ leikanum. At lova skattalætta við nøkrum flytingum, er ikki hald­bart fyri føroyska sam­ felagið. Fíggjarlógar­upp­skot­ ið fyri 2011, sum Javnaðar­ flokkurin sjálvur hevur verið partur av, hevði eitt hall upp á 600 milliónir, og í komandi fíggjarætlan er enn ikki funnin loysn á, hvussu hetta skal fíggjast. Herferðin hjá Javnaðar­ flokk­inum gevur eina mynd av, at alt samfelagið fer at koyra betri, um bara vit gera eina skattaumskipan. Hetta er als ikki so! At flyta byrðarnar frá nøkrum herð­ um á aðrar herðar gevur tíverri ikki fleiri pengar í kassan. Ein tílíkur skatta­ re­form­ur gevur stórt sæð sama úrslit á fíggjar­lógini. Føroyar fara enn at mangla 626 milliónir. Skulu vit føroyingar fram­ hald­andi njóta gott av væl­ ferðar­tænastunum, vit hava í dag, so er avger­andi, at vit ikki handla upp á symptomini av trupulleikanum. Vit mugu finna inn til kjarnuna av trupulleikanum. Hetta er eins og í læknavísindini, ein høvuðpínutablett virkar møguliga eina løtu, men loysir tó ikki trupulleikan í longdini. Ein lækni má finna inn til kjarnuna í sjúkuviðgerðini og sjúklingurin má síðani hava rætta heiligvágin fyri at blíva frískur. Somuleiðis mugu vit taka fatur á kjarn­ una í trupulleikanum, sum er at almennu útreiðsl­ur­ nar er ov høgar, og inntøku­ grundarlagið ov lágt. Onnur skulu gjalda fyri okkara vælferð Mítt uppskot er, at vit fá onnur at gjalda fyri okkara vælferð. Tú spyrt kanska hvussu tað skal gerast? Jú, tíðin er nú komin til veru­­liga at satsa upp á ferða­ vinnuna. Við ferða­vinn­uni fáa vit økt inntøkurnar í føroy­ska samfelagnum uttan at økja stórvegis um útreiðsl­ urnar. Hvussu vit satsa upp á ferðavinnuna reint praktiskt, kundi t. d. verið við at stuðla íløgum á ferðavinnuøkinum ella við at frátikið feløgum innan ferðavinnuni at gjalda partafelagsskatt komandi 10 árini. Hetta fer uttan iva at seta ferð á íløguhugin á ferðavinnuøkinum. Sam­ stundis kann hetta tryggja, at ferðavinnan fær sett pening til síðis, og eftirfylgjandi endurnýggjað seg sjálva við íløgum og betri tilboðum. Hendan skipan má tó ikki standa einsamøll, men tað er alneyðugt, at vit seta ferð á fleiri tiltøk innan ferða­ vinnuøkið. Ein annar vinningur, við at satsa upp á ferðavinnuøkið, er, at allar Føroyar verða mentar. Fólka­grundarlagið veks­ur í tíðarskeiðum og fer at hava við sær, at grund­ar­­lagið fyri spennandi ment­unar­tiltøku, matstov­um, hotell­um o.a. verður sterkari. Jógvan Skorheim Valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu LØGtingsvalið 2011 Javnaðarflokkurin handlar uppá symptomir Heimurin er í upploysn. Banka­verðin er kollsigld og lond standa eitt fyri og annað eftir at fara av knóranum. Hví? Mítt boð er, at krøvini til endaleysa vælferð ikki standa mát við tað, sum arbeiðandi hendur megna at lyfta. Í Grikkalandi gevast fólk at arbeiða, tá tey fara um tey fimti. Hvør skal fíggja tey næstu 30-40 árini av teirra tilveru? Í ríku norðan­ londunum arbeiðir næstan annarhvør hjá tí almenna. Vit brúka helst meiri orku at umsita hvønnannan, enn vit brúka til at skapa tað, sum skal fíggja umsitingina. So hvørt, sum lóggáva, eftirlit og umsitingarorka eru bólgnað, er skilið vorðið verri. Ongantíð hava so nógv lærd fólk mannað vesturheimin, og ongantíð hevur vandin fyri veruligum hóttafalli verið størri. Vit eru alt ov mong, sum brúka okkara tíð og orku til at greina og kjakast um, hvat er galið. Ov mong, sum sita dagar og vikur á tannleysum ráðstevnum og evnisdøgum og hoyra yvirklókar fyrilestrahaldarar greiða okkum frá, hvat er galið. Úr almennum starvi í privat Men veruleikin er einfaldur: Vit framleiða minni enn vit brúka. Grundframleiðslan í sam­felagnum – har virði og kapitalur verða skapt – hevur vikið fyri øðrum meiri spenn­andi arbeiðsøkjum, har undir­­haldið er størri, men nyttu­­virðið minni. Stóra avbjóð­­ingin næstu árini í føroysk­um politikki er at flyta 2-3000 fólk úr almenna geiranum yvir í fram­­leið­andi privata geir­an. Saman­renningin millum hægri útbúgvin fólk og verka­­­fólk hevur ikki eydn­ ast nóg væl. Tí eigur ein miðvís polit­isk ætlan at vera at minka um almenna um­ siting, samstundis sum tað almenna hond í hond við vinnu­­lívið setir sær sum mál at skapa fleri arbeiðs­pláss í framleiðsluni. Nýggj arbeiðspláss Livandi tilfeingið í havinum er dýrabært. Fara vit um tað við virðing fyri javnvágini í nátturuni, kann tað vera høvuðsgrundarlagið undir fleiri arbeiðsplássum á sjógvi og landi. Uppisjóvartilfeingið hevur ómetaliga stórar vakstr­ ar­møguleikar, og verður farið fram við skili, verða nógv nýggj arbeiðs­pláss á sjógvi og landi í hesi vinnu. Hetta krevur sterkt samanspæl millum vinnu, fólk við hægri útbúgvingum, politisku skipan­ina og fakfeløgini. Fyri at tryggja børnum okkara ein góðan arv og framhaldandi vælferð, er hetta størsta politiska avbjóðingin fyri eina komandi samgongu. Miðflokkurin er tøkur til slíka ætlan. Bill Justinussen LØGtingsvalið 2011 Aftur til framleiðsluna Vit kunnu saktans síggja ljóst uppá Føroya framtíð. Fyrsta formannaumfarið sýndi, at floksformenn hava allir tikið til sín, at avbjóðingarnar liggja í fólkavøkstri, útbúgving, skattaumlegging og broyttum almennum bygnaði. Vit skulu fáa meira burturúr, og vit skulu verða fleiri fólk her heima at gera nakað við tað. Vit skulu gerast dugnaligari og vera virknari longri, og vit skulu finna loysnir saman, tæna næstanum og tæna felagsskapinum. Onkur helt orðaðskiftið vera tamt, men heldur tað enn klandur og smalar sam­ gongur. Í byrjanini av brátt farna valskeiði eydnaðis ein morgunin við at orða loysn á málinum um skúladepil í Marknagili. CHE- samgongan var smøl, og ávísur tingmaður vildi ikki atkvøða fyri, uttan at ávísur tunnil var grivin samstundis. Tá var høvi at fella landsstýrið, men heldur valdi eg at tryggja tann framúrskarandi depil ið nú er á veg. Somuleiðis í so mongum málum farnu árini, ferð eftir ferð hava Sjálvstýrisflokkurin og Kári á Rógvi verið avgerandi fyri loysnum. Men størsta rós farnu árini eigur tó uttan samanlíknan Høgni Hoydal fyri at hava valt ávirkan og langsiktaðan politikk undir BC-minnilutastýrinum. Sum frá líður fara mangar hundraðtals milliónir í øktum avreiðingarvirði at økja búskapin. Men eisini gomlu mótstøðumenn mínir Johan Dahl og løgmaður skulu fáa rós frá mær fyri at hava lagt doyin á tað rætta, miðvísa og víðskygda farnu tíðina. Sjálvur verði eg ikki drúgvur á Tingi, men eg heiti á fólk um at geva mær ein kjans afturat. Ætli mær út á politiska dekkið, har lógir verða spleysaðar, játtanir bøttar og semjur rektar úr fløkju. Avbjóðingarnar eru sera stórar, skilji væl Magna ið takkar fyri seg, men loysnirnar liggja nú eisini merkiliga væl fyri í Føroyum. Fáa vit skil á útbúgving, fiskivinnu og almennum bygnaði, so støkkur føroyski búskapurin sum ein tundurproppur upp av botni. Seta vit forðandi minnilutarnar til viks sum vit gjørdu í miðnámsskúlanum, ølinum og fiskidøgunum, so fara Føroyar framá! Fyri mítt egna viðkomandi, so havi eg lært av lívsins oyrafikum – við tíni hjálp kann eg fáa flogið aftur. Lat meg fáa atkvøðu tína hesa einu ferð afturat. Kári á Rógvi løgtingsmaður og valevni Sjálvstýrisfloksins LØGtingsvalið 2011 Einaferð enn – út á dekkið